“Tú manst vita frá mongum at siga” LIVE


Lýsing av tiltaki

  • Dagfesting:

Finalan í vælumtóktu spurnarkappingini Tú manst vita frá mongum at siga verður send beinleiðis av Reinsarínum leygarkvøldið 10. februar kl 18.15, og nú hevur TÚ møguleikan at koma við í ”studio”.
Spennandi verður at síggja, hvør fer við steypinum í ár.
Tiltakið krevur tilmelding, og tað er avmarkað pláss. Til ber at keypa atgongumerki við ella uttan mat. Matskráin er grýturættur frá Gist og vist. Seinasta freist at keypa atgongumerki er mikudagin 7. februar.
Kostnaður: 6 kr
Kostnaður tiltak við mati: 110 kr
Skrá:
17:30 Dyrnar lata upp
18:00 Dyrnar lata aftur
18.15 Tú manst vita frá mongum at siga
             Meðan luttakandi dansifeløgini yrkja, syngja vit felagssang.
19:45 Steypahandan
             GG! Dyrnar eru læstar frá kl 18.00 til eftir steypahandanina
20:00 Føroyskur dansur – beinleiðis í útvarpinum. Vit kvøða: Harra Pætur og                    Elinborg
              Tá Harra Pætur og Elinborg er kvøðið, fáa tey, ið hava bílagt mat                                  gjøgnum atgongumerki.fo, ein bita.
21.00 Tøkum Lætt skipar fyri almennum dansi á Reinsarínum – dansurin er                        ókeypis og krevur ikki atgongumerki.
Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka í sjálvum dansinum. Tað er líkamikið, um tú ongantíð hevur roynt hetta áður, ella um tú hevur gingið til føroyskan dans í 100 ár.
Hevur tú hug til at standa á síðulinjuni og njóta upplivingina, so ert tú eisini vælkomin til tess. Tað týdningarmesta er, at vit koma saman og menna føroyska dansin.
Við øðrum orðum: Dámar tær føroyskan dans, so er ikki at halda seg aftur, tí hetta verður eitt ógloymandi kvøld.
Tað er felagið Tøkum Lætt, sum skipar fyri dansinum, sum er ókeypis.
Loading… Loading…
Onnur tiltøk