BARNLEK 2026

BARNLEK 2026 verður í Ekenäs í Raseborg kommunu í Finnlandi í døgunum 21. til 26. juli 2026.

Sláið Ring skipar fyri ferð fyri føroyingar, ið ætla við á stevnuna. Tað eru 90 tøk pláss, og tá hesi er farin, er fult.

Ferðaskrá:

  • 19. juli 2026, kl. 08:20: fráferð úr Vágum, millumlenda í Kastrup, lenda í Stockhólm kl. 14:10
  • 19. juli 2026: Sigla úr Stockholm um kvøldið, gista umborð
  • 20. juli 2026: Koma til Åbo (Turku) mánamorgun, fara útferð til Mumiland, koma á stevnuøkið um kvøldið
  • 21.-25. juli 2026: Stevnan byrjar við aktivitetum týsdag og endar leygarkvøld.
  • 26. juli 2026: Morgunmatur og fráferð við bussi til Helsinki
  • 26. juli 2026, kl. 18:05: Fráferð úr Helsinki til Keypmannahavn, har vit lenda 18:45. Vit syrgja sjálvi fyri gisting í Keypmannahavn
  • 27. juli 2026, kl. 06:15: Fráferð úr Kastrup til Vágar

Luttakarar

Málbólkurin er børn í aldrinum 8-16 ár. Tó so, at yngri børn kunnu koma við, serliga um tað er í fylgi við eldri systkjum. Hini londini hava tónleikarar og instruktørar, ið stýra dansinum, og tað hava vit ikki, tí loyva vit eisini ungum upp til 20 ár at luttaka sum ungdómsleiðarar. Øll undir 18 ár mugu hava onkran, ið hevur ábyrgd av viðkomandi.

Prísir

Kostnaðurin fyri stevnuna er DKK 10.000 krónur. Tá er íroknað flogferð, ferja, bussur í Finnlandi, útferð í Mumiland, gisting í skúlastovum, matur á stevnuni, stevnugjald. Luttakarar syrgja sjálvir fyri trygging, ferðing til og frá flogvøllinum í Føroyum, mat meðan vit eru á ferð og gisting í Keypmannahavn á veg heimaftur. Sláið Ring og Ung í Dansi stuðla luttakarum á hendan hátt:

  • Vaksin fáa stuðul á kr. 500, og skulu soleiðis gjalda DKK 9500
  • Børn og ung upp til 20 ár fáa stuðul á kr. 3000, og skulu soleiðis gjalda DKK 7000

Fyri at fáa nevnda stuðul skulu ung í aldrinum 12-30 ár hava goldið kr. 100 í limagjaldi til Ung í Dansi í 2026, konta 9181–1564368.

Tilmelding v.m.

  • Tilmelding verður gjørd við at gjalda depositum á kr. 1000 pr. luttakara á kontu 9181–5874701 so leingi pláss eru tøk. Viðmerkið navn á kontaktpersóni.
  • Gjald á kr. 3000 verður at gjalda á kontu 9181–5874701 í seinasta lagi 1. apríl
  • Restin (ávikavist kr. 5500 og 3000) verður at gjalda á kontu 9181–5874701 í seinasta lagi 15. mai 2026.

Depositum verður ikki endurrindað. Onnur gjøld verða sum útgangsstøði ikki endurrindað uttan í tann mun, at avlýsing gevur eitt yvirskot. Hetta verður uppgjørt, tá ferðin er liðug og fíggjarlig uppgerð er gjørd. Vit mæla øllum til at tekna ferðatrygging, áðrenn tey melda til ferðina.

Gunnar Restorff, fm.
Sláið Ring – sr@sr.fowww.sr.fo – tlf. +298 292563

Gylta bók 100 ár

Leygardagin 24. januar 2026 verða fyrilestrar um Gyltu bók og um sjóvarbøndurnar í Norðurlandahúsinum, og vit fara at kvøða seks kvæði úr Gyltu bók í Sjónleikarhúsinum. Tiltakið er ókeypis.

Í 1925 gav Noregs Ungdomslag út bókina »Føroysk kvæði um brögd Norðmanna ættarinnar úti og heima«, vanliga kallað »Gylta bók« orsakað av gyltu permuni. Hetta var fyrsta rættiliga kvæðabók ætlað tí dansandi fólkinum heldur enn akademikarum í útlondum. Tey, ið dansaðu føroyskan dans, tóku skjótt bókina til sín, og er hon soleiðis blivin fólkaogn. Tá hesin dansiveturin byrjaði var tað sostatt hundrað ár síðani Gylta bók kom út, og fara vit tí at hava ein dag, har vit hátíðarhalda hesa útgávu.

Fyrilestrar í Norðurlandahúsinum

Leygardagin 24.01.26 kl. 16:00 fara Torbjørn Bergwitz Lauen og Brynhild Kamban at hava fyrilestrar í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Torbjørn er fyrrverandi formaður í Noregs Ungdomslag, ið gav út Gyltu bók, og hevur eisini áhuga í føroyskum dansi. Brynhild Kamban granskar í kvæðum, her serliga í kvæðaarvinum eftir sjóvarbøndurnar, Jens Christian Djurhuus og Jens Hendrik Djurhuus, ið hava yrkt um helvtina av kvæðunum í Gyltu bók.

Nátturði í Sjónleikarhúsinum

Leygarkvøldið 24.01.26 kl. 18:00 – aftaná fyrilestrarnar – bjóðar Sláið Ring ein nátturðabita í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað er ókeypis, men gott í tykkum, um tit siga tykkara dansifelagi frá, so vit hava eina meting av, hvussu nógv fólk koma.

Dansur í Sjónleikarhúsinum

Leygarkvøldið 24.01.26 kl. 19:00 fara vit upp á gólv við fylgjandi seks kvæðum úr Gyltu bók:

  • Sigmunds kvæði, eldra, Birgir Djurhuus úr Dansifelagnum í Havn skipar
  • Leivur Øssursson, Regin Lauritsen úr Vága dansifelagi skipar
  • Gøtuskeggjar, Óli Reinert á Geilini úr Tøkum lætt skipar
  • Grettis kvæði, Tormóð Nielsen úr Leikum fagurt og Stígum Fast skipar
  • Finnur hin fríði, Janus úr Dímun úr Norðstreymoyar dansifelagi skipar
  • Ormurin langi, Jónleif Johannesen úr Klaksvíkar dansifelagi skipar

Aftaná verður almennur dansur so leingi, sum fólk tíma at dansa, og tá er orðið sjálvandi frítt. Dansurin er ókeypis.

Gylta bók fæst ikki longur í handlunum. Niðanfyri er elektroniskt eintak.

Ung í Dansi í Skúgvi

Vikuskiftið 26.- 28. septembur 2025 verður skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Skúgvoy. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman. Hetta er afturvendandi tiltak, ið Ung í Dansi, ungdómsfelagið hjá Sláið Ring, skipar fyri á hvørjum ári.

Í ár verður legan hildin í Skúgvoy, har vit møtast til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna. Tað verður massar av stuttleika og gaman, sum tað plagar. Vit fara onkran túr og eisini kemur onkur at fortelja eitt sindur um bygdina og um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.

Aðalfundur hjá Ung í Dansi verður leygarkvøldið 27. septembur og felagið skipar eisini fyri almennum føroyskum dansi í Skúgvoy seinni hetta leygarkvøldið, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Tiltakið er rúsfrítt og er ókeypis fyri limir í Ung í Dansi.

Øll í aldrinum 12 til 30 ár eru vælkomin at tekna seg, við at ringja ella smsa til Kristian Jacobsen á tlf. 272957. Tey, sum ikki hava goldið limagjald á kr. 100 í 2025, kunnu gjalda tað í Skúgvoy ella flyta tað á konto 9181 – 156.436.8 í Betri banka. Viðmerk navn.

Seinasta freist at tekna seg er týsdagin 23. septembur 2025. Nærri kunning viðvíkjandi ferðing og skrá til leguna kemur seinni á sr.fo og á facebookbólkin Ung í Dansi. Farið verður heiman av Sandi kl. 18:15 fríggjadagin, og farið verður úr Skúgvoy kl. 15:30 sunnudagin.
Vit gleða okkum ómetaliga nógv at síggja tykkum og vóna at nógv koma at stuttleika sær í søguligu og hugnaligu oynni, Skúgvoy.

Um nakrir spurningar skuldu verið, setið tykkum í samband við Dávid Nattestad, formann, á tlf. 251071, ella Rákul á Steig, næstforkvinnu, á tlf. 285766

Sjónvarpsupptøkur

Leygardagin 24. mai 2025 kl. 11-18 ger KvF í samstarvi við Sláið Ring sjónvarpsupptøkur í Sjónleikarhúsinum. Í alt 10 dansifeløg luttaka: Tøkum lætt, Dansifelagið í Havn, Dansifelagið á Látrinum, Leikum Fagurt, Stígum Fast, Ung í Dansi, Vága dansifelag, Norðstreymoyar dansifelag, Eysturoyar dansifelag og Klaksvíkar dansifelag. Vit hava ein ella tveir skiparar úr hvørjum felag, og teirra egna felag verður sjálvsagt høvuðsgarantur fyri góðari undirtøku, men í ár verða upptøkurnar skipaðar soleiðis, at øll kunnu dansa við øllum. Talan er um so drúgvar upptøkur, at eingin kann dansa allatíðina, so tí verður eisini møguleiki at hvíla seg í øðrum hølum, fáa ein drekkamun o.t.

Kvæðini og vísurnar verða:

  • Ólavur Riddararós, Birgir Djurhuus skipar
  • Hafburd konge og Sivard konge, Rasmus A. Joensen skipar
  • Ribbolt er en grevesøn, Kristian Jacobsen skipar
  • Stærke Tidrik, Jóngerð Midjord skipar
  • Grindavísan, Róald Johannesen skipar
  • Ved Kristiansand, Svanna Olsen skipar
  • Fípan Fagra, Arnjohn Hvítklett skipar
  • Kópa kvæði, Ingi Birgisson Davidsen skipar
  • Frunta táttur, Anfinn Johannesen skipar
  • Viljorm kornus, Jónleif Johannesen skipar
  • Bøhmerlands dronningen, Jóna Danielsen skipar
  • Regin smiður, Óli R. á Geilini skipar
  • Bróka táttur, Hendrik Egholm skipar
  • Ormurin langi, Heini Holm skipar

Aftaná upptøkurnar verður ein nátturðabiti at fáa, og møguleiki er sjálvandi at fara upp á gólv aftaná, um orka enn er til tess.

Niðanfyri kann teksturin til upptøkurnar takast niður.

Brestis kvæði rungaði á kvæðastevnu

Nú er føsta, og dansivetur er liðugur, aftaná dúgliga hevur verið dansað kring landið.

Eisini í fólkaskúlunum kring landið hevur verið dúgliga dansað, og var Norðurlandahúsið týsdagin 6. og mikudagin 7. februar fylt við látri og rungandi kvæðum – við næmingum, sum hugnaðu sær. Tá luttóku eini 700 næmingar í kvæðastevnu fyri miðdeild fólkaskúlans, sum varð hildin á øðrum sinni.

Upptaktin til kvæðastevnuna byrjaði longu í oktobur, tá lærarar úr øllum landinum vóru bodnir til kvæðahugna, har vit savnaðust um kvæðini, spældu kvæðaspøl, fóru uppá gólv, og fingu amboð at brúka í kvæðaundirvísinigini, ið lá fyri framman. Nærum 100 lærarar vóru teknaðir til hetta kvøldið, og væl hevur eydnast, tí næmingarnir hava fingið gott í beinið, og luttóku hugagóðir í virkseminum á stevnuni.

Kvæðini, ið vóru á skrá í ár, vóru Flóvin Bænadiktsson, Grindavísan og Brestis kvæði. Ymiskt var, hvat kvæði næmingarnir høvdu lært hendan veturin, men øll dugdu okkurt, og lærdu eisini burturúr hinum kvæðunum.

Handan kvæðini eru spennandi søgur, og tvær frásagnir vóru á stevnuni. Frá morgunstundini hoyrdu øll søguna um Flóvan Bænadiktsson í felag, og seinni hoyrdu tey søguna handan Brestis kvæði á einum verkstaði. Næmingarnir sótu sum á nálum og lurtaðu, og tá søgan var liðug, vildu teir hoyra meir.

Eisini var ein verkstova við borðspælinum, KvæðaQuiz, har næmingarnir skulu ringla, men fyri at sleppa at flyta, skulu teir svara einum kvæðaspurningi rætt. Næmingarnir dugdu eina rúgvu, og summir spældu enntá við spurningum úr øllum trimum kvæðum.

Hendan og síðsta vetur hava dansispøl verið at sæð í sjónvarpinum. Á kvæðastevnuni vóru limir úr Ung í Dansi komnir at læra næmingarnar dansispøl. Tey dansaðu slippudans, riðu ediling og dansaðu gomlu ketu. Ofta er trupult hjá børnum at finna stevið, tá tað ikki er ringdansur, men eitt vóru tey í øllum førum samd um: Tá tey riðu edeling, vildu tey í hvussu er ikki giftast við lærarum!

Eftir at hava lært kvæði og stev í skúlanum, sluppu næmingarnir eisini at vísa fram tað, sum teir høvdu lært. Eitt pallborð varð savnað av kvæðakønum fólki at meta um kvæðaevni, dansilag, dansisið og so kundu tey eisini meta um flokkarnir høvdu nakran ”x-faktor”, um nakað heilt serligt var við teirra framsýning.

Tað vóru nógvir sera dugnaligir flokkar, men tveir skaraðu burturúr. Tað vóru 4. flokkur í Tofta skúla og 5. flokkur í Vestmanna skúla, sum vunnu ein túr at bowla fyri flokkin.

Tá verkstøðini vóru liðug, hittust øll aftur í høllini til at spæla kvæðakahoot, og tað vunnu Emilia og Eva úr 6. flokki í Skúlanum á Argjahamri. Føroyskur dansur er livandi mentan, og vit eiga at flyta hann inn á nútímans pallar, sum børnini tíma. Hetta er ein framúr háttur, at læra kvæðini.

Vit fóru upp á gólv fyri seinastu ferð hendan dagin áðrenn endabrestin: Hamradun spældu nøkur av sínum vælkendu kvæðaløgum – og vit vóru enntá so heppin, at vit sluppu at hoyra frumframførsluna hjá teimum av Brestis kvæðnum. Næmingarnir vóru góðir áhoyrarar – teir klappaðu, ýldu og lýstu við telefonunum, og summi sótu enntá í stevi (um man yvirhøvur kann siga so). Hetta vóru tveir sera áhugaverdir og væleydnaðir dagar, sum vit vóna hava kveikt áhuga næminganna fyri føroyskum dansi.

Sum Kristian Jacobsen, formaður í Ung í dansi segði í røðu síni: ”Vit eru tey, sum dansa føroyskan dans. Vit eru tey, sum læra kvæðir. Vit eru tey, sum kunnu halda dansinum livandi. Bara vit!

At enda fari eg at takka hjálparfólkum, sum hava syrgt fyri at gera verkstovurnar so góðar, og stuðlunum sum gjørdu hesa stevnuna møguliga: Norðurlandahúsið, Almanna- og Mentamálaráðnum, Mentanargrunni Landsins, Undirvísingarstýrnum, Sláið Ring, SMS, Tórshavnar Kommunu og Bowlinghøllini á Hálsi. Stóra tøkk fyri.

Í marts 2024

Vegna fyrireikararnar,
Elin Maria Olsen

ISLEK 2025

Við hesum bjóðar Sláið Ring teimum, ið ynskja at luttaka á ISLEK 2025, til fund

á Havstovuni týskvøldið 26. november kl. 19:30, Nóatún 1

ISLEK 2025 verður 14.-20 juli 2025 í Úlfarsárdal, Reykjavík. Á fundinum ætla vit at kanna, hvussu nógv og hvørji ynskja at luttaka og at finna onkran at samskipa føroysku luttøkuna, tí hvørgin av nordlekumboðunum fara at luttaka og eingin úr nevndini í Sláið Ring.

Lesið meiri um ISLEK 2025 á https://thjoddans.is/islek-2025/

Kvæðatiltak í Norðurlandahúsinum

Leygardagin og -kvøldið 28. september 2024 verður árliga tiltakið hjá Sláið Ring í Norðurlandahúsinum. Á skránni verður: verkstovur við dansispølum, fyrilestur við Andreu Opielka og føroyskur dansur – tilmelding krevst til verkstovurnar, meðan fyrilesturin og dansurin um kvøldið eru almenn.

Skráin hendan dagin er:

14:00-17:00 Verkstovur við dansispølum við Kristiani Jacobsen og Annu Birnu B. Restorff. Her sleppa luttakararnir at royna seg við bæði kendum dansispølum og meiri forkunnigum dansispølum. Verkstovurnar eru ætlaðar øllum – bæði fólki uttan royndir og meiri royndum dansarum. Kostnaður 100 krónur (nátturði íroknaður), tilmelding á sr@sr.fo ella tlf. 292563.

17:15-18:15 Fyrilestur við heitinum “Danse- og sanglege på Færøerne – oprindelse, udbredelse, nutidig tradition” við Andreu Opielka. Andrea Opielka hevur granskað í føroyskum dansi og føroyskum dansispølum, og hevur skrivað ph.d.-ritgerð um føroysk dansispøl.

18:15-18:45 Møguleiki at keypa sær ábit frá matstaðnum SYSTRUM. Best er, um maturin verður bílagdur áðrenn fyrilesturin byrjar, tí so gongur skjótari at borðreiða 🙂 Luttakarar á verkstovunum fáa nátturðaábit sum part av tilmeldingini.

19:00-21:00 Føroyskur dansur. Á skrá eru:

Fyrilesturin og dansurin um kvøldið eru almenn og ókeypis. Verkstovurnar um dagin krevja tilmelding og kostaðurin er kr. 100.

Skrá fyri Ung í Dansi leguna

Vikuskiftið 20. til 22. september 2024 verður legan “Ung í Dansi” í skúlanum í Funningi. Legan er fyri ung í aldrinum 12 til 30 ár. Niðanfyri er kunning um leguna.

Skrá:

Fríggjakvøld:
Dyrnar lata upp kl 19.
Náttverði verður settur á borði.
Hugni, spøl og dansur gjøgnum kvøldið.

Leygardagur:
Kl. 9: Morgunmatur
Kl. 11: Útferð
Hugni og spøl
Kl. 18: Døgurði
Kl. 19: Aðalfundur hjá Ung í Dansi
Kl. 21: Almennur føroyskur dansur

Sunnudagur:
Kl. 9: Morgunmatur
Kl. 11: Kirkjugongd til tey, sum vilja
Hugni og dansur
Rudda av og heim

Pakkilisti:
Soviposi/dýna og koddi
Toiletgreiðir (tannbust osv.)
Skógvar ið eru hóskandi úti
Inniskógvar
Eyka klæðir

Vælkomin at taka borðspøl við. Góðgæti og alt hvat ið skal nýtast til hugna. Gloymið ikki “ja” hattin!!!

Ung í dansi í Funningi

Vikuskiftið 20.- 22. septembur 2024 verður skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Funningi. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman. Hetta er afturvendandi tiltak, ið Ung í Dansi, ungdómsfelagið hjá Sláið Ring, skipar fyri á hvørjum ári.

Í ár verður legan hildin í skúlanum í Funningi, har vit møtast til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna. Vit fara onkran túr og eisini kemur onkur at fortelja eitt sindur um bygdina og um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.

Aðalfundur hjá Ung í Dansi verður leygarkvøldið 21. septembur og felagið skipar eisini fyri almennum føroyskum dansi í Dansistovuni seinni hetta leygarkvøldið, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis!

Øll í aldrinum 12 til 30 ár eru vælkomin at tekna seg við at skriva eini privatboð til Jón Róa Høgnesen á Facebook, á tlf. 276301, ella við at skriva ein teldupost á jonroij@gmail.com

Seinasta freist at tekna seg er týsdagin 17. septembur 2024. Nærri kunning viðvíkjandi ferðing og skrá til leguna kemur seinni á sr.fo og á facebook síðuni Ung í Dansi.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×