Agape og Eros

Regin Eikhólm (f. 1946). Yrkt í 2012.
Brúðarvísan “Agape og Eros” vann aðru virðisløn í brúðarvísukappingini, sum Sláið Ring skipaði fyri í 2012.
Agape: bíbilskur næstakærleiki.
Eros: romantiskur og erotiskur kærleiki.
Tilverustevna: eksistentialisma.
Lag: Flóvin Bænadiktson.

 

  1. Gevið ljóð og lýðið á
    øll her í brúdleyps róma,
    meðan frøði greiðir frá
    um giftarmál og sóma.Niðurlag:
    Lat okkum frøast, dansa og  kvøða
    á hesum degi.
  2. Kærleiksandan Guð oss gav,
    og Adam og Evu hann skapti,
    saman at sigla lívsins hav
    tá Amor’s pílur tey rakti.
  3. Maður og kvinna loyndarfult
    í kærleika søkja saman.
    Hvat og hví er fyri oss dult
    tó ikki ástarleiks gaman.
  4. Skriftin greiðir okkum frá
    um giftarmál í forum,
    hvussu tey komu saman tá
    ei nokk var við nýtum orðum.
  5. Gudagivin ættarbond
    vístu leið í hjúnalagið.
    Leitað varð enntá til onnur lond
    at finna tað rætta slagið.
  6. Kend er tann gamla biðlaferð,
    sum Ábraham legði til rættis.
    Tryggja hann vildi sína ætt í gerð,
    so alt kom væl til sættis.
  7. Sveinurin heintaði brúður heim
    Rebekka nevnd at navni.
    Hon førdi við sær gleði og gleim
    og untist í Ísaksa favni.
  8. Ungfólkið onga avgerð tók,
    um hvør var sámi at fáa.
    Víst varð til gomlu halgubók,
    at manni er givið at ráða.
  9. Henda siðvenja fjaraði burt,
    og nýkomin tilverustevna
    loysti úr hafti ta kærleiks urt,
    ið áður ei loyvd var at nevna.
  10. Fræls vit nú knýta kærleiksbond
    sum nýgifta brúðarparið.
    Agape og Eros hond í hond
    tit av teimum báðum læri.
  11. Maður og kvinna, sum vit fagna her,
    í dag hava lyftið givið,
    at elska og æra í orð og gerð
    til annað í mold verður grivið.
  12. Brúdleyp og hábærsligt veitsluborð
    frá fyrndini hoyra saman.
    Har álvara, skemt og fyndarorð
    kveikja parið við gleði og  gaman.
  13. Við brúdleypsborðið er lagið gott
    vær syngjum og røður frambera.
    Kánans vínið hevur gleðismátt,
    sum veitslukát øll kann gera.
  14. Hjúnabandið er kærleikans borg,
    har komandi ætt vit uppala,
    bæði at tola gleði og sorg
    og við í lívinum spæla.
  15. Ástarbandið má ansast væl
    sum rósan og liljan væna.
    Hjartarúmið tað fløva skal,
    tú kanst ei frá øðrum tað læna.
  16. Eisini er mong søgan søgd
    um javnrætt í hjúnabandi.
    Fegin vit takka og eru væl nøgd,
    at nú ræður javnstøðu andi.
  17. Hvør, sum velur hjúnalag,
    má kærleikan til sín taka.
    Hugsa og leggja alla orku í tað
    at elska og æra sín maka.
  18. Kærleiksboðið er lívsins salt,
    ið hjún hvørt øðrum bjóða.
    Latið tað tí ganga fram um alt,
    so verður alt við tað góða.
  19. Latið øll góðynski ljóða her
    um trivna í hjúnalagi.
    Eydnan tykkum fylgi í hvørjari gerð,
    og Harrin signi tykkum bæði.
Undirmenu