Uppskrift
Uppskot til nýggja brúðarvísu |
| Yrkjari: Regin Eikhólm |
| UPPSKOT TIL BRÚÐARVÍSU
Lag: Flóvin Bænadiktson 1. Gevið ljóð og lýðið á øll her í veitslu róma, meðan frøði greiðir frá um giftarmál og sóma. Lat okkum kvøða, dansa og frøast á hesum degi. 2. Maður og kvinna loyndarfult í hjúnaband finna saman. Hvussu og hví er fyri oss dult tó ikki ástarleiks gaman. 3. Skaparin skapti alt so gott, tí vit á fold skuldu ráða. Takkað veri hansara veldismátt vit himnasælu skulu náa. 4. Kærleiksandan Guð oss gav, tá Adam og Evu hann skapti, saman at sigla lívsins hav tá kærleiksneistin tey rakti. 5. Skriftin greiðir okkum frá um giftarmál í forum, hvussu tey funnu saman tá, ei nokk var við nýtum orðum. 6. Gudagivin ættarbond vístu leið í hjúnalagið. Leitað varð enntá til onnur lond at tryggja tað rætta slagið. 7. Ábraham átti onkarson í giftingarførum aldri. Hann búði tó undir faðirs lon, til Ábraham gav honum valdið. 8. Ísak fekk av ognum nógv, so hann kundi sjálvstøðgur vera. Byggja sítt heim og spinna sítt tógv so heimligt hann alt mundi gera. 9. Ísak droymdi um giftarmál at liva í hjúnabandi. Konu at elska av innastu sál: Hvar finni eg hana á landi ? 10. Ábraham bøn til Guð frambar: Hvat geri eg andans faðir ? Send tín svein langt burtur har til tínar ættarstaðir. 11. Sveinurin gav honum trygdareið, at hann skuldi brúður finna, eiðsvorin fara ta longu leið tað lyftið at útinna. 12. Savnar hann allar sveinarnar, sum við í ferðina fóru, settust so uppá kamelarnar ið gull og gimsteinar bóru. 13. Tá ið teir komu til Nakors bý, sum Ábraham hevði sagt, funnu teir brunnin, sum vatn var í og hildu á staðnum vakt. 14. Tá kom har so vøkur ein moyggj og beyð teimum vatn at drekka, lívgandi vætu eftir ferða toyggj teir drukku alt uttan ekka. 15. Hetta førdi til miklan gleim Guð Ábrahams tekin at finna. Strax teir fylgdu við henni heim hennar' faðirs vilja at vinna. 16. Betuels dóttir moyggin var Rebekka nevnd at navni. Sjálv skal dóttir mín ráða sær, um tað er henni at gavni. 17. Síðani fekk hon og húski alt ótaldar gávur í tali. Guð hevði hana til Ísak valt tann himnadrotturin sæli. 18. Hon var við á ferðini heim til Kánans land at búgva. Sjálvur tók Ísak ímóti teim og kundi tí illani trúgva. 19. Hetta er moyggin meg hevur droymt mítt einkarvív at vera. Tó at tað enn fyri mær er loynt, eg veit at vit eydnusæl verða. 20. Sára sonarkonuni beyð so hjartans vælkomna vera. Felags vit vera um dagligt breyð og vilja alt javnbjóðis gera. 21. Síðani er mong søgan søgd um javnrætt í hjúnabandi. Fegin vit takka og eru væl nøgd, at nú ræður javnstøðu andi. 22. Hvør sum velur hjúnalag má kærleikan til sín taka. Hugsa og leggja alla orku í tað at elska og æra sín maka. 23. Kærleiksboðið er lívsins salt, ið hjún hvør øðrum bjóða. Latið tað tí ganga fram um alt, so verður alt við tað góða. 24. Latið øll góðynski ljóða her um trivna í hjúnalagi. Eydnan tykkum fylgi í hvørjari gerð og Harrin signi tykkum bæði. Lat okkum kvøða, dansa og frøast á hesum degi. Regin Eikhólm 2007 |




