Sommerlejren og Nordlek 2018

 

Nordlek og Sommerlejren 2018


Nordlek 2018 verður í Falun í Svøríki í døgunum 10. – 15. juli. Sommerlejren, sum er fyri tey ungu, er frá 7. – 9. juli.

Tankin við hesum er, at fyrst fáa tey ungu høvi at hava sína egnu stevnu, saman við ungdómum frá hinum norðurlondunum, og hava tey áhuga, so kunnu tey eisini verða Nordlekstevnuna, saman við teimum eldru.

Sláið Ring er farið undir at skipa fyri ferð bæði til Sommerlejren og Nordlek.
Ferðalagið til Sommerlejren fer við flúgvara 6. juli, og tey kunnu velja, um tey flúgva heimaftur ella fylgjast við teimum eldru. Vit rokna við, at tey eisini eru við til Nordlek-stevnuna.

Til Nordlek verður farið úr Føroyum við Norrønu fríggjadagin 6. juli og ferðalagið verður aftur í Føroyum mikudagin 18. juli. Vit hava egnan buss við okkum.

Komið verður til Hirtshals leygadagin 7. juli. Vit koyra til Frederikshavn og sigla til Gøteborg, har gist verður og vit fáa ein rundtúr í býnum. Sunnumorgunin 8. verður koyrt til Trollhættan og víðari til Ørrebro, har vit gista. Ørebro er býur við uml. 100.000 íbúgvum. Mánamorgunin 9., eftir at vit hava verið ein túr í hesum áhugaverda býi, koyra vit til Falun.

Týsdagin 10. juli byrjar sjálvt Nordlek, og endar tað fyrrapartin sunnudagin 15., tá vit venda ferðini heimaftur.

Vit koyra til Oslo, har vit gista og fara ein rundtúr í býnum. Mánamorgunin 16. koyra vit til Kristiansand og taka ferjuna til Hirtshals. Umborð hava vit biðið um pláss á Buffet Navigator, har tað er All Inclusive. Eitt framúr upplivilsi.

Vegna stóra fótbóltstevnu í Hjørring, eru øll gistingarhús har um vegir upptikin, men vit hava fingið góða gisting í Frederikshavn. Túrurin millum Hirtshals og Frederikshavn er 45 km, og tað tekur uml. 40 min. at koyra.

Prísurin fyri ferðina liggur um. Kr. 10.900,- fyri hesar 12 dagarnar. Her er alt við uttan møgulig útferð á stevnuni, tí tað programmið er ikki tøkt enn.

Áhugaði kunnu venda sær til Ólavur Lydersen tlf. 295118 ella teldupost: olavur@elektron.fo

Vit fara við egnum bussi og hava sett luttakaratalið til mest 40 luttakarar.

Tað hevði verið gott, um áhugaði søgdu frá sum skjótast. Endaliga tilmeldingin er sett til 09.01.2018.





«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412