Sumbiar dansifelag 5:8

Sumbiar dansifelag 5:8 úr røðini »Egil Bakka 1977: føroysk dansispøl • føroyskur dansur«

Í fimta parti í røðini »Egil Bakka 1977: føroysk dansispøl • føroyskur dansur«, ið hevur heitið »Sumbiar dansifelag«, síggja vit filmsupptøkur við Sumbiar dansifelagi, ið vórðu upptiknar í dansistovuni í Sumba í 1977, og vit hoyra frágreiðingar frá Eli Poulsen, Albert Djurhuus, Egil Bakka, Paula Nielsen og Árna Hansen.

Við á upptøkunum úr Sumba í 1977 eru m.a. Betty Poulsen, Gunnar Poulsen (í Myllugarðinum), Anna Poulsen, Páll Poulsen, Marita Brynhildardóttir, Tormóður Stenberg, Harda Nielsen, Daniel Jacob Nielsen, Mimmy Kjærbo, Poul Johannes Poulsen, Jenny Poulsen, Frits Poulsen, Maria Kjærbæk, Fróði Kjærbo, Poul Poulsen, Jensa Poulsen, Hargin Joensen, Marianna Joensen, Randi Poulsen, Jørmund Stenberg, Petrea Stenberg, Gunnar Poulsen, Eimy Poulsen, Jóhan Hendrik Joensen, Jóna Joensen, Ella Joensen, Elnar Thomsen, Borglyn Nielsen, Annelena Vest, Daniel Jacob Danielsen, Irena Poulsen, Arne Danielsen, Amanda Thomsen, Andreas Danielsen, Sonja Midjord, Petur Midjord, Marin Sofía Thomsen og Eli Poulsen. Hetta eru tey, sum eru við í Jallgríms kvæði, men onnur eru eisini við í øðrum dansi, serliga í barnadansinum.

Tá sendingin hevur verið víst í KvF, verður hon løgd út her. Eisini verða allir dansirnir og allar samrøðurnar frá 1977 løgd út her einsæris.

Í Sumba vórðu hesar upptøkur gjørdar av dansi og dansispølum:

  • Bandadansur, Mallebro.
  • Gamla keta, Kærlighed med et frit mod, tvær ymsar upptøkur við vaksnum, har Bjarni Vestergaard skipar á aðrari
  • Sandoyardansur, Ribolt er en grevesøn, Albert Djurhuus skipar.
  • Jallgríms kvæði, føroyskur dansur, Gunnar Poulsen (í Myllugarðinum) skipar.
  • Jallgríms kvæði (bert ljóð), føroyskur dansur, Gunnar Poulsen (í Myllugarðinum) skipar, longri brot enn filmsbrotið.
  • Hábarðs vísa (3. táttur úr Hábarðs kvæði), føroyskur dansur, Eli Poulsen skipar.
  • Gamla keta (børn), Kærlighed med et frit mod.
  • Sandoyardansur (børn), Ribolt er en grevesøn.
  • Ormurin langi (børn), føroyskur dansur, Jan Poulsen skipar.
  • Huldugentan (børn), føroyskur dansur.

Sendingin »Sumbiar dansifelag«, 5. partur í røðini »Egil Bakka 1977: føroysk dansispøl • føroyskur dansur«

Einstøku dansispølini og samrøðurnar frá 1977

Undirmenu