Upp á stovugólv

 

Upp á stovugólv 2018

 

Aftur í ár fara vit: Ung í dansi, at skipa fyri Upp á stovugólv, sum verður tann 27 jan. Hesaferð verða vit í Funningi og vertirnir eru
Elsa Funding, Jógvan Højsted og Sámal Petersen.

 

Tiltakið fer at ganga nakað soleiðis fyri seg:

1.     Fólk koma til Funnings, har tey verða býtt upp í trýggjar bólkar.

2.     Hesir bólkar fara so í hvørt sítt hús, har ið ein vertur er í hvørjum húsi. Vertirnir greiða frá einum kvæði, vísu ella tátti, sum tey hava valt og aftaná verður hettar (ella eitt brot) kvøðið í húsinum. Síðan ’rotera’ bólkanir.

3.     Tað verður 1 tími í hvørjum húsi.

 

Byrjað verður kl 18. og húsavitjanirnar enda kl 21. Síðan verður okkurt at eta/drekka niðri í skúlanum og eisini verður skipað fyri almennum føroyskum dansi kl. 22.

 

Tað er avmarkað pláss í húsunum, so tað er max 75 fólk sum sleppa til húsavitjanirnar. Tí verður neyðugt við tilmelding.
Hetta verður gjørt við at ringja ella skriva til ein av hesum:

 

Sandra Bjarnaskor 253308 / Bjarnaskorsimonsen@gmail.com

Ólavur Syderbø 271724  / olavursyd91@gmail.com

 

Til tann almenna føroyska dansin, ið verður í skúlanum aftaná, eru øll hjartaliga vælkomin.

Kostnaður fyri Upp á stovugólv og almenna dansin er kr. 150.
Tey, ið bert koma til almenna dansin, gjalda kr. 50.
Suppa er við í prísinum,





«2018»Í dag«Feb»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28        
M T M H F L S
Komandi tiltøk
Filmsklipp:
Klikk videoVilmunds kvæði


Samskifti

Sláið Ring
á Teigi 7
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: sr@sr.fo
Tlf: +298 210412
fartlf: +298 210412