Landsdansistevna í Suðuroynni

 

Fríggjadagin 18. og leygardagin 19. mai verður landsdansistevnan í Suðuroynni.
 
Byrjað verður fríggjakvøldið kl. 20.00 í Framtíðini í Vági, har Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama, skipar fyri mentanarligum tiltaki. Fyrst fara børn og kvinnur úr Sumba fara at kvøða eina vísu og aftaná verða tað børn úr 8. flokki við Vágs Skúla, sum kvøða Huldugentuna. Síðani verða tríggir fyrilestrar og hugleiðingar. Eli Poulsen úr Sumba fer at hugleiða um dansin, og hvat hann hevur fingið og fær burtur úr honum, síðani sigur Poul Arni Holm av Tvøroyri, fyrverandi sangari í orkestrinum Týr, nakað um føroyska dansin og hvussu hann kann kveikja í tónleikin. Seinasta fyrilesturin heldur Andrea Opielka úr Bochum í Týsklandi. Hon skrivar doktararitgerð um føroyskan dans, við serligum atliti til dansispøl, og fer hon at draga fram ymiskt úr øllum tí rúgvismika tilfari, hon hevur samlað. Saman við fyrilestrinum verða eisini dansað nøkur dansispøl. Kvøldið endar við, at vit fara upp á gólv og dansa til midnátt.
 
Leygardagin 19. kl. 18.00 verður sjálv landsdansistevnan sett við ítróttarhøllina í Trongisvági. Tað verður Bjarni Vestergaard, fyrverandi formaður í Sláið Ring, ið setir stevnuna. Aftaná fer Ketty Andreasen, formaður í Tvøroyrar Dansifelag, sum umboðar tey fýra dansifeløgini í oynni, Sumbiar Dansifelag, Jómsvíkingar, Tvøroyrar Dansifelag og Suðuroyar Norðara Dansifelag, at bjóða vælkomin.
 
Borðhaldið byrjar kl. 19.00 og eftir borðhaldið verður farið upp á gólv.




«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412