Uppskrift

Eitt sindur um skegg

Yrkjari: Edvard 
Eitt sindur um skegg

Lag: Fruntatáttur


Føroyingar hava, sum aðrar tjóðir,
fylgt tí móta, í heiminum var.
Á morgni, tá maður úr songini reistist,
byrjaði hann við at raka sær.

Hendingaleyst so árini gingu,
alt helt fram við tað sama lag.
Kvinnurnar smurdar um kinn og nasar,
menninir snøggir hvønn einasta dag.

So fór ein dani at filma Barbu -
gjørdi til Føroya eitt lítið legg.
Fyrstu boðini út lat ganga:
" Nú skulu menninir hava skegg.

Um tú ert reyðhærdur ella gráur -
kanska er høvdið bert sum eitt egg.
Tað ger tað sama, tí einasta treytin
er, at tú hevur eitt trivaligt skegg".

Menn gjørdust knappliga livandi sátur -
lodnir úr skalla niður á legg.
Allir, sum høvdu eitt sindur av virðing
fyri sær sjálvum, fingu sær skegg.

Tó undir sólini einki nýtt er,
søgan veit um so mangan segg.
Samson var ein, sum bar av øllum,
tí hann lat grógva hár og skegg.

Hann lat seg tøla av eini kvinnu
til at brúka ein rakiknív.
Tað var tað versta, hann kundi gera.
Úrslitið varð, at hann lat sítt lív.

Líka sterkan sum Samson í forðum,
føroyingar halda seg vera í dag.
So hóast filmingin nú er liðug,
skeggið stendur við sama lag.

Føroyingar nógvir í hesum døgum
standa við eitt Columbusegg.
Tvinnir kostir og hvørgin mjúkur
konuna missa ella sítt skegg.

Mangur maður í neyð er komin,
konan gevur ei longur kroyst.
Boðini eru: "Eg lovi tær ikki,
fyrr enn skeggið av høku er loyst".

Soleiðis sperdur mangur maður
ger fyri speglinum langan steðg.
Høsnast og himprast. Við sorg í sinni
letur so falla sítt prúða skegg.

Sigst, at ein kvinna ætlar veva
mynd til at heingja á ein vegg.
Tilfar til tógvið, hon skal brúka,
er hetta nógva "Barbuskegg".

Edvard 26. okt. 1996.
( Í samband við upptøkurnar til Barbaru)




«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412