Barnlek 2017

 

Barnlek - norðurlendsk  barnadansistevna í Klaksvík 6-9. Juli 2017

Í seks ár hava vit vitað, at Sláið Ring í 2017 skuldi skipa fyri norðurlendsku barnadansistevnuni Barnlek saman við Klaksvíkar dansifelag og Klaksvíkar kommunu. Tá stevnan, sum verður hildin triðja hvørt ár, var í Skive í Danmark í 2011, heitti leiðslan í Nordlek á Sláið Ring um at hava stevnuna í Føroyum í 2017. Fimm fólk hava mannað stevnunevndina, Rasmus Joensen, sum hevur verið formaður í landsfelagnum Sláið Ring í nógv ár, Trygvi Samuelsen og Maria Kristiansdóttir úr Norðstreymoyar dansifelag, sum hava umboðað Føroyar í Nordlek í nógv ár, og so Brynjálvur Sigurðsson og Birna Jacobsen fyri Klaksvíkar dansifelag. Tey hava øll arbeitt av øllum alvi í meir enn eitt ár.

Nógv er at gera til eina slíka stevnu. Hølir skullu fáast til gisting, dans, at eta í, verkstovur o.a. Søkjast skal um fíggjarligan stuðul úr ymiskum grunnum. Øll kunning, sum verður løgd á heimasíðuna skal týðast til finskt, tí ikki allir finnarnir, sum koma, skilja norðurlendskt. Fleiri 100 luftmadrassur skulu vera tøkar. Neyðugt er at gera skeltir, so útlendingarnir – teir flestu hava ongantíð verið í Føroyum áður – kunnu finna í býnum. Setan og endahátíð skulu fyrskipast. Samarittar er eitt krav á slíkum stevnum. Og ikki minst er neyðugt at finna ein kokk, sum kann gera mat til 600-700 fólk í fleiri dagar. Umframt nógv annað.

Veðrið kann – sum vit øll vita – bæði bjarga og forkoma einum slíkum tiltaki. Vit vóru sera heppin í so máta. Loyvi mær at siga, at tað var gott, at tað fór at regna, so vit máttu brúka plan-b og seta stevnuna inni í badmintonhøllini. Tí alt tiltakið hevði verið ov langt burtur frá áskoðarunum, um stevnan bleiv sett á fótbóltsvøllinum í Djúpumýru, sum ætlað. Fríggjadagurin var so framúr til veður, so dansurin runt í býnum riggaði av tí besta. Tað bleiv aftur neyðugt at brúka plan-b til dansin í býnum leyðardagin.

Stevnan byrjaði hósdagin 6. juli, men fyrstu útlendingarnir komu longu sunnudagin 3. juli. Limir úr Klaksvíkar dansifelag  tóku ímóti teimum og vístu teimum til rættis.

Í summar hava miðlarnir gjørt sera nógv burturúr bæði Oyggjaleikum og føroyskari luttøku í altjóða hondbóltskapping. Fyri ikki at tala um stór nøvn, sum vera kunngjørd til allar hesar tónleikafestivalarnar. Alt gott um tað. Haldi kortini, at Barnlek 2017 kundi fingið størri pláss í miðlunum. Tí hóast vit, sum dansa, ongan kappast við og onki heiðursmerki vinna, so eru vit minst líka góð umboð fyri okkara kæra Føroyland, og líka glað og errin fara vit við Merkinum. Tað merkist best, tá ein slík stevna verður sett og fløggini verða borin inn – tað rørir hjartastreingirnar hvørja ferð. Ikki  bara hjá okkum føroyingum, men øllum hinum londunum eisini, og tað er ein stórur heiður – og ábyrgd – at verða biðin at bera flaggið. Tað eru altíð tvey, sum fylgjast við hvørjum flaggið – merkismaðurin ber flaggið og flaggvaktin fylgist við honum. Hesin siður er helst komin, áðrenn eitt flagg bleiv merkið fyri eina tjóð. Í gomlum  døgum var eitt flagg stavnhald, tá ein herur fór í kríggj, og um flaggið fall til jarðar, hevði tú tapt. Tí skuldi flaggvakt fylgjast við merkismanninum og taka flaggið, um merkismaðurin fall frá.

Havi fleiri ferðir verið uttanlands og dansað  – bæði á Nordlek og við Eysturoyar dansifelag. Á slíkum ferðum fara vit fleiri ferðir í føroysk klæðir – sjálvandi, og tá blíva vit so ómetaliga sjónlig – nógv sjónligari, enn vit geva okkum far um, tí ein tjóðbúni er so serligur.

Hvørja ferð eg síggi ein tjóðbúna – føroyskan ella útlendskan – hugsi eg um øll tey ymisku sløgini av hondarbeiði, sum mugu gerast, áðrenn liðugt er. Um vit taka føroysk klæðir, so skal bindast, vevast, broderast, seymast, bregdast, virkast og tøvast. Og so skal silvuri pussast, áðrenn klárt er at lata seg í. Onkur omma ella mamma hevur totast at fáa liðugt og onkur gleðist um at sleppa í eini klæðir, sum abbi ella omma hevur átt.

Aftur til Barnlek 2017.

Klaksvíkar kommuna hevur verið okkum beinasom. Umframt at lata okkum skúlar til gisting, ítróttarhallirnar til mat og dans, kundu  luttakararnir á Barnlek svimja ókeypis í svimjihøllini, nakað sum teir vóru sera glaðir fyri. Klaksvíkin er óivað besta stað í landinum til slíkt tiltak, tí hallir og skúlar eru í einum trunka, og tað er stuttur vegur til alt.

Maturin er eitt stórmál á slíkari stevnu. Avtalað bleiv gjørd við Viljan v/Magna Garðalíð á Húsum, sum hevur fingið sær flytbaran køk, um at matgerða til stevnuna. Tað skal nógvur matur gerast til 600 fólk tríggjar ferðir um dagin hvønn dag í fleiri dagar, so stóri pottur má útá hvønn dag. Men ikki bara tað. Hugsast skal eisini um vegetarar, og tey, sum stríðast við ovurviðkvæmi, mugu siga frá, so kokkurin kann gera mat, sum tey kunnu eta.

Tað krevur góða manning at fáa slíka stevnu at bera til, og ikki ber til hava lønt fólk til alt. Uml. 300 postar skuldu mannast við sjálvbodnari arbeiðsmegi, sum fyri tað mesta kom frá dansifeløgunum, men eisini nógv fólk úr norðoyggjum, sum onki hava við dansin at gera, tóku ein hond í. Stóra takk skulu tit øll hava, tí annars var ikki møguligt at hava stevnuna. Men tíbetur er onnur løn til enn tann, sum verður  goldin  í pengum. Tað er eisini stuttligt, at vera við, tí væl bar til at fara í býin at hyggja at dansinum bæði fríggjadagin og leygardagin ímillum arbeiðsuppgávurnar og soleiðis vera eitt sindur á stevnu samstundis. Og hvør veit, um ikki okkara sjálvbodni innsatsur, tá av tornar, kann avgera, um føroyskum dansi og fólkadansinum í okkara grannalondum, verður lív lagað, tá vit, sum nú eru hálvgomul, tagna.

Verkstovur er fastur táttur á stevnum, sum hesari. Amanda, Durita og Lina úr Klaksvíkar dansifelagi stóðu fyri hesum partinum. Tað ræður um at finna upp á okkurt, sum børnini ikki uppliva aðrastaðni, so tær valdu at lata børnini sleppa at tøva ull og fara á seiðaberg á Kósabrúnni – tað eru tey neyvan sloppin aðrastaðni.  Formaðurin í Klaksvíkar dansifelag Heini Mohr og aðrir hjálptu til á Kósabrúnni.

Okkurt má vera til tey hálvvaksnu, har tey fáa frið fyri smábørnum og vaksnum. Í Skálanum bleiv salurin innrættaður við sofum og øðrum, har tey dansaðu nakað út á náttina.

Uml. 570 fólk vóru meldað til stevnuna – 420 útlendingar og 150 føroyingar, sum høvdu valt at búgva á skúlum – eisini tey í Klaksvík, sum saktans kundu búð heima. Fólkadansarar eru glaðir amatørar og bæði føroysku og útlendsku børnini hava vant dúgliga til Barnlek. Her í Føroyum ber saktans til at samla børnini nakrar ferðir at dansa. So lætt er tað ikki t.d. í Finnlandi ella Grønlandi. Tí máttu tey fáa eitt høli til venjing, so tey kundu dansa seg saman, tá tey vóru komin til Føroya. 

Barnlek var hildið fyrstu fer í Falun í Svøríki í 1982. Føroyingar vóru við á fyrsta sinni í Ringsted í 1998. Føroyski hópurin ta ferðina taldi 80 fólk úr Sumba, Norðstreymi, Eysturoynni og av Sandi. Barnlek verður aftur í 2020 á Gøteborg- leiðini í Svøríki. Fólkadansurin hevur tann stóra fyrimun, at onki aldursmark er, og tað ger heldur onki, um onkur dansar skeivt. Tað, sum um ræður á Barnlek, er at fáa dansigleðina í børnini – onki annað. Heilt smá børn dansaðu eisini við til framsýningina – eg legði serliga merki til tvær danskar smágentur uml. 3 og 5 ára gamlar, sum helst vóru systrar. Gleðin lýsti av teimum. Vit mugu fyri Guds skyld ikki rætta uppá so smá børn – tað kann koma seinni. Tey skulu bara sleppa at vera glað. Føroyskur dansur/fólkadansur kann eisini vera pallurin hjá teimum, sum ikki duga ella tíma bólt ella aðra kapping. Vit skylda teimum at gera eitt stað, har tey kunnu brúka síni evnir og sleppa at umboða sítt land, hóast tey ikki kappast og vinna heiðursmerkir. Soleiðis seta vit við, og tað er neyðugt, um dansurin skal yvirliva.

Nú fáast vit við at rigga av. Tað er altíð gott at koma í gott orð, og vit kunnu koma dansinum í gott orð – ikki bara við at dansa – men eisini við at ganga væl um, har vit eru – t.d. nú í Klaksvík. Taka væl upp eftir okkum, gjalda rokningar til tíðina osv.

Kann ikki lata vera við at nevna ungu fólkini í Klaksvíkar dansifelag. Tey hava verið ófør til Barnlek 2017. Stóra takk fyri.

Eg vóni, at vit kunnu fara til Svøríkis um trý ár við fittum hópi av føroyskum børnum.

Vegna Sláið Ring, Kathrina Hansen.





«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412