Barnlek 2017 - sjálvboðin arbeiðsmegi


Hey tit øll

Fundur verður í hølunum hjá Effo á Óðinshædd 3 í Havn, leygardagin, 20. mai, kl. 12. Fundurin er lagdur soleiðis, at øll kunnu koma aftur og fram sama dag, óansæð hvar í landinum, tit búgva.

Hesin fundur verður ein kunnandi fundur, har vit koma at útgreina allar uppgávur, ið hjálparfólkini koma at taka sær av, meðan Barnlek er. Hetta er m.a. vaktarhald, reingerð, køkshjálp og servering.

Somuleiðis er ætlanin við hesum fundi, at vit fáa endaliga greiðu á, hvørji hjálparfólkini verða. Tískil er sera umráðandi, at boðini um hendan fundin, fara víða um í tykkara feløgum. Brúk er fyri øllum kreftum, men helst skulu vit hava fólk yvir 16 ár. Einki ovara aldursmark er, øll eru vælkomin at veita eina hjálpandi hond.

Øll, ið hava hug at hjálpa til, eiga at koma við til fundin, soleiðis at allar uppgávur kunnu verða útlutaðar og møguligir spurningar svaraðir og ivamál avgreidd.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.

Vinaliga

Vegna Barnlek 2017

Brynjálvur og Birna






«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412