Kvæðastevna, fyrilestrar og dansur

 

Leygardagin 27. oktober 2018 skipa Sláið Ring og Norðurlandahúsið fyri tiltakinum kvæðastevna, fyrilestrar og dansur. Byrjað verður kl. 15.

Fyrilestrarnar kemur Egil Bakka, ið er professari í tónleikavísundi við universitetið í Tróndheimi, at halda. Egil Bakka hevur eisini arbeitt nógv við siðaarvi í norskum fólkadansi.

Í blaðnum Faroe Isles Review, Volume 2, No 2, 1977, ið Bókagarður gav út, hevur Egil Bakka eina sera áhugaverda grein um føroyska dansin.

Egil Bakka kemur at halda tveir fyrilestrar. Annar hevur heiti: Færøysk dans i historisk perspektiv og hin eitur: Minder fra indsamling på Færøyene på 1970 åra.


Eftir fyrilestrarnar verður farið upp á gólv.

Eftir fyrra fyrilesturin leggur Norðstreymoyar Dansifelag fyri við Grettiskvæði. Dávur Emil Samuelsen Skipar.

Eftir seinna fyrilesturin verður tað Klaksvíkar Dansifelag, ið leggur fyri við Ebbe Skammelsen. Leivur Jacobsen skipar.

Aftaná verður frítt at skipa.

Tiltakið er alment og ókeypis.





«2018»Í dag«Sep»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412