Regin Eikhólm (f. 1946). Yrkt í 2012.
Brúðarvísan “Agape og Eros” vann aðru virðisløn í brúðarvísukappingini, sum Sláið Ring skipaði fyri í 2012.
Agape: bíbilskur næstakærleiki.
Eros: romantiskur og erotiskur kærleiki.
Tilverustevna: eksistentialisma.
Lag: Flóvin Bænadiktson.
- Gevið ljóð og lýðið á
øll her í brúdleyps róma,
meðan frøði greiðir frá
um giftarmál og sóma.Niðurlag:
Lat okkum frøast, dansa og kvøða
á hesum degi. - Kærleiksandan Guð oss gav,
og Adam og Evu hann skapti,
saman at sigla lívsins hav
tá Amor’s pílur tey rakti. - Maður og kvinna loyndarfult
í kærleika søkja saman.
Hvat og hví er fyri oss dult
tó ikki ástarleiks gaman. - Skriftin greiðir okkum frá
um giftarmál í forum,
hvussu tey komu saman tá
ei nokk var við nýtum orðum. - Gudagivin ættarbond
vístu leið í hjúnalagið.
Leitað varð enntá til onnur lond
at finna tað rætta slagið. - Kend er tann gamla biðlaferð,
sum Ábraham legði til rættis.
Tryggja hann vildi sína ætt í gerð,
so alt kom væl til sættis. - Sveinurin heintaði brúður heim
Rebekka nevnd at navni.
Hon førdi við sær gleði og gleim
og untist í Ísaksa favni. - Ungfólkið onga avgerð tók,
um hvør var sámi at fáa.
Víst varð til gomlu halgubók,
at manni er givið at ráða. - Henda siðvenja fjaraði burt,
og nýkomin tilverustevna
loysti úr hafti ta kærleiks urt,
ið áður ei loyvd var at nevna. - Fræls vit nú knýta kærleiksbond
sum nýgifta brúðarparið.
Agape og Eros hond í hond
tit av teimum báðum læri. - Maður og kvinna, sum vit fagna her,
í dag hava lyftið givið,
at elska og æra í orð og gerð
til annað í mold verður grivið. - Brúdleyp og hábærsligt veitsluborð
frá fyrndini hoyra saman.
Har álvara, skemt og fyndarorð
kveikja parið við gleði og gaman. - Við brúdleypsborðið er lagið gott
vær syngjum og røður frambera.
Kánans vínið hevur gleðismátt,
sum veitslukát øll kann gera. - Hjúnabandið er kærleikans borg,
har komandi ætt vit uppala,
bæði at tola gleði og sorg
og við í lívinum spæla. - Ástarbandið má ansast væl
sum rósan og liljan væna.
Hjartarúmið tað fløva skal,
tú kanst ei frá øðrum tað læna. - Eisini er mong søgan søgd
um javnrætt í hjúnabandi.
Fegin vit takka og eru væl nøgd,
at nú ræður javnstøðu andi. - Hvør, sum velur hjúnalag,
má kærleikan til sín taka.
Hugsa og leggja alla orku í tað
at elska og æra sín maka. - Kærleiksboðið er lívsins salt,
ið hjún hvørt øðrum bjóða.
Latið tað tí ganga fram um alt,
so verður alt við tað góða. - Latið øll góðynski ljóða her
um trivna í hjúnalagi.
Eydnan tykkum fylgi í hvørjari gerð,
og Harrin signi tykkum bæði.