Kyndilsmessudansur í Haraldssundi


Lýsing av tiltaki

  • Dagfesting:

Av heimasíðuni www.kunoyggin.fo:

Haraldssund er Kyndilsmessubygd. Skarð er Trettandabygd og Kunoy er Nýggjársbygd. Kyndilsmessudansurin er nú uppaftur tikin og tað er Andrass Jacobsen, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa hetta til fastan tátt í bygdini.

Tað bleiv byrja aftur í 2007.

Hetta er ein blaðgrein í Dimmalætting 27 – 01 – 2012.

Eitt ári, tá ið Kyndilsmessudansur var í bygdini, bleiv so ringt veður, at fólk ikki sluppu avstað aftur. Tey lógu veðurføst og máttu sova í bygdini.

Haraldssund er gomul Kyndilsmessubygd. Í ár verður Kyndilsmessan ein hósdag, tí hava fyrireikararnir flutt kyndilsmessudansin til í dag, sum er fríggjadagur, og verður hann í bygdarhúsinum í Haraldssundi.

Eingin veit, nær byrjað var at dansa í Haraldssundi á Kyndilsmessu, men hetta er ein gamal siður, tí Haraldssund er gomul bygd.

Fólk eru komin í 1584 til bygdar, upplýsir ein av fyrireikarunum, Jónleif Jóhannesen.

Hetta árið sat ein maður við festinum, sum æt Laurits Joensen.

Bygdin vaks spakuliga fram til 1920. Árið eftir kom ferð á fólkavøksturin. Tá kom tað fyrsta húsið í nýggja býlinginum ” Suðuri á Bakka “.

Í 1935 var fólkatalið komið uppá 61 fólk. Øll hesi fólkini vóru ættað av Skarði, Kunoy og Klaksvík. Kyndilsmessa verður hesa tíðina hildin við nógvum fólki.

Sum á Jólum :

Bygdarfólkið gleddi seg til Kyndilsmessu og gjørdu klárt til at taka ímóti gestunum, sum komu úr nærmastu bygdum. Tey komu við róðrarbátum ella til gongu og vóru væl móttikin. Har var etið, prátað og spurt um tíðindir.

Dansað bleiv á einum neystalofti, sum bøndurnir áttu. Ikki var ókent, at skiparar áttu sítt kvæði, sum teir tóku hetta kvøldið. Tað bleiv dansað til langt út á náttina.

Eitt ári, tá ið Kyndilsmessudansur var, bleiv so mikið ringt veður, at fólk ikki sluppu avstað aftur. Tey lógu veðurføst og máttu sova í bygdini. Gestirnir lógu har tað bar til at liggja, runt um í øllum húsinum. Tey, sum komu fyrst upp, máttu ansa eftir, hvar tey stigu, fyri ikki at traðka á nakran.

Tíðin broyttist, og dansurin varð niðurlagdur á Kyndilsmessu. Í nýggjari tíð er hann so nú tikin uppaftur í Haraldssundi.

Loading… Loading…
Onnur tiltøk