20.05.2010 - Nordring

Ung í Norðurlondum koma saman at tosa um fólkadans

Nordring 2010

Hósdagur  1 / 4 – 2010

Vit møttu hinum luttakararunum til Nordring 2010 á bussterminalinum í Reykjavík kl 18. Tey flestu av teimum vóru komin til Ísland hendan dagin. Herfrá koyrdu vit við bussi til eitt skótahús, sum lá við Úlfjótsvatn einar 40 kilometrar uttanfyri Reykjavík.

Á vegum til skótahúsið koyrdu vit fram við Tingvøllum, har vit sóðu okkum um. Kalt var, so vit gjørdu skjótt av, og sótu lítla løtu seinni aftur í bussinum. Kundu kanska havt hugsað okkum at fingið meira at vita um júst hetta staðið. Kanska havt ein staðkendan ferðaleiðara, heldur enn bara fyriskiparin.

Komin til skótahúsið fingu vit kømur, har vit skuldu sova í koyggjusengrum. Dreingir og gentur búðu hvør sær. Pør fingu tó kamar fyri seg sjálvi.

Aftaná nátturan blivu vit boðin vælkomin. Fyriskiparin prátaði nakað um Nordring og so framvegin.

Vit spældu eitt navnaspæl, har øll skuldu sita saman í ringi og klappa í hendur og á bein og sigur “eg eiti xxx” og spyr næstan “hvussu eitur tú?” Tá hetta spælið var av, skuldi hvør luttakari siga eitt sindur um seg sjálvan, um hvussu leingi ein hevði dansað o.s.fr. Hetta var einasta høvið vit høvdu fyri at læra nøvnini á hinum luttakaranum. Vit vóru tó flest øll samd um, at tað hevði verið betri, um vit eisini høvdu havt navnaskilti teir fyrstu dagarnar, tí vit mintust ikki nøvnini á hvørjum øðrum fyrr enn móti endanum. 

Seinni hetta kvøldið tóku nakrir spælimenn síni ljóðføri fram og fóru at spæla, fleiri fóru at dansa, men nøkur, sum høvdu ferðast allan dagin fóru í song.

Fríggjadagur 2 / 4 – 2010.

Morgunin eftur vóru vit tíðliga á fótum, so vit føroyingarnir gingu okkum ein túr áðrenn morgunmaturin var klárur. Kalt var, so vit lótu okkum væl í, men man kann ikki siga annað enn at umhvørvið har við búðu var ómetaliga vakurt.

Aftan á morgunmatin dansaðu vit saman og hvør tjóð skuldi undirvísa í teirra dansum. Hetta gekk fyri seg á tann hátt, at fyriskiparin tók seg aftur og lótu hetta heilt yvir til luttakararnar sjálvar. Hetta var gott fyri luttakarnar, við tað at álitið, sum fyriskiparin vísti okkum, kendist motiverandi bæði fyri undirvísarin og móttakaran. Tað gav okkum kensluna av at hetta var okkara skeið.

Hendan undirvísing gekk fyri seg bæði fyrrapart og seinnapart. Aftan á døgurða skuldu vit føroyingar undirvísa. Vit byrjaðu við vanligum føroyskum dansi og kvóðu Hr Sinklar. Hesa vísuna kendu teir norsku luttakararnir eisini. Fyri at vísa hinum luttakararnum variatiónirnar av føroyskum dansi, dansaðu vit eisini sandoyadans (Sigmundskvæði yngra), bandadans (Torkilsdøtur) og til síðst bleiv riðið Edeling.

Aftaná dagskránnað var “ut i naturen” á skránni. Hendan dagin gingu vit ein túr út í umhvørvinum við húsið har vit búðu. Aftur her kundu vit hugsað okkum at ein ferðaleiðari var við, sum kundi fortalt okkurt um umhvørvið, søgu ella okkurt annað.

Um kvøldið skuldu vit syngja sangir úr hvørjum landi. Hvørt land hevði undan skeiðnum fingið at vita, at vit skuldu velja nakrar sangir hvør. Vit hvødu ikki fingið at vita hvat slag av sangum, og vit høvdu tí valt nakrir alt ov ringar fosturlandssangir, uttan at hugsa um hvør skuldi syngja teir. Tað hevði tí kanska verið gott at vita, at vit skuldu syngja lættar sangir. “Kenna tit Rasmus” var tó ein av sangunum og hann bleiv ógvuliga væl móttikin av serliga finnunum. Aftaná sangin varð aftur dansað og vit dansaðu nakrir av teimum dansunum vit høvdu lært fyrr um dagin.

Leygardagur 3 / 4 – 2010

Leygarmorgun var tíð hjá svenskarum at læra okkum teirra dansir. Teirra spælimaður kom ikki til Íslands fyrr enn fríggjakvøldið. Teir høvdu tí ikki havt møguleikað at læra okkum, tí teir manglaðu tónleik.

Aftan á tann svenska dansin, var sambært skránni, meiningin at vit skuldu læra um páskasiðir úr luttakandi londunum, og henda leygarmorgun vóru tað danir, sum skuld undirhalda við teirra páskasiðum.

Aftaná døgura henda dagin fóru vit útferð. Vit koyrdu fyrst til Kervi, sum er eitt útbrent gosfjall. Vit fingu at vita at íslendska songkvinnan Bjørk hevði haft konsert í hesum útbrenda gosinum.

Hereftir gekk túrurin til Gullfoss. Gullfossur er stórur og sera vakur. Hann er eitt sera vælumtókt ferðamannamál. Aftur her manglaði ein frásøgn av onkrum slag.

Síðani gekk leiðin til Geysir, har fleiri heitar keldur goysa, og her fingu vit høvið at síggja eina av hesum.

Vit endaðu okkara útferð við at fara í ein av teimum mongu heitu uttandura svimjihylinum teir hava í Íslandi. Hitin lá um frostmarkið, so tað ráddi um at vera niðri í tí heita vatninum.

Aftaná náttura fortaldu norsku luttakararnir okkum um páskasiðir í Norra. Tey endaðu hesa frásøgn, við at hava eina spurnarkapping, sum eisini er sera vanligt undirhald í Noregi. Aftan á kappingina spældu spælimennirnir og vit dansaðu. Eisini fingu vit høvið at læra linedans. Tá klokkan nærkaðist midnátt fóru vit í song, men tað vóru fleiri, sum dansaðu víðari.

Sunnudagur 4/4-2010

Tá ið vit komu upp til morgunmat, stóð eitt páskaregg til hvønn, har navni á hvørjum lutakara var fest á við einum lepa. Vit settu okkum har, sum okkara navn var og ótu morgunmat. Hetta var so einasta roynd frá fyriskiparunum at blanda luttakararnar. Hetta var helst eisini gjørt av tí, at vit skuldu diskutera í bólkunum har vit sótu, um tað skuldi tosast skandinaviskt ella enskt til Nordlek og onnur líknandi tiltøk. Niðurstøðan var, at allir bólkarnir vóru samd um at skandinaviskt skuldi verða officiella málið til Nordlek, Barnlek og aðrar stevnur.

Síðani sluppu spælimennirnir úr ymisku londunum at spæla fyri seg sjálvar. Tey fortaldu seinni at tey vildu ynskt at havt henda møguleikan fyrr, so at tey kundu spælt meira saman.

Vit fóru í eitt annað rúm at dansa til tónleikin frá einum bandupptakara. Her skuldu vit læra um munirnar í ymisku dansunum. Til dømis hvussu ymiskir føroyska, norska og íslendska stevi er, hóast tað er ein og sami dansur. Og hvussu polka verður dansa ymiskt í ymisku londunum. Hetta evni við at vit í norðanlondum eru lík men tó ólík, dróg eitt sindur út og var nógv upp í saman. Kendist til endans sum ífylla fyri at fáa skránnað at passa.

So var tað tíð hjá finnum at fortelja um teirra páskasiðir, og aftaná fortaldu vit um páskasiðirnar í Føroyum. Um kvøldið var fínur døgurði við kjøti, eplum og sós. Áðrenn døgura tóku vit eina felagsmynd. Aftaná vóru diplom handa luttakarunum. Her bleiv tikið aftur í aftur evni um munir og líkheitir í norðurlendsku londunum. Vit fingu eisini møguleikan at evaluera skeiðið. Koma við “ris og ros” til fyriskipararnir. Vit fingu at vita at Nordring skuldi vera í Føroyum næstuferð.

Seinni varð aftur dansað til den lyse morgen, av tí at helvtin av luttakararunum skuldu so tíðliga avstað. Næsta morgum pakkaðu vit og fóru heim.

Nordring 2010 var ein sera góð stevna, góður matur, fitt og fyrikomandi fólk.

Staði har vit búðu var isolera frá øllum øðrum, hetta gav okkum høvi til at konsentrera okkum bara um dansin og okkum sjálvi, uttan at nakað annað órógvaði. Ein kundi ikki bara fara og keypa um okkurt manglaði, og helt onkur at tað var ikki heilt gott. Hetta høvdu vit ikki fingið boð um.

Ein køliautomat við vatni og saft stóð í matarhøllini, og kundu vit fáa okkum í tíð og ótíð, hendan automatin fekk rós frá onkrum lutakara.

Onkur helvt at tað vóru summi, sum snorkaðu nakað illa, men hesin trupulleiki kundi loysast við oyraproppum.

Høli vit dansaðu í var eisini matarhølið, og vóru vit noydd til at flyta borð og stólar fyri at kunna dansa. Eisini var høli í minna lagi til teir flestu dansirnar.

Vit vóru so avgjørt elstu luttakararnir. Vit kendu ikki so nógv til hinar dansirnir. Kendu heldur ikki grundtrinini. Hetta hevði verið gott fyri næstu føroysku luttakararnir at duga. Vit royndu at verða við so nógv sum til bar, men um kvøldarnar, tá ið hvør dansaði í sínum lagi, sótu vit ofta bara og hugdu at. Tí halda vit tað hevði verið stuttligari hjá næstu luttakararunum at duga eitt sindur áðrenn.

Vit vilja hervið gjarna takka fyri at vit fingu høvið at verða við og fyri eina góða uppliving.

Vinarliga Katrin Sørensen og Róald Johannesen

Viðmerkingar

Ongin viðmerking er skrivað enn
Viðmerking:*
Navn tygara:*

Gomul tíðindi

Ár
Samskifti
Sláið Ring
Á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@sr.fo
Tlf: +298 210412
Álmanakkin
septembur, 2010
2 3 4 5 6 7 1
30 31 1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 1 2 3

 
Tíðindabræv
Navn tygara::
Tín emailadressa:
Innrita
Brúkari
Loyniorð