Føroyskur dansur og kvæðamentan á Tingi

 

Føroyskur dansur og kvæðamentan á Tingi


Í hesum døgum eru tvey mál, ið hava stóran áhuga hjá fólki, sum eru áhugaði í føroyskum dansi og kvæðum til viðgerðar á Føroya Løgtingi.

Annað er um at seta UNECSO sáttmálan um verju av siðaarvi í gildi fyri Føroyar, og hitt er um broyting í Fólkaskúlalógini at javnseta undirvísing í føroyskum dansi og kvæðum við undirvísing í øðrum lærugreinum.

Løgtingsmál 115/2017 hevur til endamáls, at seta í gildi UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi heimsins.

Um orsøkina til uppskotið verður sagt: Víst verður á, at siðaarvurin viknar í nógvum pørtum av heiminum í dag, og at margfeldið, sum fyrr varð vart, nú kámast undir trýsti av m.ø. alheimsgerð. Størsta hóttanin ímóti siðaarvinum er tó vantandi skipanir fyri vernd og varðveiting.

Soleiðis verður sagt um siðaarv: Siðaarvur er til dømis skaldskapur av mannamunni, framburður, siðir og siðbundið handverk. Dømi um siðaarv føroyinga eru føroyski dansurin, kvæðini, føroyskt bátasmíð og siðir í sambandi við tilfeingi í sjógvi og á landi.

Sláið Ring - landsfelag føroyskum dansi at frama, frøist yvir og sær stórar møgulleikar í uppskotinum um at taka undir við UNESCO sáttmálanum.

Vit hava tó bitið merki í, at umrøddar verða umsitingarligar avleiðingar, nevnd eru Fróðskaparsetur Føroya og Mentamálaráðið, men livandi dansurin er ikki umrøddur í uppskotinum.

Hetta undrar okkum í Sláið Ring, tí tað er jú dansurin - hin livandi parturin av kvæðamentanini - ið skal haldast og liva.

Vit rokna tó við, at hann verður tikin við í viðgerðina og fær eitt gott pláss í arbeiðnum – at verja siðaarvin.


Løgtingsmál 107/2017 er um broyting av Fólkaskúlalógini.
Hetta uppskotið leggur upp til at strika stk. 3 í §8, sum sigur:
Børn skulu, tá ið foreldrini krevja tað, sleppa undan at luttaka í føroyskum dansi eftir stk. 1, nr. 1.

Sláið Ring sigur, at verður stk. 3. strikað, verður undirvísing í føroyskum dansi og kvæðamentan javnsett við undirvísingina í øðrum lærugreinum, og tað hevur hon uppiborið.


Samanumtikið staðfesta vit, at tvey sera áhugaverd mál um føroyskan dans og kvæðamentan eru til viðgerðar á Føroya Løgtingi í løtuni.

Tað er okkara vón, at omanfyrinevndu mál fara at gera sítt til, at føroyski dansurin og kvæðamentanin framhaldandi koma at vera ein av gimsteinunum í føroysku mentanini - okkum til frama og at gagni.

Tórshavn, hin 6. apríl 2018

Sláið Ring
Rasmus Joensen, fm.





«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412