Dansifelagið í Havn 2:8

Dansifelagið í Havn 2:8 úr røðini »Egil Bakka 1977: føroysk dansispøl • føroyskur dansur«

Í øðrum parti í røðini »Egil Bakka 1977: føroysk dansispøl • føroyskur dansur«, ið hevur heitið »Dansifelagið í Havn«, síggja vit filmsupptøkur við Dansifelagnum í Havn, ið vórðu upptiknar í Havnar klubba í 1977, og vit hoyra frágreiðingar frá Andreu Árting og Gunnar Mikkelsen um dans í Havn fyrr umframt eina nýggjari samrøðu við Johild og Wentzel Kamban, ið siga frá um føroyskan dans og dansispøl tá tey vóru ung og um Dansifelagið í Havn.

Við á upptøkunum í Havn vóru: Eivind og Helfred Christiansen, Poul og Sonja Danielsen, Leivur og Ásvør Danielsen, Leivur Trónd Hansen og Bergliot Petursdóttir, Kartni og Dagmar Winther, Kristoffur og Agnas Kristoffersen, Martin og Signhild Tórgarð, Sigmund og Ingibjørg í Hoyvík, Høgni og Anna Bertha Mohr, Kim og Anna Hanusson, Jens Nielsen og Magna í Stórustovu, Magnus í Hoyvík og Elisabeth Olsen, Mourits og Edelborg Rubeksen, Wentzel og Johild Kamban.

Niðanfyri eru myndir frá venjingini til upptøkurnar, og tá sendingin hevur verið víst í KvF, verður hon løgd út her. Eisini verða allir dansirnir og allar samrøðurnar frá 1977 løgd út her einsæris.

Sendingin verður løgd her, tá hon er send í KvF

Í Havn vóru seks upptøkur gjørdar av fýra dansispølum:

  • Dansa innaní, Hørpu ríma, Martin Tórgarð skipar (tvær upptøkur).
  • Bandadansur, Torkils døtur, Martin Tórgarð skipar (tvær upptøkur).
  • Sandoyardansur, Flóvin Bænadiktsson, Høgni Mohr skipar.
  • Ríða ediling.
Hvørt dansispæl úr Havn verður lagt niðanfyri einsæris umframt samrøðurnar við Andreu Árting og Gunnar Mikkelsen, tá sendingin er send í KvF.

Sendingin »Dansifelagið í Havn«, 2. partur í røðini »Egil Bakka 1977: føroysk dansispøl • føroyskur dansur«

Einstøku dansispølini og samrøðurnar frá 1977

Undirmenu