Brúðarvísa
Lag: Fípan Fagra (Há trummar í høll)
- Lat okkum taka saman
og út á gólvið stíga,
til at heiðra brúðarparið,
sum nú læt seg víga. Niðurlag:
Komið nú øll –
fólk frá nær og fjar,
Upp á gólv at heiðra hetta brúðarpar! - Sum siður er í Føroyum
ein slíkan brúdleypsdag,
trína vit í brúðardans
í góðum veitslulag. - Her veitslugestir røða,
her eru øll so glað.
Nú vit vilja kvøða
um tykkar hjúnalag. - At leggja ástir saman
frá ungun árum av,
tað er okkar náttúra,
sum Skaparin oss gav. - Í parlagi so nýggjum
øll flúgva móti ský
á ljósareyðum skýggjum
– har sveima eina tíð. - Sum tíðin undan gongur,
alt fellur meir til ró.
Bæði kennast betur
og gerast meir enn góð. - Tá leitar fram tann dreymur,
sum ikki nýtist orð:
tað at seta føtur
undir egið borð! - So hugaligt er altíð
at rigga reiðrið til,
hugna um og fríðka,
tá bæði draga til. - So gott at ganga saman
trúlovaði og glað.
Eggjar ástarglæman
tó inn í hjúnalag. - Tá kærleikin hann ræður,
er hjúnarlagið rætt.
Í kærleika at semjast
tað mangan kennist lætt. - At verja hjúnalagið
og liva tað so reint,
mugu tit nú bæði –
og halda tí á beint. - Um mótburður vil herja,
og alt gerst tungt og grátt,
tá tit mugu verja
um hjúnalagið gott. - Í álvara og gaman,
tit livi nú sum eitt,
so fær ástarglæman
allar fløkjur greitt. - Tað at vera maki,
og tað at vera par,
tað skal geva rúm til
at svara hvør í sær. - Tað at vera maki,
og tað at vera par,
er at fáa kærleika
og geva hann frá sær. - Við álit á hvønn annan
øll hjún seg føla best.
Tað má galda bæði
og vera treytaleyst! - Við tolsemi og virðing
ein maki byggir brýr,
dregur fram tað besta,
hann følir í sær býr. - Um tvístøða fær valdið,
og øðin ráða skal:
leitið hjálp hjá øðrum,
sum skilja tykkum væl. - Tað, maður ikki megnar,
og kvinna heldur ei,
tað kann Guð í himlinum
venda rætta leið. - Tann sanni Guð í himli
á øllum hevur ráð.
Hann vil tykkum hjálpa,
tá tit hann heita á. - Tá løtur kennast svárar,
og angist um seg ger,
tá er gott at vita,
at Guð hin sami er. - Vit tykkum báðum ynskja,
at eydnan fylgja skal,
og at hjúnal
agiðhjá tykkum gongur væl. - Við vón um alt tað besta
og Harrans ríka frið,
ynskja vit nú báðum
og hjúnalagnum við. - Nú brúðarvísan endar –
í góðum veitslulag
ynskja vit “tillukku”
við degnum her í dag!
Eyðun Eliasen