Sjónleikarhúsið fullsett

Barnadansistevnan 2017

Barnadansistevna í Havn  11. februar 2017  -  at seta við....

Hetta er fimtu ferð at barnadansistevnan er í høvuðsstaðnum. Tær báðar fyrstu barnadansistevnurnar, sum Dansifelagið í Havn skipaði fyri, vóru á Háskúlanum í 2004 og 2005.  Í 2011 tók Tøkum Lætt sær av stevnuni, meðan Rasmus skipaði fyri 10. stevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum í 2013. Dansifelagið í Havn og Tøkum Lætt hjálptu til. Í ár skipaðu Dansifelagið í Havn og Tøkum Lætt fyri í felag,  og tað riggaði stak væl. Dansur og drekkamuður vóru í Sjónleikarhúsinum, og vit fingu døgurða í KFUM. Tað bar væl til, tí tað er stutt at ganga ímillum. Hesaferð fingu vit sodavatn, sum Føroya Bjór hevði latið til stevnuna. Tað er spennandi at koma á stevnu hvørja ferð, tí hóast skipaðar eftir sama leisti, so eru stevnurnar kortini so ymiskar alt eftir umstøðum og møguleikum á staðnum.

Hesaferð vóru tvær útferðir at velja ímillum – Kringvarpið og Brandstøðin. Vit í Eysturoyar dansifelag sluppu í Kringvarpið saman við m.a. Leikum Fagurt. Johan Mortensen, sum í fleiri ár hevur havt sendingina “Dansival” í útvarpinum hóskvøld í dansitíðini, var bæði blíður og týður. Vit byrjaðu har, sum sjónvarpsupptøkurnar til “dag og viku”, “3-2” og “Gekk” verða sendar. Gekkahjólið fekk av at vita frá børnunum. So sluppu vit eisini inn hagar, sum beinleiðis útvarp verður sent. Johan segði okkum, at uml. 80 fólk arbeiða í kringvarpinum, sum nú alt er undir einari lon. Tey, sum vóru á brandstøðini, lótu eisini væl at.

Dansurin gekk væl. Væl klárað, at uml. 400 fólk kunnu dansa við sama stevi so leingi. Vit kvóðu eftir raðfylgju, sum var gjørd frammanundan. Haldi kortini, at børnini skuldu sloppið at skipa meir sjálvi. Sumbiar dansifelag kvað  “Kellingin við grúgvustein” , sum var forkunnugt at hoyra við niðurlagnum “ der går en dans for Dúnoy , forgloym ikki meg”. Tað plagdi mamma onkuntíð at brúka til “Torkils døtur”.

Fyriskipararnir stóðu nógv av tíðini uppi á pallinum í Sjónleikarhúsinum og hugdu at. Tað sá út fyri mær, sum yngra fólkið í Dansifelagnum í Havn hevur tikið við nú. Gunnar og Birgir vóru í sving, meðan Niels stóð so fattur og hugdi at. Tað skal vera honum væl unt. Hann hevur tænt føroyska dansinum væl – sera væl.

Kunning um Barnlek var eisini á stevnuni – sjónvarp frá øðrum barnleksstevnum var at síggja og ørk blivu býtt út. Barnlek er norðurlendsk barnadansistevna, sum verður hildin 3. hvørt ár upp á skift í Norðanlondum. Í 2014 var hon í Reykjavík.

Ætlanin er, at Leikum Fagurt og Stígum Fast skulu skipa fyri barnastevnuni 2018 í Sandoynni.

Vit takka Dansifelagnum í Havn og Tøkum Lætt hjartaliga fyri ómakin.

Kathrina, Eysturoyar dansifelag.





«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412