Adam og Eva

Yrkjari: Jónleif Johannesen
Lag: Halt út halt út á hav

 

  1. Nú stíðið fram á gólv,
    við gleðisrómi syngi,
    her maður kona góð
    hvønn annan hava fingið.

    Niðurlag: 

    Virði tað, sum sigra kann, 
    trúgv, vón og kærleikan.
  2. Eg greiða vil í frá,
    teim, heimsins fyrsta pari.
    Tey livdu gott og væl,
    í Edens fagra garði.
  3. Ta føgru, fyrstu stund,
    í friði mundu liva,
    men ormur gav ei grið,
    í Halgubók er skrivað.
  4. “Tú vakra góða sprund,
    ei Harran tú skalt líða,
    men smakka hesa frukt,
    so kunnskap tú kanst týða”.
  5. Av kunnskaparins træ,
    spent kvinna, maður ótu,
    tá opnast teirra sjón,
    í fikubløð seg lótu.
  6. Nú Harrin vreiður var,
    og svikin boð Hann gevur
    við sveitta et tað breyð
    úr moldum tú hart grevur.
  7. Tú kvinna skuffar meg,
    eg vil tær ikki náða.
    Við pínu eig tey børn
    á foldum tú skalt fáa.
  8. Hann rak tey síðan út,
    tað máttu tey ásanna.
    Tey áttu fyrstu synd,
    ið gjørd varð millum manna.
  9. Tey livdu nøkur ár,
    góð hirdu kærleiksloga,
    væl kærleikin bar frukt
    tveir dreingir mundu fáa.
  10. Teir vuksu síðan upp,
    so skjótt og ikki leingi,
    tey gleddust bæði tvey
    um hesar røsku dreingir.
  11. Tað hegnið Ábels var,
    at røkta lomb og smalur.
    Væl Káin dyrkar jørð,
    so albeittur gerst dalur.
  12. Tað fastur sigur var,
    tá offurdagar vóru.
    Teir bóru fram for Guð
    tær altargávur stóru.
  13. Men Gud er Gud og hann,
    for okkum mangt vil dylja.
    og millum gávurnar,
    Hann greidligt mundi skilja.
  14. Slíkt Káin tók sær nær,
    og øvund valdi eigur.
    Sín bróður herjar á,
    Sárt blindaður og vreiður.
  15. Teir siftust hart og skart,
    men hvørgin annan fellir,
    nú Ábel snávar á
    Í hellu nakkin smellir.
  16. Her Ábel lat sítt lív,
    hans kinnar gjørdust bleikar.
    Tá Káin burt í lond,
    við tungum sinni reikar.
  17. Nú Káin fór til Nod,
    tey Ábel íniður gróvu.
    So tung var henda stund
    for hjún á foldum stóðu.
  18. Hvør kann nú lætta sorg,
    hvør kann nú lætta byrðu,
    Hvør kann nú taka tað,
    tey læsta makan fyri.
  19. Jú, Harrin bjarga kann,
    um vit Hann lata ráða.
    Hann kærleiksfræ í barm,
    so hegnisligt kann sáða.
  20. Tey, heimsins fyrsta par,
    í bøn til Harran gingu.
    har funnu kærleikan
    og Set í løn tey fingu.
  21. Tey fingu fleiri børn,
    í Halgubók er skrivað,
    í fleiri hundrað ár,
    glað saman mundu liva.
  22. Hann hjálpti teimum tá,
    Hann hjálpir enn á døgum,
    Hann er okkum hjá
    í lívsins lagnu støðum.
Undirmenu