Um okkum

Nevndin
Gunnar Restorff, Dansifelagið í Havn, formaður.
Hendrik Egholm, Leikum Fagurt, næstformanni og kassameistara.
Eydna í Homrum, Norðstreymoyar dansifelag, skrivari.

Samband
Sláið Ring
v/ Gunnari Restorff
Tórsbyrgi 2
100 Tórshavn
T–postur: sr@sr.fo
Tlf. 292563

Nakað frá stovnanini av Sláið Ring
Í fyrstu gerðabók felagsins stendur m.a. at lesa …
Hin 8. apríl 1978, kl. 20.00, hevði Sumbiar Dansifelag bjóðað hinum dansifeløgunum í Føroyum til fundar í Havn, við tí endamáli, at stovna landsfelag fyri øll dansifeløgini í Føroyum.Hin 27. mai 1978, kl. 20.00, varð stovnandi aðalfundur hildin í fyrilestrarhøll Fróðskaparsetursins. Øll tey einstøku feløgini vóru umboðað. Samtykt varð at navn felagsins skuldi vera: Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama.

Tann 25. november 1978 kl. 20.00, helt nývalda nevndin sín fyrsta fund.
Møttir vóru:
Jógvan A. Johannesen, Dalur – Stígum Fast
Christoffur Joensen, Vági – Jómsvíkingar
Jákup Olsen – Suðuroyar norðara helvt
Tórstein Niclasen, Miðvági – Vága Dansifelag
Janus Egholm – Norðstreymoyar Dansifelag
J. Hendrik Joensen – Sumbiar Dansifelag
Høgni Mohr – Dansifelagið í Havn

Í dag eru limafeløgini í Sláið Ring 16 í tali. Limatalið liggur um 1.600.
Heimstaður felagsins er har, tann til eina og hvørja tíð sitandi formaður hevur
bústað.

Hvør kann gerast limur í Sláið Ring
Samb. lógum felagsins kunnu øll dansifeløg fyri føroyskum dansi heimahoyrandi í Føroyum gerast limir. Feløg fyri føroyskum fyri føroyskum dansi uttanlendis kunnu gerast limir undir ávísum treytum.

Viðtøkur
Niðanfyri eru lógirnar fyri Sláið Ring:

Undirmenu