Heimasíðan hjá Sláið Ring í nýggjari útgávu

 

Heimasíðan hjá Sláið Ring í nýggjari útgávu
 
Sum hin vitjandi er varugur við, so hevur heimasíðan hjá Sláið Ring fingið nýggja útsjónd.
Hin fyrra uppsetingin var vorðin og tíðatrkrevjandi og trupul at arbeiða við, serliga við at leggja inn upplýsingar frá limafeløgunum og Sláið Ring sjálvum. Tí hevur verið arbeitt við at gera hetta lættari og við hesi nýggju heimasíðuni vóna vit, at hetta fer at lata seg gera.
 
Tankin við nýggju heimasíðuni er fyrst og fremst, at limafeløgini (ein ábyrgdarpersónur fyri hvørt felag) fáa atgongd til hvønn sín teig, sum tey hava ábyrgdina av og kunnu legga inn síni tíðindi og fráboðanir.
 
Við tíðini vóna vit, at síðan eisini kann mennast til at leggja kvæðauppskriftir útá og eisini vóna vit, at feløgini og S.R. fara at leggja myndir út á síðuna.
 
Á henda hátt verða tað bæði feløgini og meginfelagið, vit øll, sum hava ábyrgdina av, at síðan er livandi.




«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412