Kjartan Ólavsson

 

Kjartan Ólavsson

 

Niðurlag:

Leggið nýggjar árar út,

tað flýtur ein snekkja fyri hertogans garða,

hon er sær av alm-við og eikini harða,

leggið nýggjarar árar út.

 

 

1.     Ríða út av Hjarðarholti

        reystar kempur tvær,

        fyrstur reið Bolli Tollaksson,

        tá ið Kjartan var ikki har.

 

2.     Ríða út av Hjarðarholti

        reystar kempur báðar,

        fyrstur reið Bolli Tollaksson,

        tá ið Kjartan var ikki hjá.

 

3.     Kjartan legði at Leygará,

        mongum tað væl tókti,

        snarliga runnu ástir saman

        við Gurðuna Ósvívsdóttir.

 

4.     Kjartan gongur fyri faðir sín,

        leitar við hann ráð:

        Vøn er Gurðun Ósvívsdóttir

        eg vil ta frúnna fá.

 

5.     Sømir tað øllum høviskum køllum

        læra spekt og sinni:

        “Líkari var tær mín sæli son

        tín velduga harra at finna.”

 

6.     Svaraði Kjartan Ólavsson

        av so góðum treysti:

        “Finna skal eg mín velduga harra

        á hesum sama heysti.”

 

7.     Kjartan gongur fyri Guðrunn at tala,

        tað mátti eingin hoyra,

        segði frúnni frá ætlan sín,

        hon rodnaði sum ein droyri.

 

 

 

 

 

 

8.     Leggur hann hendur um frúnnar háls,

        mælir við hana so blíðum:

        “Ísland skal eg á sumri hava,

        væl máttú mær bíða.

 

9.     Lat tær góðan hugin siga,

        aftur man eg koma,

        elska tær ikki annan mann,

        ei heldur eg mær konu.

 

10.   Lat tær góðan hugin siga,

        aftur komi eg við lív,

        elska tær ikki annan mann

        ei heldur eg mær vív.”

 

11.   Tað var Guðrun Ósvívsdóttir

        ið reyðargull bar á hond,

        fylgir hon Kjartani Ólasvssyni

        niður á sjóvarstrond.

 

12.   So letur Kjartan Ólavsson

        síni skipini búgva,

        allar letur hann streingirnar

        av reyðargulli snúgva.

 

13.   Vindur hann upp síni silkisegl,

        gull við ráðum brann,

        strikar ei á bunka niður

        fyrr enn við Noregs land.

 

14.            Strikar ei á bunka niður

        fyrr enn við Noregis vág,

        har lá Grímur innan fyri,

        spælir í brynju blá.

 

15.   Fyrst stígur Kjartan Ólavsson

        sínum fótum á land,

        so hann Bolli Tollaksson

        undir hans høgru hond.

 

 

 

 

 

16.   “Hoyr tú Bolli Tollaksson,

        eg geri tað ei at loyna;

        gakk á sund við griman mann,

        har skal tú teg royna.”

 

17.   Svaraði Bolli Tollaksson,

        hann lítur á henda mann:

        “Flestalt er hann í gævi treystur,

        eg royni ei sund við hann.”

 

18.   “Far tú tær til Íslands aftur,

        heilsa fólki heim,

        eg skal mær á sundið út

        at fremja lítlan gleim.

 

19.   Tú heilsa Guðruni Ósvívsdóttir

        av so góðum treysti:

        Ísland skal eg á sumri hava,

        áðrenn tað tekur at heysta.

 

20.   Bolli vindur upp síni segl,

        út í havið setti,

        Kjartan legðist á sundið út,      

        at fremja leikir eftir.

 

21.   Bolli vindur upp síni segl,

        bæði gul og blá,

        strikar ei á bunka niður

        fyrr enn við Íslands vág.

 

22.            Kastar hann sínum akkerum

          á so hvítan sand,

          fyrst steig Bolli Tollaksson

          sínum fótum á land.

 

23.     Fyrstur steig Bolli Tollaksson

          sínum fótum á land,

          tá var Guðrun Ósvívsdóttir

          riðin niður til strand.

 

 

 

 

 

 

 

32.   Drukkið var teirra brúdleypið,

        mangur fór glaður av,

        eg kvøði um Kjartan Ólavsson,

        í Noregi hann var.

 

33.   Spæla teir teir á sundinum,

        báðir reystir seggir,

        Kjartan kennir møði á sær,

         biður at landi leggja.

 

34.   Kjartan læt at landi leggja

        sóu tað konur og menn,

        grimur maður á sundi spælir

        í hvørjari reglund enn.

 

35.   Grímur gár fyri Ólav kong,

        strýkur sær um ennið:

        “Heitstórir eru íslendingar,

        vilja oss innibrenna.”

 

36.   Kjartan gongur fyri Ólav kong

        svør á síni trú nú:

        “Allir vilja vit ísendingar

        taka við kristnari trú.”

 

37.   Mælti tað Kjartan Ólavsson,

        hann slær tað í ein gleim:

        “Allir kristnast vær íslendingar

        uttan Fróðar ein.”

 

38.   Tað var Torkil erkibisp

        heldur á gyltum hornið,

        allar kristnaði hann íslendingar

        á einum summarmorgni.

 

39.   “Eg kristni teg Kjartan Ólavsson

        væl í Góðum tíma,

        tak við kristnari trú av Gudi,

        eg gevi tær systir mína.”

 

 

 

 

 

 

 

48.   Kjartan vindur upp síni segl

        bæði gul og blá

        strikar ei á bunka niður

        fyrr enn við Íslands vág.

 

49.   Strikar ei á bunka niður

        fyrr enn við Íslands vág,

        har lá Kálvur innan fyri

        vindur upp segl í rá.

 

50.   Kasta sínum akkerum

        á so hvítan sand,

        fyrstur steig Kjartan Ólavsson

        sínum fótum á land.

 

51.   Fyrstur steig Kjartan Ólavsson

        sínum fótum á land,

        tá var Guðrun Ósvívsdóttir

        riðin niður til strand.

 

52.   Har komu frúur og stoltsmoyar

        at keypa skrúð og lín,

        har kom Tóra Kjartans systir

        og fagnaði bróðir sínum.

 

53.   Revna situr undir faldinum,

        alt sømir henni væl,

        Kjartan kom frá strondum niðan

        snart kom teim á tal.

 

54.   Revna situr undir faldinum,

        væl sømir henni klæði:

        “Mentarlín og høvðugull

        tey vil eg hava bæði.”

 

55.   Svaraði Kálvur hennara bróðir,

        kundi væl spekt og æru,

        “Mentarlín og høvðugull

        tað sømir tær ei at bera.”

 

 

 

 

 

 

 

64.   Teir leita bæði úti og inni

        hvør til sama verka,

        fingu ein mann at leita har,

        teir kalla hann Ólav sterka.

 

65.   Teir leita bæði úti og inni

        hvør í sínar vráir,

        burtur vóru Tórálvs børn

        og Bitlusynir báðir.

 

66.   Kjartan kemur inn árla morgun

        lítst hann um so víða:

        “Eg havi so mikil ørindi

        burt á skóg at ríða.”

 

67.   Kjartan leyp á vøllin fram,

        bæði við ilsku og vreiði,

        hann bað saðla sær horsið tað,

        hann burt á skógin reið.

 

68.   “Tú ver væl um teg Kjartan mín,”

        Knútur mælir av sonnum,

        “teir hava á tær illan hug,

        tú statt frá Leygarmonnum.”

 

69.   Teir skulu fáa so tungligt gjald

        hvør skal annan svíkja,

        fyrri skal eg lata lív,

        enn burtur av vegnum víkja.

 

70.   Guðrun gongur fyri Bolla inn

        fellur fyri honum í knæ:

        “Unni eg Kjartani væl við tí

        nú hevur tú skommir tvær.”

 

71.   Guðrun gongur fyri Bolla inn

        fellur fyri honum til kníggja:

        “Bolli er verði tær ikki tekk,

        so leingi eg Kjartan síggi.”

 

 

 

 

 

 

 

80.   Kjartan liggur á grønum vølli,

        sær seg um so víða:

        “Einki skulu til Bolla gera

        meðan hann er á lívi.”

 

81.   Bolli stendur á grønum vølli,

        lítur seg um so víða:

        “Eg má ikki gera so ónt,

        at tað má mær jú líða.”

 

82.   Tá var grátur í Hjarðarholti,

        bæði av konum og kvendum,

        Tórálvs børn og Bitlusynir

        niður til strandar rendu.

 

83.   Tórálvs børn og Bitlusynir

        niður til strandar rendu,

        Bitlusynir skútu fingu

        og út av Hvamsfjørð vendu.

 

84.   Tað var Ólavur faðir hans,

        læt sær byggja borg,

        síðani livdi hann ævi sína

        alla út við sorg.

 

 

 

24.     Tá var Guðrun Ósvívsdóttir

          riðin niður til strand:

          Hvar er Kjartan Ólavsson,

          hví kemur hann ikki á land.

 

25.     Tú tarft ei Guðrun Ósvívsdóttir

eftir honum at fregna

Kjartan er í Noregi

so glaður við kongsins tegnar.

 

26.     Kjartan er í Noregi

          fáir finnast slíkir,

          hann hevur fest eina norska frú,

          hon er ikki tygara líki.

 

27.     Guðrun snúðist Bolla frá,

          var reið og ikki góð;

          vont er slíkum rakkum at trúgva,

          tár á kinnum stóð.

 

28.     Bolli legði at Leygará,

          mongum illa tókti,

          snarliga runnu ástir saman

          við Guðruna Ósvívsdóttir.

 

29.            Tað var Bolli Tollaksson,

tók sær frú at festa,

snarliga lat til brúdleyp bjóða,

læt ikki leingi fresta.

 

30.   Øllum letur Bolli Tollaksson

        í sítt brúdleyp bjóða,

        uttan Ólavi Kjartans faðir,

        ið væl kann randir rjóða.

 

31.   Drukkið var teirra brúdleypið,

        kátt var teirra lív,

        gingu so bæði í eina song

        Bolli og hans vív.

 

 

 

 

 

 

 

40.   Svaraði Kjartan Ólavsson,

        konginum illa tókti:

        “Harri eg taki ei tygara systir,

        tað frættir ei Ósvívs dóttir,

 

41.   Svaraði Kristin kongsins systir,

        talar eitt orð for sær:

        “Vilt tú Kjartan Ólavsson

        skiljast nú frá mær.”

 

42.   Hon tók upp úr mjøðdrekkju

        Kjartani mentir gav

        sylgjan sett við gimsteinum

        gripur av gulli var.

 

43.   Hon gav honum tað góða svørð

        við gyltar slíðrar at binda,

        hann var aldri í víggi sár,

        ið bar tann brand við linda.

 

44.   Tað var Kristin kongsins systir

        Gull bar sær á hond

        fylgdi hon Kjartani Ólavssyni

        niður til sævarstrond.

 

45.   Har mundi hvørt frá øðrum skiljast

        báðum illa tókti:

        “Kjartan, eg fylgi ei longur tær,

        tað frættir ei Ósvívsdóttir.”

 

46.   Tú heilsa trúi grannakonu

        tú kemur til Íslands heim,

        tann tú elskaði í Noregi,

        var ikki av trælagrein.

 

47.   Tú heilsa tíni grannakonu,

          tú kemur til Íslands aftur,

          tær beyðst ástir í Noregi,

          ikki av trælaættum.

 

 

 

 

 

 

 

56.   Hann gav henni mentarlín

        og høvðugullini tvey,

        mangur fær tað øðrum er ætlað,

        eingin tað øðrum er eyðið.

 

57.   Hann gav henni stakkin

        høvðugullini bæði,

        mangur fær tað øðrum er ætlað

        eingin tað øðrum er lagað.

 

58.   Hann gav henni gull og fæ

        so tað silvurið brenda,

        Guðruni var ikki hjartað lætt

        tá hon sá skeinkin henda.

 

59.   Kjartan gongur fyri faðir sín

        leitar við hann ráð:

        “Von er Revna systir Kálvs,

        eg vil ta moynna fá.”

 

60.   Tað var Kjartan Ólavsson

        tók sær frú at festa,

        snarliga lat til brúdleyp bjóða,

        ei var longur at fresta.

 

61.   Teir drekka bæði úti og inni,

        gott skal slíkum gegna,

        Kjartan saknar úr máldrykkju

        svørðið við kongsins tegna.

 

62.   Tórálvs menn hans góða svørð

        stjólu úr gyltum skeiðum,

        stungu aftur í lodna slíðra

        brandin tann hin deiga.

 

63.   Kjartan kemur inn árla morgun,

        mist hevði brandin sín:

        “Eg havi stuldur og rán at lýsa,

        horvin er mækin mín.”

 

 

 

 

 

 

 

72.   Sára græt Guðrun Ósvívsdóttir

        av so tungum stríði:

        “Tú skalt ongan søtan sova,

        meðan Kjartan er á lívi.”

 

73.   Bolli leyp á vøllin fram,

        bæði av illsku og vreiði

        hann bað saðla sær horsið tá,

        hann burt á skógin reið.

 

74.   Kjartan vá fimtan brynjumenn

        rennur í randir sveiti:

        “Skjótt er einum av at máa,

        heljarmat at veita.”

 

75.   Tað var Kjartan Ólavsson

        tað fann hann til ráð:

        stígur á tað deiga svørð,

        við hvønn mann hann vá.

 

76.   Aftur vá hann aðrar fimtan,

        rennur í randir sveiti:

        “Hví stendur tú, Bolli frændi

        vil ongum dugna veita?”

 

77.   Aftur vá hann triðja fimtan,

        rennur í randir sveiti:

        “Hví stendur tú Bolli frændi,

        vil hvørgum dugna veita?”

 

78.   Bolli leyp á vøllin fram,

        tað var dreingja ferð,

        hann stakk Kjartan Ólavsson

        ímillum buls og herða.

 

79.   Mælti tað Kjartan Ólavsson

        tá ið hann fell í knæ:

        “Hetta hevur tú Bolli frændi,

        leingi ætlað mær.”

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 





«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412