Barnadansistevnan 2018

 

Innbjóðing til Barnadansistevnuna 2018

 

Barnadansistevnan verður í Sandoynni leygardagin 21. apríl 2018.

Ferðing:

Orsakað av ferðasambandinum verður neyðugt at koma suður í trimum holdum. Teistin siglir 3 túrar um morgunin kl. 7.30, 8.30 og 9.45. Vit hava hugsað okkum at tey sum búgva tættast við koma fyrsta túrin saman við suðuroyingum, tí tey gista í Havn og skulu suðuraftur seinnapartin. Tá vit vita hvussu nógv koma frá hvørjum felagið, leggja vit tað nærri til rættis.

Teistin siglir eisini tríggjar túrar av aftur Sandoynni seinnapartin, men í skrivandi løtu er ikki heilt greitt nær, í fyrsta lagi siglir hann kl. 14.00, men møguliga byrjar hann eitt sindur seinni. Tey sum koma fyrst í oynna sleppa eisini fyrst avstað aftur :) Tit frætta tíðirnar so skjótt vit vita, og SSL sigur at teir lýsa við tí á heimasíðuni, tá avgerð er tikin.

Í Skopun:

Í Skopun halda vit til í ungmannahúsinum Samljóð. Tá tit koma til Skopunar verður morgunmatur at fáa. Tá tit hava fingið ein bita fara vit upp á gólv. Tað sleppa 160 við Teistanum, so vit fáa ein stóran ring.

Útferðir:

Tað verða tríggjar útferðir, bólkarnir fara við bussum úr Skopun. Ein verður til Gívrinarspor, har søgnin um gívrina verður fortald, hesin túrur er ætlaður yngstu børnunum. Ein verður til Todnes, har søgnin um Kálv lítla verður fortald, hesin túrur er ætlaður eldru børnunum. Seinasti túrurin verður til bóndagarðin í Uttastovu, har børnini sleppa at síggja tað, sum er á einum bóndagarði, her er eingin aldur settur á.

Døgurði:

Tá bólkarnir eru lidnir við teirra útferðir, fara tey í ungmannahúsið Virkið á Sandi at fáa døgurða.

Í Dali:

Tá bólkarnir eru lidnir at eta í Virkinum, verða teir koyrdir til Dals við bussum. Í Dali verður dansa og á borðinum verða køkur, saft, kaffi og te.

Heim aftur:

Bussar koyra til Skopunar, so tað passar við Teistan, tíverri vita vit ikki nágreiniliga hvat klokkan, men tað kemur seinni.

Tilmelding:

Feløgini tilmelda við at senda meyl til Hendrik Egholm adressan er: he@lv.fo í seinasta lagi leygarkvøldið 7. apríl.

Viðmerkið tal av luttakarum og hvussu nógv fara til hvørja av teimum trimum útferðunum. Eisini er gott um tit skriva eini tvey kvæði ella vísur, sum tit ætla at kvøða.

Tá tilmeldingarnar eru komnar fáa tit boð um hvørjum túri hjá Teistanum tit skulu við um morgunin.

Eru spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Hendrik Egholm 290852

Við vón um góða undirtøku

Leikum Fagurt og Stígum Fast





«2018»Í dag«Apr»
30           1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412