Ung í Dansi skipa – eins og nógv onnur – fyri útferð til Slættaratind longsta dag, 21. juni 2019, og ætla at dansa føroyskan dans á toppinum har. Koyrt verður aftur og fram til Eiðisskarð og gingið verður niðan á toppin. Busstúrurin er ókeypis fyri limir í Ung í Dansi. Fylgið við í facebookbólkinum, á heimasíðuni ella kontaktið Róðu Bødvarsdóttir, tá tað nærkast.
Loading…