Aðalfundurin 2020


Lýsing av tiltaki

  • Dagfesting:

Við hesum verður boðað frá, at aðalfundurin hjá Sláið Ring verður leygardagin 12. septembur 2020 kl. 12:00.

Aðalfundurin verður í U407 á 4. hædd í Sjóvinnuhúsinum, Vestara bryggja, Tórshavn.

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og harumframt hava feløgini havt møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava viðgjørd.

Mál frá feløgum

Mál, ið feløg vilja hava til viðgerðar á aðalfundinum skuldu vera nevndini í hendi í seinasta lagi leygardagin 29. august 2020. Tvey mál eru innkomin.

Skrá

  1. Val av orðstýrara og fundarskrivara.
  2. Ársfrágreiðing.
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
  4. Viðgerð av innkomnum málum.
    1. Ávirkan av korona á virksemið í Sláið Ring, í limafeløgum og viðv. føroyska dansinum annars
    2. At dansa fyri turistum v.m.
  5. Ásetan av limagjaldi fyri komandi árið.
  6. Val av nevnd og tiltakslimum.
  7. Val av grannskoðara.
  8. Ymiskt.
Loading… Loading…
Onnur tiltøk