Yrkjari: Jónleif Johannesen
- Gevið ljóð og lýðið á
Tað eg úr Halgubók sigi frá.Niðurlag:
Alt meðan lindin hon stendur væl,
tað stendur ein lind í mín faðirsgarð,
hon er sær í rósum væl,
alt meðan lindin hon stendur væl. - Nomi giftist í onnur lond
synir har knýttu kærleiksbond. - Harrin hann lagaði lagnuna so
manni og synum sendi boð. - Teir grivnir vóðu í døkka mold,
so syrgnar einkjur stóðu á fold. - Nomi pakkar eigi sítt
Eg fari aftur til heimland mítt. - Stillan Ruth pakkar við hennara lið
har tín leið gongur, eg fylgi við. - Tungt var at liva sum einkja á fold
og ei eiga annað enn egið hold. - Bóas bóndi átti gull og fæ
har til eitt hjarta á røttum stað. - Hann sá tey fátæku svong og móð.
Hann átti føði í yvirflóð. - Bóas til fólk sítt sigur so:
“Tit hoyri og lýðið míni boð”. - Í morgin tá tit akurin skera,
mikið skal har eftir vera. - Í morgin tá akurin savnast skal
tit savni saman, men leivi væl. - Tit bundini bindi, men ei ruddi bø
Tit níggju binda og eitt verður sløð. - Um kvøldið Ruth í bøin fór
hon sankar saman og byrðan gerst stór. - Bóas hann møtir henni á leið.
hon fall til jarðar for honum neig. - Statt upp kæra kvinna og svara mær.
er nakar maður ætlaður tær? - Eg hevði ein mann, sum Harrin tók sær.
síðan eingin er ætlaður mær. - Hjarta mítt leikar, sum toran slær.
Tað sigur greitt, tú ert ætlað mær. - Ruth hugdi í hansara eygu fríð
tey vístu, at sálin var rein og blíð. - Bønliga Ruth eg tali til tín
Vil tú verða kona mín. - Ja, svarar Ruth, so fegin eg vil
sum kona hoyra hús títt til. - Kvøldið legðist um slignan hól
Tey fevndust í roða av setandi sól. - Úr teirra kærleika spretti hann
sum sigur yvir syndum vann. - Kærleikin gongur sína leið,
Ein løtan fløkt ein onnur greið - Rík og fátæk har ganga í lag.
Um aldur ei hann spyr um tað. - Megi størstu hann byggir á
Heldur tá alt fellur frá.