10.05.2010 - Landsdansistevnan Setanin

Vilhelmina Larsen śr Dali setti Landsdansistevnuna 2010

Landsdansistevnan 2010. Hildin ķ Sandoynni, ķ Skopun 8. mai.

 

Setanarrųšan hjį Vilhelminu Larsen

 

Gott kvųld góšu dansifólk!

Vęlkomin skulu tit vera, bęši oyggjabśgvar og avoyggjabśgvar.

Tankar mķnir fara aftur til mķn uppvųkstur ķ Skįlavķk, har fųroyski dansurin var ķ hįsęti tį.

So manga dansinįtt stóš eg sum smįgenta į senuni ķ dansistovuni og lżddi į, og sį stovuna vera fulla av dansihugašum fólki.

Bųrnini sluppu ikki uppķ eftir klokkan tķggju, tķ tį įttu tey vaksnu dansin.

Hvųr mašur įtti sķtt kvęši ella vķsu.

Tį Sķmin į Brśnni kvęš “Grimmer går på gulvet” ella Dįnjal ķ Nķggjubśšini “Bųmmerlandsdronningen” so kvęš alt fólki viš teimum, tķ teir įttu vķsurnar.

Soleišis eisini allir hinir v/ Runsivalstrķšnum, Tosteins tęttum og teimum nógvu kvęšunum, eg minnist.

Kvinnur vóru ongar, sum skipašu ķ Skįlavķk. Men ķ Hśsavķk, tęr systranar Jacobina į Breyt, Hermina į Bų og Anna Elisabeth į Breyt.

Avbygdafólk kom til Skįlavķkar at dansa. Śr Dali, Hśsavķk og Skarvanesi komu tey til gongu.

Vestanfólki viš bili. Hesi hųvdu onnur kvęši og vķsur viš sęr.

Eg minnist at skopuningar altķš kvóšu “Kongesųn af Engeland”.

Har į senukantinum sį eg, hvussu tey ymsu bóru seg at ķ dansinum. Hvussu skiparin segši frį tķ hann kvęš, og aršir vóru viš honum ķ strķšnum, tį illa stóš til og gleddust, tį vęl var vunniš.

Ųll tóku undir ķ nišurlagnum, tķ taš var taš styšjandi ķ dansinum.

Farbróšur mķn Leivur į Trųš segši at ”Ųrindi var forteljandi = nišurlagiš styšjandi.”

 

 

Uppskrift er eingin upp į fųroyska dansin, men nakaš er, sum eitur góšur dansisigur.

Eitt taš fyrsta er at duga at lurta. Annaš at fylgja skiparanum ķ tķ hann kvųšur. Um hann gloymir, leggur burturśr ella leggur aftrat, sum eg fleiri feršir havi hoyrt ķ Dali, skal eigin leggja seg śtķ. Hann, sum skipar eigur lųtuna, og ger, sum hann vil.

Hvussu harmiligt og skašiligt var taš ikki, tį onkur tók av honum, taš elvdi ofta til ófriš.

Dansifelųgini mega hava taš ķ hugaš, at limir teirra fylgja góšum dansisiši.

Ansaš var eftir, at eitt kvęši ikki varš til fótatrašk. Taš kvęšiš, sum hoyrdi til taš og taš hśsiš ella tann og tann mannin, varš ikki kvųšiš meiri enn einaferš um veturin, ella annan hvųnn vetur.

Leivur į Trųš segši, at hann eitt kvųldi hevši kvųšiš kvęšiš um Gunnar į Lķšarenda, sum pįpi hansara hevši yrkt. Pįpin hevši veriš har ķ nįnd og hoyrt til, og taš dįmdi pįpanum einki, tķ hann hevši kvųšiš taš fyrr į vetrinum, og vildi ikki hava taš til fótatrašk.

At eitt dansifelag nś eitur Fótatrašk, er ein onnur sųga.

 

Fųroyski dansurin er eitt av okkara eyškennum.

Taš samanhald, sum er ķ dansiringinum, er einstakt.

Vit vóru ķ Svųrķki į dansiferš, og skuldu dansa til eina upptųku, har mikrofonin hekk ķ mišuni undan loftinum, so vit dansašu rundan um hana. Śrsliti var sum at dansa um jólatręš.

Tį kom ein svenskari til mķn, og spurdi, hvat var ķ vegin, tķ hann helt at har var eingin mystikkur, sum hann įšur hevši upplivaš ķ fųroyskum dansi, og taš var tķ, at har var eingin brotin ringur, vit hųvdu einki samband hvųr viš annan.

Hvat framtķšin hevur at bjóša vegna fųroyiska dansinum, vita vit ikki.

Men dansifelųgini gera sķtt til, at hann veršur varveittur.

At taš veršur dansaš viš bųrnunum er sera umrįšandi, taš fangar hugin hjį tķ einstaka, sum tį kann flyta taš vķšari. Bųrnini eru glaš fyri tęr ymsu stevnurnar, bęši burtur og heima, og tey hava nógv at siga frį, tį heim er komiš.

Stuttligt er at fara į dansiferš til tey ymsu felųgini.

At uppliva taš at fara śr Dali noršur til Haraldsunds at dansa į hįvetri, var so serstakt, tį ein hugsar um mųguleikan at feršast fyrr og nś.

Eg skilji vęl dalbingin, sum tosaši danskt, tį hann kom til Funnings at halda jól. Hann meinti at taš var so langt burturi, at tey skiltu ikki fųroyskt.

 

 

 

Har ķ noršoyggjum er alt ųrvķsi enn her į okkara flųtu og blķšu oyggj.

Fjųllini, kuldin, kavin, ja sjįlvt glerpķpurnar vóru ųrvķsi.

Her hjį okkum vķsa tęr upp og nišur, men har vķsa tęr tvųrturum, av tķ nógva vindinum um hśsahornini.

 

At sķggja kend fólk, koma at kenna onnur, sum bert hava taš ķ huga at dansa og vera glašur, taš styrkir og lyftir ein upp frį tķ gerandisliga.

 

So dansifólk.

Sum tey gomlu plagdu at siga.

Stytti tykkum saman og haldi į.”

 

Viš hesum sigi eg landsdansistevnuna 2010 at vera setta.

 

Višmerkingar

Ongin višmerking er skrivaš enn
Višmerking:*
Navn tygara:*

Gomul tķšindi

Įr
Samskifti
Slįiš Ring
Į Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412
Įlmanakkin
septembur, 2010
2 3 4 5 6 7 1
30 31 1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 1 2 3

 
Tķšindabręv
Navn tygara::
Tķn emailadressa:
Innrita
Brśkari
Loyniorš