Útferðir (FO)

Fríggjadagurin 15. juli 2022 hava stevnuluttakararnir møguleika at keypa 1) útferðir, 2) luttøku á verkstovu í føroyskum dansi, 3) luttøku í fyrilestrum, og/ella 4) luttøku í Føroyakvøldi. Útferðirnar, verkstovan, fyrilestrarnir og føroyskt mentanarkvøld verða keypt og bíløgd í samband við tilmeldingina. Niðanfyri sæst, hvørjar útferðir eru at velja ímillum. Ynskir eitt ferðalag eina útferð áðrenn stevnan byrjar, kunnu tey t.d. seta seg í samband við Mouritsen’s Bussar, tlf. +298 322121, teldupost: mb@mb.fo.

Bygdatúrur í Eysturoynni, 4½ tími, kr. 520

Vit fara úr Havnini og koyra gjøgnum nýggja undirsjóvartunnilin millum Streymoy og Eysturoy. Hesin 11 km langi tunnilin hevur eina vakurt prýdda rundkoyring undir havbotninum. Fyrsta vitjanin er í einum seyðahúsi, har bóndin fer at siga frá um seyðahald, og tú sleppur heilt nær at síggja seyðin. Tú fært eisini eina smakkroynd av turrum føroyskum kjøti og okkurt leskiligt við rabarbum frá staðnum, vit vitja. Aftaná vitjanina sleppur tú at síggja, hvussu ullin verður brúkt á føroyska virkinum Navia, ið framleiðir klæði úr ull og sameinir nútíðar sniðgeving við aldargamlar skikkir og siðir, og gevur hetta hvørjum einstøkum klædnaplaggi sítt egna sereyðkenni av bestu góðsku. Úrslitið er uttan maka, bæði sum plagg av bestu góðsku og sum serstakt frítíðarplagg.

This image has an empty alt attribute; its file name is eysturoy133-1024x605.jpg
Norðragøta – © Marita Gulklett

Tá vit koma longur norður, vitja vit bygdina Gøtu, har savnið Blásastova gevur okkum eitt heilt serstakt innlit í mentanina og liviháttin í Føroyum í farnu øldum. Her sært tú eitt fullfíggjað, gamalt føroyskt bygdasamfelag við gomlum bóndahúsum, smáttum hjá útróðrarmonnum og eini gamlari kirkju.

Ávegis til Havnar koma vit fram við friðsælum bygdum og fara um ‘einastu brúnna tvørtur um Atlantshavið’, ið bindur Streymoynna saman við Eysturoynni. Vit fara eftir oyggjarvegnum og støðga á, har frálíkt útsýni er yvir Havnina.

Náttúruvakur túrur við bussi í Vágunum, 4 tímar, kr. 470

Njót ein náttúruvakran busstúr í teimum hugnaligu, siðbundnu bygdunum í teirri vøkru Vágoynni.

Far norðureftir úr Havnini og gjøgnum ein undirsjóvartunnil til náttúruvøkru oynna Vágarnar. Í Vágum eru tríggjar stórar bygdir, Miðvágur, Sandavágur og Sørvágur, og tríggjar lítlar bygdir, Bøur, Gásadalur og Vatnsoyrar. Gloym teg heilt burtur í mentanini og náttúruni, meðan tú vitjar nakrar av hesum bygdunum.

Fyrsti steðgurin er í Sandavági, ein vælhildin, søgulig bygd, har útgrevstur hevur avdúkað toftir úr miðøld. Vitja serstøku Sandavágs kirkju við teirri eyðkendu reyðu tekjuni, har Sandavágssteinurin, ið er rúnarsteinur við innskrift frá 13. øld, er sýndur fram. Aftaná heldur vakri busstúrurin fram, og fert tú framvið Sørvági og Vatnsoyrum, eini niðursetubygd frá 1921. Vatnsoyrar er einasta bygd í Føroyum, sum ikki liggur út til sjógvin, men harafturímóti út til stóra vatnið Sørvágsvatn.

Síðani kemur tú beinan vegin til Bíggjar, ein aldargomul bygd, sum verður mett at vera ein av elstu bygdum í Føroyum; útsýnið út í hav er eitt hitt vakrasta í Føroyum. Vit fáa eitthvørt leskiligt og heimabakaða køku í tí gamla pakkhúsinum frá 1861.

This image has an empty alt attribute; its file name is vagar82-1024x605.jpg
»Múlafossur«, Gásadalur – © Marita Gulklett

Tú kanst velja at fara við ferða­leiðara­num til gongu runt í Bø. Gerst hug­tikin av stórmæta útsýninum út í hav og av Tindhólmi við sínum nógvu tindum. Í bygdini eru gomul timburhús og ein siðbundin, gomul svarttjørað kirkja frá 1865. Síðsti steðgur er í Gásadali, ið er ein fjarstødd bygd, har færri enn 20 fólk búgva. Bygdin liggur út til Mykinesfjørð, og mugu vit koyra gjøgnum eitt berghol fyri at koma hagar.

Gjógv & pannukøkur, 4½ tími, kr. 447

Njót, hvussu bergtakandi vakrar Føroyar eru, áðrenn tú gert ein støðg í eini náttúruvakrari útróðrar­bygd fyri at royna tær sera góðu pannukøkurnar har.

Far ein náttúruvakran busstúr norðureftir fram við friðsælum bygdum og teirri gomlu hvalastøðini við Áir, áðrenn tú fert um ‘einastu brúnna tvørtur um Atlantshavið’ inn í Eysturoynna – næststørsta oyggj í Føroyum. Far framvið bygdini Eiði og síggj drangarnar, Risan og Kellingina, ið standa upp úr havinum, áðrenn tú fert fram við Slættaratindi, ið er hægsta fjall í Føroyum, og heldur leiðina víðari til Gjáar..

This image has an empty alt attribute; its file name is natur372.jpg
Lendingin við Gjógv – © Marita Gulklett

Gjógv, ið ber navn eftir teirri 200 metur longu gjónni, sum hevur eina útrúliga, náttúrliga havn, har út­róðrar­bátar kunnu fáa lívd av landi. Njót siðbundnu pannukøkurnar, ið verða borðreiddar við kaffi og te á gist­ingar­húsinum í bygdini. Síðani kanst tú seta teg upp afturá og hvíla teg inni í hitanum, ella fara ein gongu­túr gjøgnum ta lítlu vøkru út­róðrar­bygdina og hyggja at hug­takandi gjónni.

Tá tú fert heimaftur eftir oyggjar­vegn­um til Havnar, støðgar tú, har tú hevur útsýni yvir Havnina og har kanst tú taka nakrar vakrar myndir av Havnini og náttúruni kring hana.

Vestmannabjørgini, 4 tímar, kr. 560

This image has an empty alt attribute; its file name is vestmannabjorgini-2-225x300.jpg
Saksunardrangur, Vestmannabjørgini – Erik Christensen, CC BY-SA 3.0

Vit fara við bussi til Vestmannar, haðani vit fara við bátum út til fuglabjørgini. Her er nakað fyri allar sansirnar: ljóðið av sjófugli, tutlið frá sjónum og tess skiftandi litir, veðurbarda landslagið og himinin, ið nertir tindarnar á fjøllunum. Vit sigla framvið bergi í báðum borðum og fara inn í eina smala gjógv, har blanka bergið í báðum borðum rísir steyrrætt móti himni. Í erva í bjørgunum nærindis himininum gongur seyður heilt óávirkaður á biti. Báturin fer spakuliga inn í eina av teimum mongu holunum, og brádliga hvørvur alt dagsljós eina løtu. Myrkur og ljóðið av dropum úr loftinum sígur um okkum, og brádliga eru vit úti aftur í hinum endanum. Vit leggja stilt eina løtu og njóta landslagið. Fólk peika og taka myndir, men ein mynd fær als ikki endurgivið tað, sum tú sært. Tað kann bert hjálpa tær at minnast aftur á staklutirnar. Aftaná fara vit aftur til Havnar eftir oyggjarvegnum og støðga, harútsýni er yvir alla Havnina.

Undirmenu