Ruthsvísa

Yrkjari: Jónleif Johannesen

  1. Gevið ljóð og lýðið á
    Tað eg úr Halgubók sigi frá.

    Niðurlag:
    Alt meðan lindin hon stendur væl,
    tað stendur ein lind í mín faðirsgarð,
    hon er sær í rósum væl,
    alt meðan lindin hon stendur væl.

  2. Nomi giftist í onnur lond
    synir har knýttu kærleiksbond.
  3. Harrin hann lagaði lagnuna so
    manni og synum sendi boð.
  4. Teir grivnir vóðu í døkka mold,
    so syrgnar einkjur stóðu á fold.
  5. Nomi pakkar eigi sítt
    Eg fari aftur til heimland mítt.
  6. Stillan Ruth pakkar við hennara lið
    har tín leið gongur, eg fylgi við.
  7. Tungt var at liva sum einkja á fold
    og ei eiga annað enn egið hold.
  8. Bóas bóndi átti gull og fæ
    har til eitt hjarta á røttum stað.
  9. Hann sá tey fátæku svong og móð.
    Hann átti føði í yvirflóð.
  10. Bóas til fólk sítt sigur so:
    “Tit hoyri og lýðið míni boð”.
  11. Í morgin tá tit akurin skera,
    mikið skal har eftir vera.
  12. Í morgin tá akurin savnast skal
    tit savni saman, men leivi væl.
  13. Tit bundini bindi, men ei ruddi bø
    Tit níggju binda og eitt verður sløð.
  14. Um kvøldið Ruth í bøin fór
    hon sankar saman og byrðan gerst stór.
  15. Bóas hann møtir henni á leið.
    hon fall til jarðar for honum neig.
  16. Statt upp kæra kvinna og svara mær.
    er nakar maður ætlaður tær?
  17. Eg hevði ein mann, sum Harrin tók sær.
    síðan eingin er ætlaður mær.
  18. Hjarta mítt leikar, sum toran slær.
    Tað sigur greitt, tú ert ætlað mær.
  19. Ruth hugdi í hansara eygu fríð
    tey vístu, at sálin var rein og blíð.
  20. Bønliga Ruth eg tali til tín
    Vil tú verða kona mín.
  21. Ja, svarar Ruth, so fegin eg vil
    sum kona hoyra hús títt til.
  22. Kvøldið legðist um slignan hól
    Tey fevndust í roða av setandi sól.
  23. Úr teirra kærleika spretti hann
    sum sigur yvir syndum vann.
  24. Kærleikin gongur sína leið,
    Ein løtan fløkt ein onnur greið
  25. Rík og fátæk har ganga í lag.
    Um aldur ei hann spyr um tað.
  26. Megi størstu hann byggir á
    Heldur tá alt fellur frá.
Undirmenu