Brúðarvísa

 

Agape og Eros

 

1.

Gevið ljóð og lýðið á

øll her í brúdleyps róma,

meðan frøði greiðir frá

um giftarmál og sóma.

Niðurlag:

Lat okkum frøast, dansa og  kvøða 

á hesum degi.

2.

Kærleiksandan Guð oss gav,

og Adam og Evu hann skapti,

saman at sigla lívsins hav

tá Amor’s pílur tey rakti.

3.

Maður og kvinna loyndarfult

í kærleika søkja saman. 

Hvat og hví er fyri oss dult

tó ikki ástarleiks gaman.

4.

Skriftin greiðir okkum frá

um giftarmál í forum,

hvussu tey komu saman tá

ei nokk var við nýtum orðum.

5.

Gudagivin ættarbond

vístu leið í hjúnalagið.

Leitað varð enntá til onnur lond

at finna tað rætta slagið.

6.

Kend er tann gamla biðlaferð,

sum Ábraham legði til rættis.

Tryggja hann vildi sína ætt í gerð,

so alt kom væl til sættis.

7.

Sveinurin heintaði brúður heim

Rebekka nevnd at navni.

Hon førdi við sær gleði og gleim 

og untist í Ísaksa favni.

8.

Ungfólkið onga avgerð tók,

um hvør var sámi at fáa.

Víst varð til gomlu halgubók,

at manni er givið at ráða.

9.

Henda siðvenja fjaraði burt,

og nýkomin tilverustevna

loysti úr hafti ta kærleiks urt,  

ið áður ei loyvd var at nevna.

10.

Fræls vit nú knýta kærleiksbond

sum nýgifta brúðarparið.

Agape og Eros hond í hond 

tit av teimum báðum læri.

11.

 Maður og kvinna, sum vit fagna her,

í dag hava lyftið givið,

at elska og æra í orð og gerð

til annað í mold verður grivið.

12.

Brúdleyp og hábærsligt veitsluborð

frá fyrndini hoyra saman.

Har álvara, skemt og fyndarorð

kveikja parið við gleði og  gaman.

13.

Við brúdleypsborðið er lagið gott

vær syngjum og røður frambera.

Kánans vínið hevur gleðismátt,

sum veitslukát øll kann gera.

14.

Hjúnabandið er kærleikans borg,

har komandi ætt vit uppala,

bæði at tola gleði og sorg 

og við í lívinum spæla.

15.

Ástarbandið má ansast væl

sum rósan og liljan væna. 

Hjartarúmið tað fløva skal,

tú kanst ei frá øðrum tað læna.

16.

Eisini er mong søgan søgd

um javnrætt í hjúnabandi.

Fegin vit takka og eru væl nøgd,

at nú ræður javnstøðu andi.

17.

Hvør, sum velur hjúnalag,

má kærleikan til sín taka.

Hugsa og leggja alla orku í tað

at elska og æra sín maka.   

18.

Kærleiksboðið er lívsins salt,

ið hjún hvørt øðrum bjóða.

Latið tað tí ganga fram um alt,

so verður alt við tað góða.

19.

Latið øll góðynski ljóða her

um trivna í hjúnalagi. 

Eydnan tykkum fylgi í hvørjari gerð,

og Harrin signi tykkum bæði.

 

Niðurlag:

Lat okkum frøast, dansa og kvøða 

á hesum degi.                

 

Regin Eikhólm (f. 1946). Yrkt í 2012.

Brúðarvísan “Agape og Eros” vann aðru virðisløn í brúðarvísukappingini, sum Sláið Ring skipaði fyri í 2012.

Agape: bíbilskur næstakærleiki.

Eros: romantiskur og erotiskur kærleiki.

Tilverustevna: eksistentialisma.

Lag: Flóvin Bænadiktson.



 








«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412