Kvæðastevna fyri næmingar í 4.-7. flokki


Lýsing av tiltaki

  • Dagfesting:

Aftur í ár verður vælumtókta kvæðastevnan fyri næmingar í 4.-7. Flokki kring landið. Næmingar úr øllum landinum fáa høvi at savnast um ein av okkara dýrastu mentanararvum, nevniliga kvæðini. Kvæðastevnan verður í Norðurlandahúsinum, og koma luttakararnir at uppliva søgurnar handan kvæðini, dansispøl, kvæðaspøl og sjálvandi fara vit eisini upp á gólv.

Kvæðini, ið verða kvøðin til kvæðastevnuna, eru: Brestiskvæði, Flóvin Bænadiktsson og Grindavísan. Umframt kvæðini vera vanligu barnavísurnar: Veturin kom, Burtur á heiði, Øskudólgur og sópingarkona, Kall og svein ungi og aðrir barnasangir tiknir á gólvi. Tað er ikki neyðugt at duga øll kvæðini fyri at luttaka, men tess meira næmingarnir duga, stuttligari verður tað at kvøða.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding frá lærara krevst innan 1. oktobur 2023.

Loading… Loading…
Onnur tiltøk