Ung í Dansi í Hesti


Lýsing av tiltaki

  • Dagfesting:

Vikuskiftið 20. til 22. september 2019 verður skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Hesti. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman. Tað er ungdómsfelagið í Sláið – Ung í Dansi – ið skipar fyri. Hetta hevur verið afturvendandi tiltak í nógv ár, føroyskum dansi at frama. Vit møtast sum vanligt til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna sum heild. Eisini kemur onkur at fortelja um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.

Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis!

Tit kunnu tekna tykkum, við at skriva eini privatboð til Róðu Bødvarsdóttir á Facebook, ella við at skriva ein teldupost til bodvarsdottir@hotmail.com.

Vónandi síggjast vit – og um nakrir spurningar eru, so spyrjið endiliga!

Seinasta freist at tekna seg er 14. september 2019.

Nærri kunning viðv. ferðing o.ø. kemur seinni á sr.fo.

Eisini verður aðalfundurin hjá felagnum Ung í Dansi leygardagin ella -kvøldið 21. september 2019 í Hesti. Tíð og stað verður lýst seinni á sr.fo.

Loading… Loading…
Onnur tiltøk