Kvæðatiltak í Norðurlandahúsinum

 

Egil Bakka, professari í Norðurlandahúsinum 27.oktobur 2018.

Leygardagin 27.oktobur skipaði Sláið Ring saman við Norðurlandahúsinum fyri sera áhugaverdum kvæðatiltaki við tveimum fyrilestrum og føroyskum dansi. Norski professarin Egil Sigmund Bakka helt báðar fyrilestrarnar. Bæði fyrilestrar og dansur blivu stroymd á netinum. Rasmus Joensen, sum hevur kent Egil Bakka í nógv ár, byrjaði fyri uml. einum ári síðani at fyrireika hetta.

Umleið 100 fólk vóru komin í Norðurlandahúsið at lurta. Eisini fleiri, sum vit vanliga ikki síggja í føroyskum dansi. Aftaná fyrra fyrilesturin kvóðu vit Grettis kvæði, sum Óli á Geilini skipaði og aftaná seinna fyrilesturin skipaði Leivur Jacobsen Ebbe Skamelsøn. Rasmus hevði við vilja valt vísur, sum ikki eru so ofta at hoyra á gólvi.

Egil Bakka, sum er føddur í 1943, er ikki hvør sum helst. Hann fekk prógv sum fólkalívsfrøðingur í Oslo í 1973, og er nú professari við tónleikainstitutti í Tróndheimi. Hann hevur sitið í nevndini fyri NFF – Nordisk Folkdanser Forskning – og eisini í altjóða nevndum, innan UNESCO. 8.oktobur 2008 útnevndi Haraldur V kongur í Noregi hann til kommandør av St.Olavs Orden fyri hansara arbeiði fyri fólkadanstraditiónir. Heiðurin bleiv givin Egil á hátíðarhaldi tann 18.novembur 2008 á Ringve museum í Tróndheimi, sum er barnaheimið hjá Tordenskjold. So tað er onki minni enn eitt kubb, at hann er komin higar at halda fyrilestur. Egil hevur verið í Føroyum nakrar ferðir áður, fyrstu ferð 1965 og síðstu ferð 1977, tá hann savnaði tilfar um føroyskan dans og dansispøl. Ferðin í 1977 kom í lag eftir ynski frá Mortani Nolsøe.

Fyrra fyrilesturin, sum vardi trý korter, kallaði hann “Færøysk dans i historisk perspektiv”. Fyrilesturin viðgjørdi dansin í tveimum – frá ár 1900 og aftureftir og frá ár 1900 til nú. Hann nevndi serliga trý fólk, sum hava havt stóran áhuga fyri vísum, kvæðum og føroyskum dansi og sum hava savnað tilfar – bæði tekst og løg. Hesi eru Svend Grundtvig og Hjalmar Thuren – báðir danir, og Hulda Garborg úr Noregi. Eisini samanbar hann føroyskan dans við dans runt um í Europa, sum minnir um okkara  - bæði í orðum og myndum. Tað var heilt týðiligt, at hesin maðurin, var vanur at halda fyrilestur. Dugdi væl at fáa áhoyrararnar við, so nógvar áhugaverdar viðmekingar komu úr salinum. Egil helt, at tað ber til at granska nógv meir um hetta sama evnið.

Svend Grundtvig(1824-1883) var sonur prestin og sálmaskaldið N.F.S. Grundtvig. Hann samlaði fyrst donsku fólkavísurnar, og í 1872 fór hann undir at samla saman tað, sum var niðurskrivað av vísum og kvæðum í Føroyum – m.a. í Sandoyarbók. Hetta var eisini byrjanin til at savna føroyskt orðabókatilfar.

Hóast Hjalmar Thuren(1873-1912) hevði teologiskt embætisprógv, so er hann mest kendur fyri at granska fólkatónleik. Í 1901 kemur bókin “ Dans og kvaddigtning på Færøerne”, og í 1902 betalir Carlsberggrunnurin honum eina ferð til Føroya, har hann samlar kvæðaløg úr øllum Føroyum. Hesi løgini koma út í 1908 í bókini “Folkesangen på Færøerne”.

Egil Bakka segði, at føroyaferðin hjá Thuren var beinleiðis orsøk til, at Hulda Garborg(1862-1934) kom til Føroya 1902. Hon var nøkur ár frammanundan farin í holt við at fáa lív aftur í “folkevisedansen”, og royndi, aftaná at hon hevði verið í Føroyum, at fáa normenn at dansa føroyskan dans. Tað royna tey framvegis – tey kalla tað stordans, har tey hava stev, sum vit. Tað síggja vit, tá vit eru til Nordlek, men kortini er stórur munur á tí og okkara dansi. Tá vit eru til Nordlekstevnur, merkja vit væl, at føroyskur dansur er sera høgt í metum millum hini, sum dansa – tey eru djúpt hugtikin av tí, sum vit duga uttanat. Egil segði, at soleiðis er tað eisini millum granskarar.

Egil vísti okkum eisini eitt landakort, sum vísti, hvar dansur, sum líkist okkara, framvegis bleiv brúktur beint aftaná seinna heimsbardaga: í Pyreneunum, Baskaralandinum, Suðureystureuropa og í Føroyum.

Vit sóu eitt filmsbrot frá einari dansiferð í Oslo 1925. Øll konufólkini eru í kýsa og skjúrtið væl styttri enn nú á døgum.

Hann vísti okkum fleiri filmsbrot av livandi dansi í europeiskum londum, har fólk brúktu okkurt slag av stevi  - onkur flutti seg til vinstru, sum vit og onkur til høgru.

Elsta prógvið um dansin er eitt kálkmálarí frá Ørslev kirkju 1325, sum vísir “fransk kjededansfremstilling”. Elsta norska balladumanuskriptið er dagfest 1612, sum er “sang om heltedådar”.

Egil sigur, at tað serliga er í Føroyum, at ordilig kvæðir eru brúkt til dansin og at tað helst eru smáu roykstovurnar – lítið pláss,  sum hava gjørt, at dansurin er blivin soleiðis, sum hann er, her hjá okkum. Hann vil vera við, at aðrastaðni hava tey ikki brúkt “ballader”, men onkrar styttri sangir.

Einaferð undir fyrilestrinum nevndi hann “flyttesteg og ventesteg”. Eg skilti sjálvandi væl, hvat hann meinti við, men havi ongantíð hugsað so. Tað er helst munurin á dansara og granskara  – leikum og lærdum - sum kemur til sjóndar her.  Granskarin brúkar tíð og orku uppá at analysera og seta navn á , meðan vit sum dansa terpa fyri at sleppa at dansa, tí annars verður ongin dansur.

Seinni fyrlesturin, sum eisini vardi uml. trý korter, var frá ferðini hjá Egil Bakka í Føroyum í 1977, har ørindini vóru at taka film upp av dansi í øllum landinum. Á hesi ferðini runt í Føroyum hevði Egil tríggjar menn at hjálpa sær – Eyðun Andreassen, Paula Nielsen og Árna Hansen. Stuttligt at teir allir fýra kundu hittast aftur í Norðurlandahúsinum 27 .oktobur, 41 ár seinni. Vit fingu eisini høvi til at síggja arkið við skránni fyri ferðina runt um í Føroyum, sum vardi frá 25.januar til 2. februar 1977. Gott fyri søguna, at hetta ikki er koyrt burtur. Eisini stuttligt at síggja eitt blað, sum er skrivað við gamlari skrivimaskinu.

Alt bleiv tikið upp á 16 mm smalfilm, sum ikki toldi ljós, so tann, sum tók upp, mátti standa inni undir einum posa. Áhugavert at hoyra Egil fortelja um tær avbjóðingar, sum teknikkurin voldi teimum og sum vit als ikki hugsa um við  teimum upptøkumøguleikum, sum vit hava í dag. Tá upptøkurnar vóru lidnar, var Pauli Nielsen í Tróndheimi í eina viku fyri at synkronisera filmin og gera hann lidnan.

Teir fýra tóku dans upp á hesum støðum: í Klaksvík, í Gøtu, í Nósloy, í Havn, á Velbastað, á Sandi og í Sumba. Nógv av teimum, sum vit sóu í filmunum, liggja nú undir grønu torvu, men nøkur vóru eisini við í Norðurlandahúsinum og sóu seg sjálvi 40 ár yngri enn í dag.

Bæði dansispøl og vanligur føroyskur dansur vóru at síggja á filminum. Í onkrum brotið var onki ljóð. Í Klaksvík skipaði Jens Juul Sólbjørg Norsku Løvu. Dansurin var nógv lættari enn tað, sum vit síggja í dag. Í brotinum úr Eysturoynni sóu vit Slippudans. Av Sandi sóu vit tvey dansispøl : Fýra innaní og Spenna uppá spora. Í Sumba sóu vit børn og vaksin dansa hvør fyri seg. Børnini kvóðu Ormin Langa við teirra vakra sermerkta lag og tey vaksnu  dansaðu eitt dansispæl, sum eg ongantíð havi sæð – tey kvóðu vísuna um Ribolt. Úr Nólsoy sóu vit eisini eitt dansispæl, sum eg ikki kenni. Tey stillaðu upp í eitt rað – maður og kona aðruhvørja ferð – dansandi frameftir, haldandi niður á akslarnar á tí, sum dansaði frammanfyri. Tá tey vóru komin nakað út á gólvið fóru tey at dansa runt við stevið í ein ring – eitt par úr raðnum fór til vinstru og eitt til høgru aðruhvørja ferð, til tey so fóru aftur í raðið.

Stuttlig at síggja klædnamótan frá 70 árunum aftur, m.a. kassabuksur, u-buksur  og rørbuksur.

Egil handaði Tótu Árnadóttir, sum umboð fyri Setrið, upptøkurnar av teimum dansispølum, sum vit sóu í Norðurlandahúsinum  – sera stórfingin gáva at fáa og sum vónandi kann vera tøk at brúka hjá øllum, sum hava hug til tað.

Sera viðkomandi og gevandi at hoyra tað, sum Egil hevði at fortelja, og eitt gott punktum fyri formanstíðina hjá Rasmussi aftaná uml. 17 ár sum formaður í Sláið Ring.

Norðskáli 11. novembur 2018, Kathrina, kassameistari hjá Sláið Ring.





«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412