Kvæðastevna í Norðurlandahúsinum


Lýsing av tiltaki

  • Dagfesting:

Leygardagin 17. september 2022 verður kvæðastevna í Norðurlandahúsinum.

Á skránni verður filmssýning av gomlum upptøkum og dansur.

Í 1977 var Egil Bakka, professari í fólkadansi, í Føroyum og gjørdi forkunnugar filmsupptøkur av føroyskum dansi og føroyskum dansispølum. Saman við Mortani Nolsøe, Eyðun Andreassen, Herluf Berthelsen, Paula Nielsen og Árna Hansen, ferðaðist hann kring landið og vitjaði í Havn, heima á Sandi, í Klaksvík, í Sumba, við Gøtugjógv, á Velbastað og í Nólsoy og gjørdi upptøkur. Sláið Ring hevur fingið talgildað hesar upptøkur og er í gongd við at gera átta sendingar burtur úr hesum, har tosað verður við ymisk fólk um upptøkurnar og dansin tá, og har vit sjálvandi sleppa at síggja upptøkurnar.

Fyrsta og onnur sendingin verða frumsýndar í Norðurlandahúsinum leygardagin 17. september 2022 kl. 16:00.

Fyrsta sendingin er um sjálvar upptøkurnar, og har verður tosað við Egil, Eyðun, Paula og Árna umframt við Andreu Opielka, ið hevur skrivað doktararitgerð um evnið.

Í aðru sendingini síggja vit upptøkur við Dansifelagnum í Havn úr Havnar klubba og tosað verður við Johild og Wentzel Kamban, ið eru við á upptøkunum – og harumframt verða sjálvandi upptøkurnar við Dansifelagnum í Havn frá 1977 vístar. Eisini hoyra vit brot úr samrøðum við Andreu Árting og Gunnar Mikkelsen um dans í Havn fyrr. Við á upptøkunum úr Havn í 1977 eru Martin og Signhild Tórgarð, Kartni og Dagmar Winther, Kristoffur og Agnas Kristoffersen, Sigmund og Ingibjørg í Hoyvík, Høgni og Anna Bertha Mohr, Kim og Anna Hanusson, Eivind og Helfred Christiansen, Poul og Sonja Danielsen, Magnus í Hoyvík, Elisabeth Olsen, Leivur Trónd Hansen og Bergliot Petursdóttir, Mourits og Edelborg Rubeksen, Jens Nielsen, Magna í Stórustovu, Wentzel og Johild Kamban, Leivur og Ásvør Danielsen.

Aftaná frumsýningina av hesum báðum sendingunum verður ein steðgur, har høvi verður at keypa sær okkurt leskiligt ella ein bita frá matstovuni í Norðurlandahúsinum – SYSTRAR. Fyri at sleppa undan bíðirøðum er best um tit bíleggja møguligan mat áðrenn tit fara at hyggja at filmunum.

Aftaná steðgin uml. kl. 18:30 fara vit upp á gólv, og á skrá eru trý kvæði/vísur:

  • Gongu-rólvur, Kjartan Atlason skipar, tekstur
  • Guttorms vísa (Der hersked en konge i Østerdal), Jóanes Johannesen skipar, tekstur
  • Dvørgamoy I, Anfinn Johannesen skipar, tekstur

Aftaná er orðið sjálvandi frítt, um onkur kundi hugsað sær at skipað okkurt styttri, lættari eisini 🙂

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

Triðja sending verður um dans á Sandi, og verður hon eftir ætlan frumsýnd í Virkinum heima á Sandi sunnudagin 9. oktober 2022.

Loading… Loading…
Onnur tiltøk