18.01.2010 - Brúðarvísur á heimasíðuni
Sláið Ring hevur tikið stig til at eggja fólki til at yrkja nýggjar brúðarvísur. Ætlanin er, at fólk skulu fáa møguleika fyri at leggja møguligar nýggjar vísur á heimasíðuna hjá Sláið Ring, har onnur so sleppa at gera viðmerkingar og koma við konstruktivum kritikki. Viðmerkingarnar, sum loyvdar verða, verða undir eftirliti av umsitaranum av heimasíðuni. Gjørt verður púra greitt, at bara borðbærar viðmerkingar verða tiknar við.
Í fjør skrivaði Sláið Ring út kapping um at yrkja brúðarvísur. Eingin av nýggju vísunum, sum tá vórðu senda felagnum, varð hildin at vera nóg góð til at vinna ta virðisløn, ið tá varð lovað. Hesaferð verður ikki talan um nakra virðisløn. Bert at geva fólki møguleika at leggja sínar vísur á netið til kunning og viðmerkingar.
Fyri at fáa eina vísu á heimasíðuna hjá Sláið Ring, er tað ein treyt, at nevndin veit, hvør yrkjarin er. Yrkjarin kann tó velja at leggja vísuna út uttan navn undir, ella um hann vil tað, kann viðkomandi seta fult navn ella eisini dulnevni undir.
Teimum, sum fara at gera viðmerkingar til tað, ið lagt verður út, verður tó bara givin atgongd undir fullum navni. Viðmerkingarnar kunnu sendast sum teldupostur ella vanligt bræv, og umsitarin metir so um, hvørt tær verða kunngjørdar ella ikki.
Nýggju brúðarvísurnar, sum leggjast kunnu á heimasíðuna, skulu lúka tvinnar treytir, hevur nevndin gjørt av.
Tann fyrra treytin, hon lúka skal, er, at vísan skal venda sær til brúðarparið.
Onnur treytin er, at hon skal verða yrkt soleiðis, at hon kann fáast undir fót. Tað vil siga, at hon skal kunna kvøðast í brúðardansi.
Fyri at fáa eina nýggja brúðarvísu lagda á heimasíðuna hjá Sláið Ring til kunning og viðmerkingar, skal vísan vera send nevndini í seinasta lagi á ólavsøku 2010.
Viðmerkingar
| Ongin viðmerking er skrivað enn |




