Gisting/Overnatning/Majoitus

FO – Niðanfyri kunnu tit lesa nærri um gistingarmøguleikarnar: á skúlum og á gistingarhúsum.

DK – Nedenunder kan I læse nærmere om indkvarteringsmulighederne: på skoler og på hoteller.

Skúlagisting/Indkvartering på skoler

FO – Gisting verður í skúlastovum í Eysturskúlanum. Í skúlanum verður morgunmatur, miðmáli og nátturði. Í skúlanum eru eisini brúsur. Skúlin liggur centralt í Havnini. Skúlagisting er íroknað stevnugjaldið.

DK – Overnatning foregår i klasselokaler i skolen Eysturskúlin. På skolen serveres morgenmad, frokost og aftensmad. På skolen er også kønsopdelte fællesbruser. Skolen ligger centralt i Tórshavn. Indkvartering på skoler er med i stævnegebyret.

Onnur gisting/Anden overnatning

FO – Vit hava bílagt nøkur kømur á gistingarhúsum, bíleggingarnar eru galdandi til 1. oktober 2021, tá áhugað skulu hava váttað sína bílegging av kømrunum. Hereftir verða øll kømur frígivin. Gevið gætur, at gistingarmøguleikar í Tórshavn eru rættiliga avmarkaðir, og at ofta eru øll kømur upptikin í juli langt áðrenn vit nærkast sumrinum. Tit siga, at tit eru partur av Havleiki 2022 og skulu hava burturav bíløgdu kømrunum. Gjald fyri gistingarhús verður at avrokna beinleiðis við gistingarhúsið. Ólavur Lydersen samskipar gisting á gistingarhúsunum.

DK – Vi har bestilt nogle værelser på hoteller, bestillingerne er gældende til 1. oktober 2021, hvor alle interesserede skal have bekræftet sin bestilling af værelserne. Herefter frigives samtlige værelser. Bemærk, at mulighederne for overnatning på hotel i Tórshavn er ret begrænsede, og at ofte er samtlige værelser optaget i juli længe inden sommeren nærmer sig. I fortæller, at I er del af Havlek 2022 og skal have et af de bestilte værelser. Betaling for hotel afregnes direkte med hotellet. Ólavur Lydersen koordinerer hotelindkvartering.

Hotel Brandan

www.hotelbrandan.com

Nýtt 4-stjørnað gistingarhús, ið liggur centralt í mun til stevnunuvirksemið. Stutt frá Norðurlandahúsinum (1,1 km), Eysturskúlanum (1,3 km), Høllini á Hálsi (0,3 km) og Vaglinum (1,2 km). Prísstøði (2021-prísir): tvímans-/dupultkamar úr kr. 1.150 pr. nátt. / Nyt 4-stjernet hotel, som ligger centralt i forhold til stvævneaktiviteterne. Kort afstand fra Nordens hus (1,1 km), Eysturskúlin/skoleindkvartering (1,3 km) og Høllin á Hálsi/idrætshallen, hvor gallamiddagen er (0,3 km) samt fra centrum (1,2 km). Prisniveau (2021-priser): tomands-/dobbeltværelse fra kr. 1.150 pr. nat.

Hotel Føroyar

hotelforoyar.fo

4-stjørnað gistingarhús, ið liggur nakað burturfrá. Frástøða til Norðurlandahúsið (1,8 km), Eysturskúlan (2,5 km), Høllina á Hálsi (2,3 km) og Vaglið (2,0 km). Prísstøði (2021-prísir): tvímans-/dupultkamar úr kr. 1.350 pr. nátt. / 4-stjernet hotel, som ligger ved den gamle indkørsel til Tórshavn. Afstand til Nordens hus (1,8 km), Eysturskúlin/skoleindkvartering (2,5 km) og Høllin á Hálsi/idrætshallen, hvor gallamiddagen er (2,3 km) og centrum (2,0 km). Prisniveau (2021-priser): tomands-/dobbeltværelse fra kr. 1.350 pr. nat.

Hotel Streym

hotelstreym.com

Gistingarhús tætt við havið og tætt við miðbýin. Frástøða til Norðurlandahúsið (2,5 km), Eysturskúlan (0,8 km), Høllina á Hálsi (2,0 km) og Vaglið (0,7 km). Prísstøði (2020-prísir): tvímans-/dupultkamar úr kr. 1.145 pr. nátt. / Hotel tæt ved havet og centrum. Afstand til til Nordens hus (2,5 km), Eysturskúlin/skoleindkvartering (0,8 km) og Høllin á Hálsi/idrætshallen, hvor gallamiddagen er (2,0 km) og centrum (0,7 km). Prisniveau (2020-priser): tomands-/dobbeltværelse fra kr. 1.145 pr. nat.

62°N Hotel City Center

www.62n.fo

Nýtt 3-stjørnað gistingarhús, ið liggur í miðbýnum í Tórshavn. Frástøða til Norðurlandahúsið (1,7 km), Eysturskúlan (1,0 km), Høllina á Hálsi (1,4 km) og Vaglið (0,3 km). Prísstøði (2020-prísir): tvímans-/dupultkamar úr kr. 1.495 pr. nátt. / Nyt 3-stjernet hotel, som ligger i centrum af Tórshavn. Afstand til Nordens hus (1,7 km), Eysturskúlin/skoleindkvartering (1,0 km) og Høllin á Hálsi/idrætshallen, hvor gallamiddagen er (1,4 km) og centrum (0,3 km). Prisniveau (2020-priser): tomands-/dobbeltværelse fra kr. 1.495 pr. nat.

Undirmenu