Rasmus Joensen fær eitt gávukort og blómutyssi

Frá aðalfundinum hjá Sláið Ring

Væl av fólki var møtt til aðalfundin hjá Sláið Ring, ið varð hildin 8. september á Effo í Havn. Fleiri mál vóru uppi og vendu og fingu umrøðu - alt frá norðurlendskum dansistevnum, føroyskum klæðum og dansi til UNESCO og hvussu vit fáa enn fleiri ung virkin í dansinum.

Rasmus Joensen valdi ikki at stilla uppaftur til nevndarval og Gunnar Restorff úr Dansifelagnum í Havn kom inn fyri hann. Rasmus hevur seinastu nógvu árini verið ímyndin av Sláið Ring, og hansara lutur í fyriskipan, samskipan og at svara fyrispurningum liggur so ikki eftir. Eftir nevndarvalið helt Birgir Djurhuus eina røðu og so varð Rasmus heiðraður við einum gávukorti, blómum og lógvabrestum. Nevndin í Sláið Ring takkar Rasmusi inniliga fyri hansara virki og eru vit serliga glað um, at Rasmus hevur játtað at hjálpa okkum fyrstu tíðina.

Í farnu viku skipaði nevndin seg við Gunnari Restorff sum formanni, Annu Elisu Jacobsen sum næstformanni og skrivara og Kathrinu Hansen sum kassameistara.





«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412