Lærarar bjarga føroyska dansinum

 

Tann 21. aprí 2007l skipaði Klaksvíkar Dansifelag fyri barnadansistevnu.
Knapt 300 luttakarar vóru á stevnuni, sum var sera væleydnað.
 
Skálin kókaði. Runt alt dansigólvið sóust børn, í øllum aldri, spenna seg út. Tey kvóðu so hjartaliga og av fullum huga. Fyri tey, sum stóðu og hugdu at, var hetta sera hugtakandi og tankin um at føroyski dansurin er við at doyggja út, var fjarur hesa løtuna.
 
Fleiri vaksin vóru við børnunum herímillum nakrir skúlalærarar. Spurdi ein nærri fekst at vita, at í størsta parti av landinum vóru fólkaskúlalærararnir drívmegin innan barnadansin. Í Sumba, í Vágum, á Argjum, í Eysturoynni og í Norðoyggjum, vóru tað lærarar, saman við øðrum, sum hildu og mentu dansin.
 
Tað er altíð ringt at meta um, men tað er ikki ov nógv sagt, at luttakaratalið hevði fallið niður um eina helvt uttan hjálp frá lærararunum.
 
Afturlítandi kann ein bert staðfesta, hvussu týdningarmikið tað var, at fáa dansin inn um skúlagátt. Tí tað er innan skúlagátt at børninin verða kunnug við føroysku kvæðamentanina. Men eins týdningarmiki er tað, at dansurin verður stuðlaður sum frítíðarítriv. Tí innan skúlagátt verður hann aldri livandi. Har er dansurin ein partur av undirvísingini og á tann hátt ikki eitt frítt val og ein livandi mentan. Tí er tað somuleiðis týdningarmiki, at dansifeløgini runt landi loyva børnunum at dansa, og at karmarnir um dansin eru góðir.
 
Tað var ein son frøði at síggja lærararnar millum børnini. Mær rann til hugs, at læraraskúlin má hava gjørt eitt megnar arbeiðið innan menturnar økið. Menn sum Jefrei Hendriksen og Àrni Dahl og aðrir við hava verðuliga megna at kveikt ein loga innan dansin. Jefrei er farin frá og Árni eldist. Hvussu stendir til við dansinum á Læraraskúlanum í dag, kundi ein hóskandi spurt.
 
Sum skilst sær tað tíverri dapurt út. Dansifelagið á Læraraskúlanum Grani stendur múlabundin. Tað er ikki virki. Ei heldur hoyrist nakað til at áður nevndu menturnarmenn, hava megnað at sett aðrar við.
 
Sláið Ring hevur í vetur roynt at set seg í samband við lærararskúlan við tí fyri eyga, at stuðla dansinum á læraraskúlanum, men læraraskúlin hevur higartil ikki latið frætt frá sær.
 
Áhugavert er at spyrja hví so er. Vónandi lesur/a avvarandi læraraskúlanum hetta og kunnu koma við eini frágreiðing, um hvørja støðu føroyski dansurin hevur innan læraraskúlagátt og hvørjar ætlarninar eru, tí sum sagt lærararnir eru við til at halda og varveita føroyska dansin, størsta mentnararav føroyinga.




«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412