Barnadansistevnan 2018

 

Barnadansistevnan 2018 verður hildin í Sandoynni 21. apríl.

Roknað verður við uml. 450 luttakarum, sum hevur vanligt undanfarin ár. Av tí at Teistin í mesta lagi kann hava 160 fólk við, verður fyriskipað soleiðis, at Teistin kemur at sigla aftur og fram, byrjað verður kl. 07.30. Næsti túrurin verður kl. 08.30.

Sami leistur verður brúktur, tá farið verður av aftur oynni. Tey, sum fyrst fóru av Gomlurætt, fara fyrst úr Skopun. Fyrsti túrur úr Skopun verður kl. 14.00.

Í høvuðsheitum er skráin hendan:

Í Skopun verður móttøka og dansað, síðani verður farið til Sands, har borðreitt verður við døgurða, og aftaná verður farið til Dals. Har verður dansur og ábit, áðrenn leiðin gongur heimaftur.

Endaliga skráin og upplýsing um tilmelding kemur seinni.





«2018»Í dag«Apr»
30           1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412