Um upptøkurnar 1:8

Um upptøkurnar 1:8 úr røðini »Egil Bakka 1977: føroysk dansispøl • føroyskur dansur«

Í fyrsta parti úr røðini »Egil Bakka 1977: føroysk dansispøl • føroyskur dansur«, ið hevur heitið »Um upptøkurnar«, síggja vit brot úr upptøkunum frá 1977 og hoyra Egil Bakka, Eyðun Andreassen, Paula Nielsen, Árna Hansen og Andreu Opielka siga frá um upptøkurnar, føroyska dansin og føroysku dansispølini.

Hesin partur varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum 17. september 2022 og verður vístur í KvF 26. desember 2022. Aftaná hetta verður sendingin eisini løgd út her á síðuna.

Undirmenu