Lat okkum taka saman

 

Brúðarvísa

Lag: Fípan Fagra (Há trummar í høll)

 

 

  1. Lat okkum taka saman

og út á gólvið stíga,

til at heiðra brúðarparið,

sum nú læt seg víga.

 

    Niðurlag:

Komið nú øll -

fólk frá nær og fjar,

Upp á gólv at heiðra hetta brúðarpar!

 

  1. Sum siður er í Føroyum

ein slíkan brúdleypsdag,

trína vit í brúðardans

í góðum veitslulag.

 

  1. Her veitslugestir røða,

her eru øll so glað.

Nú vit vilja kvøða

um tykkar hjúnalag.

 

  1. At leggja ástir saman

frá ungun árum av,

tað er okkar náttúra,

sum Skaparin oss gav.

 

  1. Í parlagi so nýggjum

øll flúgva móti ský

á ljósareyðum skýggjum

- har sveima eina tíð.

 

  1. Sum tíðin undan gongur,

alt fellur meir til ró.

Bæði kennast betur

og gerast meir enn góð.

 

  1. Tá leitar fram tann dreymur,

sum ikki nýtist orð:

tað at seta føtur

undir egið borð!

 

  1. So hugaligt er altíð

at rigga reiðrið til,

hugna um og fríðka,

tá bæði draga til.

 

  1. So gott at ganga saman

trúlovaði og glað.

Eggjar ástarglæman

tó inn í hjúnalag.

 

  1. Tá kærleikin hann ræður,

er hjúnarlagið rætt.

Í kærleika at semjast

tað mangan kennist lætt.

 

  1. At verja hjúnalagið

og liva tað so reint,

mugu tit nú bæði -

og halda tí á beint.

 

  1. Um mótburður vil herja,

og alt gerst tungt og grátt,

tá tit mugu verja

um hjúnalagið gott.

 

  1. Í álvara og gaman,

tit livi nú sum eitt,

so fær ástarglæman

allar fløkjur greitt.

 

  1. Tað at vera maki,

og tað at vera par,

tað skal geva rúm til

at svara hvør í sær.

 

  1. Tað at vera maki,

og tað at vera par,

er at fáa kærleika

og geva hann frá sær.

 

  1. Við álit á hvønn annan

øll hjún seg føla best.

Tað má galda bæði

og vera treytaleyst!

 

  1. Við tolsemi og virðing

ein maki byggir brýr,

dregur fram tað besta,

hann følir í sær býr.

 

  1. Um tvístøða fær valdið,

og øðin ráða skal:

leitið hjálp hjá øðrum,

sum skilja tykkum væl.

 

  1. Tað, maður ikki megnar,

og kvinna heldur ei,

tað kann Guð í himlinum

venda rætta leið.

 

  1. Tann sanni Guð í himli

á øllum hevur ráð.

Hann vil tykkum hjálpa,

tá tit hann heita á.

 

  1. Tá løtur kennast svárar,

og angist um seg ger,

tá er gott at vita,

at Guð hin sami er.

 

  1. Vit tykkum báðum ynskja,

at eydnan fylgja skal,

og at hjúnalagið

hjá tykkum gongur væl.

 

  1. Við vón um alt tað besta

og Harrans ríka frið,

ynskja vit nú báðum

og hjúnalagnum við.

 

  1. Nú brúðarvísan endar -

í góðum veitslulag

ynskja vit “tillukku”

við degnum her í dag!

 

 

 

 Eyðun Eliasen





«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412