Barnadansur í Norðurlandahúsinum


Lýsing av tiltaki

Henda skrá byrjar 23 oktober 2020 og heldur áfram til 5 februar 2021. Komandi tiltak er tann 04-12-2020 20:00

  • Fyri framman:

Hvørt fríggjakvøld kl. 20-21 frá 23. oktober til og við 4. desember 2020 og aftur frá 8. januar til og við 5. februar 2021 skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi fyri børn og ung í Norðurlandahúsinum. Vegleiðandi skráin er at finna her:

Í steðginum verður the, kaffi og sunkist at fáa. Tiltakið er ókeypis.

Koronafyrivarni:

  • Fólk, ið hava verið uttanlands seinastu 14 dagarnar undan tiltakinum, eiga ikki at luttaka – hóast negativar testir.
  • Fólk, ið (sannlíkt) hava verið í kontakt við smittuketu seinastu 14 dagarnar undan tiltakinum, eiga ikki at luttaka – hóast negativar testir.
  • Fólk við sjúkueyðkennum eiga ikki at luttaka í tiltakinum.
Loading… Loading…
Onnur tiltøk