Kvæði og kvøðing 21. oktober 2017

 

Kvæði og kvøðing í Norðurlandahúsinum

Leygardagin hin 21. oktober 2017 skipa Sláið Ring og Norðurlandahúsið fyri almennum tiltaki um føroyskan dans.

Dansináttin í Norðurlandahúsinum, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring hava skipað fyri í mong ár, er nú flutt frá sumrinum og út á heystið, í ár til 21. oktobur.

Ætlanin er, at vit til hvørt tiltak hava eitt ávíst evni, sum verður lýst í fyrilestri og á gólvi.

Í ár er evnið Runsivalsstríðið. Hanus Kamban heldur fyrilestur, Óli á Geilini skipar Runsivalsstríðið og Símun Erik Johannesen skipar Amunds rímu.

Møguliga eru fleiri, ið ikki kenna so væl omanfyrinevndu kvæði, og tí hava vit eisini í skránni nøkur kvøði og vísur, sum vit rokna við at meginparturin av luttakarunum hevur kunnleika til.

Tá vit hava verið ígjøgnum føstu skránna, verður frítt at skipa og kvøða.

Sjálvt tiltakið er ókeypis, men nátturðin, sjálvtøkuborð, kann keypast fyri kr. 129,-, hartil kann okkurt drekkandi eisini keypast.

Skráin fyri tiltakið: Kvæði og kvøðing 21. oktober 2017 er:

Kl. 16:00         Fyrilestur um Runsivalsstríðið                  Hanus Kamban                 
Kl. 17:00         Runsivalsstríðið                                         Óli á Geilini                      
                        Lorvíks Páll                                               Kathria Hansen
                       
Kl. 18:30         Nátturði.

Kl. 19:30         Vit fara upp á gólv.
                        Bøhmerlands Dronningen                         Karstin í Húsinum            
                        Amunds ríma                                            Símun Erik Johannesen    
                        Kong Sverke                                             Herluf G. Joensen             
                        Frítt at skipa, til uml. kl. 22.

Uppskriftin, sum Óli á Geilini brúkar til Runsivalsstríðið er úr hefti 4, ið Klaksvíkar Dansifelag gav út í 1975. Hon er ógvuliga lík uppskriftini í Kvæðabók 1, sum er at finna á heimasíðuni hjá Eysturoyar dansifelag: eystdans.dk.

Símun Erik Johannesen brúkar eina uppskrift, sum tey hava brúkt í Stórhúsi í Dali. Her avskrivað av bandupptøku, sum abbi Símun Erik, Jens Ludvík Johannesen hevur kvøðið. Hendan uppskriftin er at finna inni á heimasíðuni hjá Fótatraðk: fotatradk.com.





«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412