10.05.2010 - Landsdansistevnan. Rųša formansins

Rųšan, iš Rasmus Joensen, formašur ķ Slįiš Ring helt.

Landsdansistevnan 2010, hildin ķ Skopun

 

Góšu tit ųll, fyrireikararnir śr Sandoynni og ųll tit, iš higar eru komin į landsdansistevnu.

 

Ja, so eru vit aftur samlaši til landsdansistevnu, hesuferš sum gestir hjį dansifelųgunum ķ Sandoynni, Leikum Fagurt og Stķgum Fast. Landsdansistevnan er eitt stórt tiltak og krevur nógv av fyrireikarunum. Nógv er at leggja til ręttis og nógv at sķggja til. Innbóšingar at senda, skrį at leggja, sangir at prenta, ferju at sigla, borš at seta upp og nógv annaš.

 

Eg kann ętla, at tit hava havt nokk at sķggja til, tit, iš eru vertir. Vegna Slįiš Ring skal eg takka tykkum fyri, at tit hava įtikiš tykkum landsdansistevnuna 2010.

 

Nś so mong eru samlaši her, fari eg at nżta hųviš, at taka fram ymiskt av tķ, sum nevndin ķ Slįiš Ring arbeišir viš.

 

Fleiri mįl hava veriš frammi ķ seinastuni, eitt teirra er mįliš um at fįa fleiri bśšarvķsur at velja ķmillum. Hetta hevur fingiš nakaš av umrųšu og eg tori at siga positivari umrųšu og ųll positiv umrųša er mennandi. M.a. skipaši Slįiš Ring fyri fundi ķ Mišlahśsinum, har uml. 80 fólk tóku lut. Hesin fundurin var sera vęleydnašur. Fleiri av luttakarunum tóku oršiš og vit fingu eisini fleiri sjónarmiš. Felags fyri ųll var, at fólk hųvdu eina meinging um brśšardans. Gjųgnumgangandi temaiš var tygn og viršing ķ brśšardansinum. Fólk vóršu eisini samd um, at eingin fer at velja eina brśšarvķsu, iš honum ella henni ikki dįmar og tķ vilja vit altķš fįa eina brśšarvķsu, iš vendir sęr til brśšarpariš viš tygn og viršing.

 

Higartil eru trż uppskot lųgd śt į heimasķšuna hjį Slįiš Ring. Enn er mųguleikin opin at koma viš fleiri uppskotum og at gera višmerkingar ella ummęli, til tęr, iš longu eru lagdar śt.

 

Eitt mįl sum hetta, meti eg, veršur ment ķ fleiri stigum. Byrjan, har tankarnir verša bornir fram og royndir gjųrdar at lżsa mįliš og endamįliš. Umrųšan og višgeršin millum fólk, sum fųrir nęrri endamįlinum. Tankar sum įstųši undir yrkingum og lagi, nżggj umrųša av innkomnum uppskotum, nżggir - mųguliga broyttir tankar, mųguliga fleiri uppskot og til seinast taš avgerandi, verša tey nżggju uppskotini vald til at brśka.

 

Eg rokni viš og vęnti, at hetta mįliš er ķ eini bśningartķš, og at taš kemur framaftur seinni. Og mųguliga koma eisini fleiri uppskot inn. Kanska eisini uppskot um lųg.

 

Eitt annaš mįl, iš hevur veriš uppi į nevndarfundum og ķ samrųšum er roynd at fįa samstarv viš Kringvarp Fųroya, um felags įhugamįl – fųroyskum dansi at frama. Kringvarpiš fęr fleiri sera įhugaverdar sendingar, sum hava nógvar lurtarar og Slįiš Ring sęr mųguleika fyri, at fleiri fįa kunnleika til dansin og kvęšini og hetta skuldi so sįst aftur millum dansifólkiš og vónandi eisini ķ felųgunum.

Eg meti, at sjųtul er settur į og veršur flógvin rętt drigin, kann munagott samstarv og arbeiši spyrjast burturśr. Men einki er sjįlvsagt og so eisini her. Vit mugu liggja framviš og arbeiša viš mįlinum.

 

 

Dansinįttin, sum hevur vęl yvir 20 įr į baki, veršur ķ įr leygarkvųldiš 17. juli kl. 21.00 ķ Noršurlandahśsinum. Hetta er samstarv millum Noršurlandahśsiš og Slįiš Ring og helst ętlaš bęši okkara fólki og gestum, iš eru og vitja. Ymiskt er hvussu hesi dansikvųldini hava veriš, men samanumtikiš hava tey veriš fųroyskum dansi at frama. Eg fari at bjóša ųllum vęlkomnum og vónadi verša vit fleiri, iš leggja leišina ķ Noršurlandahśsiš leygarkvųldiš 17. juli.

 

Ķ nevndin hava vit lagt stóra orku ķ at fįa eina nżggja heimasķšu, har ųll felųgini kunnu fįa mųguleika, at rįša yvir einum teigi, har tey kunnu leggja upplżsingar um nevnd, dansiskrį og tiltųk. Ętlanin er, at felųgini skulu velja ein persón, iš fęr įbyrgdina fyri sķšuni. Eg fari tķ ķ kvųld at heita į felųgini, um at velja ein įbyrgdarpersón og fari at bišja tey um at senda navniš į viškomandi og e-post adressu inn til Slįiš Ring į heimasķšuni www.sr.fo.

Vit venda so aftur og upplżsa um hvussu sķšan skal brśkast. Mįliš veršur eisini viš į komandi ašalfundi, iš veršur um mišan september.

 

Samstarv viš hini Noršurlondini

Slįiš Ring er limur ķ Nordlek, sum er Noršurlendskur felagsskapur, iš vil virka fyri at halda og fremja fólkadansin ķ Noršurlondum.

Til Havleik 2008 vóru uml. 300 śtlendingar og er taš, nakaš minni enn ķ 2002.

Til Nordlek ķ Stavanger ķ 2000 luttóku uml. 70 śr Fųroyum. Ķ Nęstved ķ 2003 vóru uml. 50. Vit luttóku ikki ķ 2006. Ķ fjųr varš Nordlek hildiš ķ Lahtis ķ Finnlandi og vóru vit uml. 30 luttakarar. Nś ķ juli mįnaša skipar Ķsland fyri Ķsleiki og hava uml. 25 teknaš seg. Sum tit hava lagt til merkis, so er undirtųkan fallandi fyri hesum tiltųkunum. Hvat taš hevur at tķša fyri samstarviš viš Nordlek ella fyri Slįiš Ring, dugi eg ikki at siga, sum er. Men vit eiga at hava hetta ķ huganum, tį vit lķta frameftir.

 

Barna og ungdómsdansurin

Her meti eg, at taš arbeišiš sum felųgini og Slįiš Ring leggja ķ barnadansin, sęst vęl aftur. Til seinastu barnadansistevnuna, iš var į Eiši fyri trimum vikum sķšani vóru uml. 450 luttakarar. 350 bųrn og 100 vaksin.

Ķ vetur skipaši Klaksvķkar Dansifelag fyri tiltakiš fyri ung og fekk taš eisini góša undirtųku śr fleiri stųšum ķ landinum.

Eg meti taš soleišis, at her hava vit višrįk, sum vit eiga at brśka.

Tó vil eg eisini vķsa į, at vit eiga at geva okkum tķš og ikki fara skjótari fram, enn vit ųll kunnu fylgja viš.

Sjįlvur fari eg at takka tykkum ųllum, sum hava veriš viš til barnastevnurnar lķka frį byrjan fyri 7 įrum sķšani og til dagin ķ dag. Og til tykkara, iš hava barnadans: Haldiš į tķ taš lųnar seg. Og til tykkara, iš hava ętlanir um at taka hendan tįttin upp: Hetta loysir seg vęl og glešin viš at vera saman viš bųrnunum ķ dansinum flųvar.

 

Eg skal eisini nevna, at komandi Noršurlendska barnadansistevnan, Barnlek, veršur ķ Skive ķ Danmark frį 13. til 17. juli nęsta įr.

 

Upptųkur til Kringvarpiš

Eg fari her til endans enn einaferš at heita į felųgini um antin einsamųll ella saman viš ųršum, um at fįa gjųrdar upptųkur viš kvęšum og vķsum. At hava nżggjar upptųkur er av alstórum tżdningi fyri menningina av dansinum. Tey ungu og tey, iš ikki kenna til dansin, eiga at kunna sķggja samtķšarfólk ķ dansinum.

 

Nakaš um landsdansistevnuna

Endamįliš viš landsdansistevnuni er sjįlvsagt, at fólk viš somu įhugamįlum kunnu koma saman. Her hittast fólk, heilsast, fįa vinir, skifta orš um mangt og hvat, og oftani fellir prįtiš eisini į dans og kvųšing,  kvęši og vķsur. Slķkar samrųšur eru  sera gevandi. Tś hoyrir hvat onnur fįa butrur śr kvęšum, sum tś eisini kennir og sum tś leggur annaš ķ enn tey. Tey hoyra tķna sųgu og saman skapa tit eina nżggja.

Slķkar samrųšur geva ķblįstur og stymbra, bęši ķ dansinum og ķ gerandisdegnum.

 

Hųvušspunktiš į Landsdansistevnuni er sjįlvur dansurin og hann gleša vit okkum til, eisini ķ kvųld og ķ nįtt.

 

Viš rokkin teir stóšu

- kvęšini kvóšu.

Sųgan varš sųgd

um kęrleik og brųgd

 

Ķ skķming tey sótu

- hendurnar lótu.

Tankarnir reika ķ loftinum vķša

- tey fyri sęr sķggja ķ lķšum teir rķša.

 

 

Vit ķ stórum ljósum dansistovum,

somu kvęši kvųša og somu sųgu siga.

Hvussu berast tey ķ okkar huga

- rķša teir į sżnini ķ skęrum morgunroša.

Višmerkingar

Ongin višmerking er skrivaš enn
Višmerking:*
Navn tygara:*

Gomul tķšindi

Įr
Samskifti
Slįiš Ring
Į Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412
Įlmanakkin
septembur, 2010
2 3 4 5 6 7 1
30 31 1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 1 2 3

 
Tķšindabręv
Navn tygara::
Tķn emailadressa:
Innrita
Brśkari
Loyniorš