Nordlek verður í Steinkjer í Noreg 10. til 15. juli 2012

Nordlek 2012 í Noreg

Norðurlendska fólkadansarastevnan Nordlek, sum nógvir føroyskir dansarar kenna, verður hildin í Steinkjer “Norden for Trondhjem” í døgunum 10. til 15. juli næsta ár.

Sláið Ring ætlar at samskipa eina ferð til stevnuna. Ætlanin er at skipa fyri einum søguligum túri gjøgnum Noreg, úr Oslo norður gjøgnum Gudbrandsdalin til Steinkjer.

Farið verður úr Føroyum við egnum bussi við Norrønu sunnukvøldið 1. juli, og komið verður aftur mikudagin 18. juli.

Gist verður í vallaraheimum og smáttum á leiðini. Á stevnuni verður gist í skúlum. Tó kunnu tey, ið vilja, gista á gistingarhúsi.

Á stevnuni verður høvi at fara útferðir og til ymisk tiltøk. Til summi tiltøk á stevnuni verður kravt luttøkugjald, og onnur eru ókeypis.  Upplýsingar um ymsu kostnaðirnar fyri t.d. gisting og mat síggjast á heimasíðuni http://nordlek.no/program/

Á fundinum í Hornahúsinum 7. januar fæst eisini at vita um kostnað fyri ferðina úr Føroyum, og hvat har er íroknað. Annars fáast allir upplýsingar við at venda sær til niðan fyri standandi teldupost ella tel. nr.

Seinasta freist at tekna seg til túrin er 30. januar. Boðast kann frá á tlf. 228624/281468 ella á teldupostadressu: trygvi.samuelsen@skulin.fo

Eitt a conto gjald á 2000 kr. verður samstundis flutt á 9181 1310676

Tekningin er bindandi.

 





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412