Upp á stovugólv í Funningi

 

“Upp á stovugólv” í Funningi 27. januar 2018.

18. februar í fjør upplivdu vit fyrstu fer tiltakið “upp á stovugólv” í Dali. Tað riggaði sera væl. Nýggjasta limafelagið í Sláið Ring Ung í  dansi skipaði eisini fyri hesaferð. Havi bíðað spent eftir, hvar “upp á stovugólv”  fór at vera í ár. Aftur hesa ferð valdu tey eina bygd, har føroyskur dansur hoyrdi til í uppvøkstrinum hjá teimum fólkum, sum nú eru komin nakað upp í árini. Tað sæst týðiliga, at tey hava dansin og stevið  í kroppinum.

Ólavur Syderbø, sum er formaður hjá Ung í dansi, var nakrar dagar frammanundan í útvarpinum og greiddi frá tiltakinum. Hugskotið at fara inn í heimið hjá fólki eigur Hallur Syderbø.

Elsa Funding, Sámal P. Petersen og Jógvan Højsted – øll uppvaksin í Funningi - bjóðaðu okkum inn, og søgdu frá einum kvæði í part. Tey nevndu øll Poul Eide, sum var kvæðakempa. Hann var úr Havn, men kom til mostir sína Mariu Eide í Funningi at vaksa upp, tí mamma hansara doyði. Hann livdi frá 1923-70. Á baksíðuni á kvæðabókini “Stígum fast” stendur, at hann í bestu árum mátti lúta fyri tí ómilda líggjamanninum. Martin Tórgarð, sum nú er gamal maður, er beiggi hansara. Eg haldi, at eg havi onki vakrari hoyrt kvøðið á gólvi enn “Hafburd konge og Sivard konge”, hjá Martini. Tað má vera tað nærmasta , man kemur einglasongi.

Tiltakið varð skipað upp á sama máta sum í Dali í fjør. Fólk meldaðu seg til húsagongdina og so var almennur dansur aftaná. Tey uml. 50 fólkini, sum høvdu meldað seg til húsagongdina, blivu býtt í tríggjar bólkar, sum so gingu millum húsini. Tvey ára gamla Bjørg var yngst í okkara bólki. Uml. 30 fólk komu afturat til almenna dansin í skúlanum, sum nýliga er gjørdur í stand.

Eg haldi, at tey trý – Elsa, Sámal Petur og Jógvan – vóru sera glað fyri, at “upp á stovugólv” var komið til Funnings. Tað var sum um “stórheitstíðin” hjá dansinum, sum tey minnast, var komin aftur í bygdina. Tey vóru so hjartaliga blíð.

Vit fóru fyrst inn til Elsu, sum nú býr í barnaheiminum hjá pápa sínum. Hon flutti aftur til heimbygdina í 2012, tá hon gavst sum prestur. Tá hevði ongin búð í húsunum uml. 50 ár. Tað er nakað heilt serligt at koma inn í hesi gomlu húsini – tey eru full av sál. Elsa hevði valt at fortelja um Ólav Riddararós. Smílandi segði hon, at hon – tá hon var barn – helt, at álvar vóru eitt slag av fínum huldufólki og at hon var í øðini inn á Ólav, tí hann ikki aktaði mammu sína. Hann kundi bara havt gjørt, sum mamma hansara segði, so hevði tað ikki endað so syndarliga.

So fóru vit at lurta eftir Jógvani Højsted, sum segði frá um Aksels vísu ella “ de legte guldtalv ved breden bord”, sum er 200 ørindir og longsta vísa í danske kæmpe og folkeviser. Havi ofta hoyrt tikið til at “det er ikke sådan med fruer at danse.” Tað kemur úr hesari vísuni , tað visti eg ikki áðrenn. Jógvan segði ikki frá inni hjá sær sjálvum, men í Ølvustovu, sum er seinasta roykstovan í Funningi. Hon var um at detta niður, men er við hjálp frá Runavíkar kommunu og sjálvbodnari arbeiðsmegi gjørd aftur í stand. Har hava fleiri hús staðið á somu grund – tað elsta kanska frá landnámi.

So komu vit inn til Sámal í Hoygarðinum. Hann er góður frásøgumaður og hevði valt kvæðið Jómsvíkingar at fortelja um. Tá útlendsk dansifeløg hava vitja okkum í Eysturoyar dansifelag hava vit vitja í Funningi og við Gjógv. Tá hevur Sámal staðið við lestrarfjølina í kirkjuni í Funningi og fortalt um kirkjusiðir, m.a. tá fólk kom til gongu frá Gjógv til Funnings í kirkju. Hendan dagin segði hann, at tá dansistovan í Funningi var í gerð, máttu tey spæla sjónleik fyri at fáa pening til at gera hana lidna innan. Tey spældu “Jeppe á fjallinum” og tað kostaði tvær krónur fyri vaksin at sleppa inn.

Tá húsagongdin var liðug, fingu vit góða ræsta súpan í skúlanum. Smurt breyð og ein køkubiti fekst eisini afturvið einum drekkamunni. Vit dansaðu uppi á loftinum. Stuttligt at uppliva, at fleiri ung eru farin at skipa ordilig kvæðir. Eg gleði meg til næsta ár.

Kathrina, Eysturoyar dansifelag.





«2018»Í dag«Sep»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412