Egil Bakka 1977: føroysk dansispøl • føroyskur dansur

Í 1977 var norski professarin Egil Bakka í Føroyum og gjørdi filmsupptøkur av føroyskum dansispølum og føroysum dansi í samstarvi við Mortan Nolsøe, Eyðun Andreassen, Paula Nielsen, Árna Hansen og Herluf Berthelsen. Teir ferðaðust kring oyggjarnar og filmaðu í 7 støðum: í Havn, heima á Sandi, í Klaksvík, í Sumba, við Gøtugjógv, á Velbastað og í Nólsoy. Burtur úr hesum eru komnar einir 3 tímar og eini 50 brot av upptøkum av føroyskum dansispølum og føroyskum dansi.

Sláið Ring hevur fingið talgildað hesar upptøkur og hevur gjørt 8 sendingar burtur hesum, har tosað verður við fólk, ið hava verið virkin í dansiumhvørvinum, har tikið varð upp. Sendingarnar í sendirøðini Egil Bakka 1977: føroysk dansispøl • føroyskur dansur hava heitini:

Sláið Ring hevur framleitt sendingarnar, og tær verða frumsýndar í teimum støðum, har upptøkurnar av fyrstan tíð vórðu gjørdar. Síðani verða tær sýndar í Kringvarpi Føroya og so verða tær lagdar út her á síðuni saman við ymsum øðrum tilfari frá 1977.

Undirmenu