Frá leguni í Fámjin

Vikuskiftið 8.-10. septembur vóru uml. 30 børn og ung við Ung í Dansi á legu í Vesturhøll í Fámjin.

Fríggjakvøldið var dansur og hugni á skránni.

Leygarmorgunin fóru okur ein gongutúr runt í bygdini, meðan Arni Teindal fortaldi okum áhugaverdar søgur úr Fámjin. Túrurin endaði í kirkjuni, har okur hoyrdu um fyrsta Merkið, ið hongur har, og so sungu okur eisini ein sálm, áðrenn okur fóru aftur í Vesturhøll at hvíla okum eina løtu.

Seinnapartin dansaðu okur nøkur dansispøl og aftaná døgurða var aðalfundur hjá Ung í Dansi á skránni. Um kvøldið varð boðið til almennan dans, har 150 fólk møttu upp, báði føroyingar og útlendingar, og dansurin gekk av tí allarbesta til út á náttina.

Sunnudagin fóru okur øll í kirkju, og so ein gongutúr niðan á Kirkjuvatn og høvdu eina kvæðakviss, áðrenn Smyril fór norður aftur. Alt í alt ein sera hugnalig og væleydnað lega!

Skrá fyri leguna »Ung í Dansi«

✨️✨️Skráin til Ung í Dansi leguna í Fámjin✨️✨️

Fríggjadag:
Smyril siglir suður 18:30.
Kl. 21 koma til Fámjins.
Koma uppá pláss og ein breyðbiti verður at fáa.
Møguliga kemur onkur at greiða frá um føroyskan dans og okkurt kvæði.
Hugni og dansur.

Leygardag:
Kl. 8:30 morgunmatur.
Kl. 10 túr í Fámjin og inn í kirkjuna.
Kl. 12 breyðbiti.
Dansur og hugni.
Kl. 14 gongutúr niðan á Kirkjuvatn, um viðrar.
Dansur og hugni.
Kl. 18 døgurði.
Kl. 19 aðalfundur hjá Ung í Dansi.
Kl. 21 almennur føroyskur dansur.

Sunnudagur:
Kl. 10 Morgunmatur.
Kl. 12:30 Í kirkju.
Hugni og dansur.
Rudda av.
16:35 bussurin koyrur úr Fámjin til Smyril.
Smyril siglur kl. 17:30.

Pakkilisti:
Soviposa og kodda.
Klæðir og skógvar, ið eru hóskandi at ganga túr í.

Vælkomin at taka borðspøl við😁

GG. ongin handil er í Fámjin, so tað er ikki møguligt at keypa slikk o.a. á leguni. Hetta mugu tykur keypa áðrenn, um so er.

Lív og lagna: Guðrun Ósvívsdóttir og Kjartan Ólavsson

Leygarkvøldið 16. september 2023 verður aftur kvæðatiltak í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Endamálið við hesum kvæðatiltøkunum er – á ein øðrvísi hátt – at stimbra áhugan fyri kvæðum, vísum og føroyskum dansi við at hava forkunnugar frásagnir, ið onkursvegna hava samband við okkara kvæða- og dansimentan. Á hendan hátt vóna vit, at fólk eisini geva søgunum og øðrum tættum, ið liggja handan kvæðaarvin, ans, so hetta verður føroyskum dansi at frama.

Skráin fyri dagin er hendan:

Kl. 17:00 Lív og lagna: Guðrun Ósvívsdóttir og Kjartan Ólavsson
Jógvan Joensen Højsted greiðir frá við støði í Laksdøla søgu. Frásøgnin verður í tveimum pørtum við einum lítlum steðgi, har vit bjóða ein drekkamunn.

Kl. 18:15 Steðgur
Møguleiki er at keypa sær ábit frá SYSTRUM, kafeini í Norðurlandahúsinum. Fyri at sleppa undan bíðitíð er tað ein fyrimunur at bíleggja møguligan mat áðrenn kl. 17.

Kl. 18:45 Farið verður upp á gólv
Kvøðið verður:

  • Kjartan Ólavsson, Kjartan Atlason úr Dansifelagnum í Havn skipar
  • Kong Hans, Virgar Dahl úr Dansifelagnum á Látrinum skipar
  • Kópa kvæði, Heini Holm úr Norðstreymoyar dansifelagi skipar
  • Orðið er frítt

Kl. 21:00 Liðugt

Tiltakið er ókeypis, og tað er Sláið Ring sum í samstarvi við Norðurlandahúsið skipar fyri tiltakinum.

Nordisk Folkedanserfestival 2023

Vága dansifelag skipaði í summar fyri stóra tiltakinum »Nordisk Folkedanserfestival 2023«, og Sláið Ring stuðlaði hesum tiltaki. Her endurgeva vit eina frásøgn av stevnuni.

Nordisk Folkedanserfestival 2023 (her eftir NF 23) varð hildin í Føroyum í døgunum fimta til
níggjunda juli 2023. Vertur fyri tiltakinum var Vága Dansifelag, og festivalurin varð staðsettur á Skúlaheiminum í Marknagili í Tórshavn.

Orsøkin til, at stevnan varð hildin í Tórshavn og ikki í Vágum, sum undanfarnu stevnur hava verið, var tann, at í Vágum eru ikki høli til at hýsa meira enn 100 fólkum samstundis.

Nordisk Folkedanserfestival er norðurlendsk dansistevna, har eitt lokalt dansifelag umboðar hvørt land. Stevnan er gomul, og Vága Dansifelag hevur verið føroyska umboðið í samtakinum síðan einaferð í 1980 árunum. Stevnan verður hildin upp á skift í teimum einstøku luttakaralondunum. Nevnast skal, at Ísland og Grønland hava ongantíð verið við í hesum samtakinum, og at Åland ikki var við í Føroyum í ár. Til NF 23 vóru tilmeldaðir 104 luttakarar úr Finnlandi, Svøríki, Noreg og Danmark, umframt 24 úr Føroyum. Samlaða luttakaratalið var sostatt gott stórthundrað.

Eftir vanligari “skipan” skuldi NF 23 ikki verið hildin í Føroyum. Seinasta stevnan av slagnum var í Svøríki í 2019. Ymsar umstøður, serliga korona farsóttin, gjørdu, at tiltakið var um at detta niðurfyri. Tí varð gjørt av í Vága Dansifelag, at vit taka tiltakið uppaftur “uttan fyri skrá”, og halda stevnuna í Føroyum í juli 2023. Fráboðanin fekk góða móttøku, og NF 23 gjørdist ein tann størsta í longri tíð.

Skráin fyri stevnuna varð løgd tætt at teimum vanligu, ið hava verið frammanundan, har stórur dentur hevur verið lagdur á samanhald og hugna, eins og útferðir við framførslum av ymsum dansum hevur verið fastur partur.

Skúlaheimið varð valt at hýsa stevnuni, tí har vóru møguleikar at hýsa 100 sovandi gestum. Roknað varð í byrjanini við, at øll, eisini føroysku luttakararnir, kundu búgva á staðnum, meðan stevnan var. Men tá tilmeldingarfreistin var úti – nakað væl eftir, at leigumálið var avtalað – vísti tað seg, at áhugin uttanlands var væl størri, enn mett og fráboðað varð frammanundan, og plássið rakk akkurát til at hýsa útlendsku luttakarunum.

Í samskiftinum við útleigaran langa tíð undan stevnuni varð lagt upp til, at alt virksemið skuldi vera á Skúlaheiminum. Men hesar fortreytir broyttust munandi, stutt áðrenn stevnan skuldi byrja. Tá varð boðað frá, at ymsar broytingar vóru gjørdar innanhýsis á Skúlaheiminum, sum millum annað gjørdu, at ikki var pláss fyri vanligu hugnatiltøkunum, sum eru ein stórur, berandi partur av festivalinum.

Við stuttum skotbrái og stórari vælvild frá leiðsluni á á Skúlanum á Fløtum varð skipað so fyri, at hesin parturin varð fluttur oman í Skúlan á Fløtum – í Fuglaskálan og ítróttarhøllina við tilhoyrandi hentleikum – at vera. Her varð dansað og spælt øll kvøldini, meðan stevnan var. Ein partur av hesi samveruni er, at feløgini hvørt sær læra frá sær av teimum dansum, tey dansa.

Eftir at allir útlendsku luttakararnir vóru komnir, varð stevnan sett mikukvøldið fimta juli klokkan 20:00 av Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu. Setanin var eftir “føstum” leisti, har tjóðsangirnir hjá luttakarunum hvør sær vórðu sungnir, og feløgini hvørt sær dansaðu eina til tiltakið gjørda skrá. Síðan var, sum vanligt, “hugni fyri rest”.

Morgunmatur og døgurði vórðu etin á Skúlaheiminum, og til útferðirnar, ið gjørdar vórðu, meðan stevnan var, gjørdu luttakararnir hvør sær sínar matpakkar at hava við.

Hósdagin sætta juli varð farið útferð í Norðoyggjar. Steðgað varð í Norðragøtu við standmyndina av Tróndi í Gøtu, og hildið fram til Kunoyar og Haraldsunds, har matarsteðgur var. Haðani varð farið til Klaksvíkar at vitja Christianskirkjuna, Nólsoyar Páls húsið og Føroya Bjór. Lokal frásøgufólk søgdu frá ymsu støðunum, og víst varð runt.

Fríggjadagin sjeynda juli varð farið vestur í Vágar, har vitjað varð við frásøgufólki í Miðvágs
kirkju, Krígssavninum, Beitinum og á Fiskastykkinum.

Dansiframsýningar vóru á Ellisheiminum og í ymsu bygdunum í oynni. Um kvøldið beyð Vága
kommuna døgurða í Bygdarhúsinum í Miðvági, har høvið sjálvandi eisini beyðst at síggja nakrar fremmandar dansir.

Leygardagin áttanda juli høvdu fólk frí fyrrapartin, sum varð nýttur at hyggja seg um í Tórshavn.

Seinnapartin var dansur í Vágsbotni, har øll luttakandi feløgini fingu høvi at vísa sínar dansir.
Umleið ein hálvan tíma hvør. Skipað varð soleiðis fyri, at meðan tvey av útlendsku feløgunum dansaðu, varð upp á skift farið útferð út í Tinganes og á Reyn við hinum báðum gestafeløgunum.

Stevnan endaði formelt leygarkvøldið við døgurða á Skúlaheiminum, og hugna á Skúlanum á Fløtum aftaná.

Undir borðhaldinum í samband við fráfaring vórðu røður hildnar, og heilsanir bornar fram. Her boðaði umboðið fyri Ølholm Folkedanserforening í Danmark frá, at Nordisk Folkedanserfestival næstu ferð verður hildin í Ølhom í Miðjyllandi í juli 2025.

Sunnudagurin níggjundi juli var heimferðardagur. Fyrstu gestirnir fóru av Skúlaheiminum klokkan fimm á morgni fyri at náa flogfarið klokkan gott átta. Farið varð so avstað so við og við út eftir degnum.

Saman um tikið vóru bæði gestir og fyrireikarar nøgdir við eina væleydnaðan stevnu.
Afturmeldingar og heilsanir frá útlendsku gestunum hava verið sera positivar.

Vága dansifelag takkar hjartaliga øllum tykkum, sum stuðlaðu stevnuni.

»Ung í Dansi« lega í Fámjin

Vikuskiftið 8.-10. septembur 2023 verður skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Fámjin. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman. Hetta er afturvendandi tiltak, ið Ung í Dansi, ungdómsfelagið hjá Sláið Ring, skipar fyri á hvørjum ári.

Í ár verður legan hildin í Vesturhøll í Fámjin, har vit møtast til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna. Vit fara onkran túr og eisini kemur onkur at fortelja eitt sindur um bygdina og um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.

Aðalfundur hjá Ung í Dansi verður leygarkvøldið 9. septembur og felagið skipar eisini fyri almennum føroyskum dansi í Vesturhøll seinni hetta leygarkvøldið, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis!

Øll í aldrinum 12 til 30 ár eru vælkomin at tekna seg við at skriva eini privatboð til Mikalu Vilhelm á Facebook, á tlf. 270139, ella við at skriva ein teldupost á kala161198@hotmail.com.

Seinasta freist at tekna seg er fríggjadagin 1. septembur 2023. Nærri kunning viðvíkjandi ferðing og skrá til leguna kemur seinni á sr.fo og á facebookbólkinum Ung í Dansi.

Sommarleiren + NORDLEK 2024

Summarleiren og NORDLEK 2024 fyri ung í aldrinum 15 til 26 ár.

Ert tú í aldrinum 15 til 26 ár, so kanst tú nú tekna teg til summarleguna og NORDLEK 2024.

Vit flúgva beinleiðis við Atlantsflogi úr Føroyum til Oslo mikudagin 10. juli 2024 kl. 08:00 og heimaftur sunnudagin 21. juli 2024 kl. 16:35.

Mikudag 10.07 til fríggjadag 12.07 ferðast vit í suðurnoregi og síggja ymiskt og fara at vísa fram dans v.m. Ætlanin er m.a. at vitja Setesdalen og Kristiansand.

Fríggjadag 12.07 til týsdagin 16.07 verður summarlegan fyri norðurlendsk ung nærindis Arendal.

Týsdagin 16.07 til leygarkvøldið 20.07 verður sjálv høvuðsstevnan í Arendal.

Tey ungu gista saman á skúla.

Øll ferðin er púra rúsfrí! Luttakarar skulu sjálvir tekna ferðatrygging.

Egingjaldið fyri flogferð, ferðing í Noregi, útferð, gisting og mat verður kr. 3.500 fyri hvønn luttakara, og tá er stuðul á á leið 4.000-5.000 drigin frá. Krav er harumframt, at luttakarar eru limir í Ung í Dansi árið 2024, og luttakararnir skulu vera virknir í fyrireikingunum um várið 2024 (læra seg neyðug kvæði, dansir v.m.).

Luttakaratalið úr Føroyum er avmarkað til 20 ung, og tí sleppa bert tey fyrstu 20, sum melda til, við. Skrivið teldupost til sr@sr.fo, har tit upplýsa

  • fornavn,
  • eftirnavn,
  • føðingardato,
  • fullan bústað,
  • telefonnummar
  • teldupost

Við tilmelding verður goldið kr. 500 í depositum inn á konto nr. 9181-1564368 í Betri Banka. Í seinasta lagi 1. mai 2024 skal restin, kr. 3.000, gjaldast.

Ribarferð 2023

Í 2019 ætlaði Eysturoyar dansifelag at fara eina uttanlandsferð, og semja var um at fara til Danmarkar og til Ribe í juli 2020, tí býurin og Suðurjúlland annars eru søgulig og áhugaverd bæði sum ferðamál og í kvæðasamanhangi. Hjúnini Jens og Marita Dalsgaard tóku á seg at skipa fyri, og alt var til reiðar, tá ið heimurin fór í dvala av heimsfarsóttini, og ferðin var av ongum. Men í 2023 var heimurin komin fyri seg aftur, og 30. juni–9. juli vóru 32 limir í Eysturoyar Dansifelag á ferð í Suðurjúllandi. Vit búðu á DanHostel í Ribe. Sláið Ring stuðlaði dansiferðini, og her er ferðafrásøgn, sum vit hava fingið frá Eysturoyar dansifelagi.

Fríggjadagur 30. juni

Fólk møttu væl uppløgd til bussin við skúlan við Løkin í Runavík og á Sjóvarhøvda á Strondum beint eftir midnátt. Vit vóru í Havn í góðari tíð, har tey seinastu løgdust afturat ferðalagnum, til at fara við Norrønu klokkan 03.30. Tá ið Norröna stevndi av Havnini tveir tímar seinkað, mundu tey flestu liggja í fasta svøvni. Hvør sættaði sær, tá ið tey vaknaðu fyrrapartin. Klokkan 13.30 vandu vit eina løtu í Skansastovu, tí bingo skuldi byrja klokkan 15.00. Venjingin gekk heilt væl, og bingoúrslitið var eisini gott, tí fleiri vunnu nakrar krónur. Um kvøldið bjóðaði felagið buffet í Skansastovu. Ein lítil fløkja var í, men alt spældi væl av, og øll vóru mett og væl sett, tá ið ferðalagið skipaði føroyska dansin uttan fyri matstovuna. Tað var kvøðið lætt og stutt, og undirtøkan var sera góð.

Leygardagur 1. juli

Frá Hirtshals hildu vit leiðina suður ígjøgnum Jylland klokkan um leið klokkan 13.00. Í bussinum segði Jóannes frá um Magnus Heinason, um hansara lív og fløkjur og klandur við Valkendorf, sum endaði við, at Magnus varð hálshøgdur við svørði. Tað var stór tign, tí tað vóru einans aðalsmenn, sum fingu tann ivasama heiðurin. Sloyfan á hesum søguliga partinum endaði inni kirkjuni í Ørslev kloster. Magnus varð hálshøgdur í Keypmannahavn, men góði vinur hansara Hans Lindenov flutti líkið til Ørslev kleystur, har Magnus liggur grivin frammi í kór í kirkjuni. Síðan helt leiðin fram til Ribe, har vit komu á nátturðatíð. Dagurin endaði við góðum felagsdøgurða, dansivenjing og stuttum spákingar-túri í miðbýnum í Ribe.

Sunnudagur 2. juli

Yvirskriftin til dagin var rúnarsteinarnir í Jelling. Dagurin byrjaði við kirkjugongd við altargongd klokkan 10.00 í tignarligu Ribe dómkirkju. Vit vóru stásklødd og tey, sum kundu, vóru í føroyskum klæðum.

Síðan varð kósin sett ímóti Kongernes Jelling, sum er á listanum hjá UNESCO. Vit byrjaðu við at dansa inni í móttøkuni á savninum. Fitt av áskoðarum var, og fleiri komu uppí. Matpakkin varð etin uttandura. Aftaná var ein geitað frásøgn um Jellingasteinarnar og um, hvussu Harald Blátonn kristnaði Danmark. Eisini vitjaðu vit inni í kirkjuni, sum var restaurerað í 2020.

Komin aftur á DanHostel var døgurðin til reiðar: kamsteik og pannukøkur við ísi omaná. Aftaná var dansivenjing.

Veðrið hevur ikki verið nakað serligt. Keðiliga føroyska summarveðrið fylgir okkum, sum í dag hevði við sær, at vit dansaðu innandura í Jelling í ístaðin fyri uttandura. Í morgin er eisini broyting í skránni, tí veðrið hevur við sær, løtan millum flóð og fjøru eru so stutt, at ikki er farandi út á Mandø, sum ætlað. Tann túrurin verður ístaðin fríggjadagin.
Í morgin er ein vitjan á Vadehavscenteret sett á skránna ístaðin.

Mánadagur 3. juli

Klokkan 9.30 vóru øll ferðabúgvin og til reiðar at fara í bussin, sum skuldi koyra okkum til Vadehavssentrið. Hetta er eitt nýmótans savn, sum var bygt í 2010. Framsýningin, Trækfuglenes Vadehav, sum lýsir sera væl hesa heilt serligu náttúruna, kom á listan hjá UNESCO í 2014. Økið er stórt, 800 km langt og 8000 km2 stórt. Veður og vindur hava sera stóra ávirkan á økið, har partar av lendinum eru undir vatnskorpuni, tá ið fløðir, og stormar og flóðaldur hava gjørt sítt til, at økið broytist nógv. Hetta verður sera væl lýst við nýmótans tøkni. Eisini verða liviumstøðurnar væl lýstar, áðrenn verjugarðarnir vóru bygdir fram við suðurjútsku strondini, eins og djóramargfeldni í økinum verður sera væl lýst. Eitt sera áhugavert og nýmótast savn, sum er vert at vitja eina ferð afturat.

Á heimleiðini greiddi Jens stutt frá Ribarhús, sum stóð á Slotsbankanum, sum vit koyrdu framvið. Ivaleyst spákar sær onkur sær ein túr á staðið, áðrenn vit fara heim, og onki er at ivast í, at trivið verður í nøkur ørindi av Dronning Dagmar og Der går dans på Ribergade. Komin aftur beint eftir middag keyptu fólk sær ein bita hugdu seg um í Ribe.

Klokkan 16.00 dansaðu vit á torginum í býnum. Fleiri grov æl høvdu verið fyrrapartin, men tað bilti ikki, ímeðan vit dansaðu. Restina av degnum var frí. Um kvøldið savnaðust vit í hugnaligu stovuni við kortspæli og práti. Í morgin er geitaður túrur í Ribe fyrrapartin, og seinnapartin ger hvør, sum sær sjálvum líkar.

Týsdagur 4. juli

Klokkan 9.30 vóru øll til reiðar, og vit spákaðu oman á býartorgið at bíða eftir frásøgumanninum, men hann bíðaði eftir okkum við DanHostel. Tað fløkjuna greiddi Marita skjótt, og tá ið klokkan var farin av 10, var hann komin oman til okkara.
Túrurin byrjaði við dómkirkjuna, har vit fingu frágreiðing um kirkjuna og kirkjubyggingina. Ætlanin var at fara inn í kirkjuna, men har var konsert. Í steðginum á torginum hoyrdu vit m.a. um Hotel Dagmar, sum er elsta hotell í Danmark. Aftaná gekk leiðin inn á Grønnegade. Har greiddi okkara frásøgumaður frá bygningum, ymsum merkjum og hornasteinum á húsahornunum, sum vóru settir sum verja, soleiðis at hestavognarnir ikki sneiddu húsahornini av í ferðini. Síðan gekk leiðin oman til Ribe á. Vit hoyrdu um hennara týdning og leiklut í, at Ribe vaks frá einum marknaði til at vera ein býur. Vit steðgaðu við Stormflodssøjlen, sum vísir vatnstøðuna í ymsum ódnarflóðum. Ódnarflóðin í 1734 var tann ógvuligasta og var 4 metrar oman fyri miðal-vatnstøðu. Høvdu verjugarðarnir fram við jútsku suðurstrondini ikki verið bygdir og hildið, hevði staðið sera illa til í tiltikna ódnarstorminum 3. des 1999. Vit hoyrdu eisini um piratar, sum vórðu hálshøgdir og høvdini vóru sett á pelar á Hovedengen hinumegin ánna, harav navnið. Síðan fóru vit inn Sct. Catharinækirkjuna. Vitjanin var stutt, tí jarðarferð skuldi vera í kirkjuni eina løtu seinni. Inni í kirkjuni sungu vit “Upp alt, ið Harrin hevur gjørt,” sum Brorson yrkti, hann var biskoppur í Ribe í eini 20 ár. Ein lítil steðgur var við ráðhúsið, sum er minst 500 ára gamalt og er elsta ráðhús í Danmark. Tað var ráðhús og dómhús, til Ribe kommuna varð løgd saman við Esbjerg kommunu í 2007.

Vit endaðu rundferðina við standmyndina av Ansgari, sum kristnaði danir, og inni í savninum
við útgrevstrinum, sum vísir elsta kirkjugarðin í Danmark, sum er frá umleið 885 e.Kr. Útgrevsturin vísir eisini kleysturgrundina, sum var bústaður hjá 15-20 handverkarum, sum vóru við til at byggja ta fyrstu kirkjuna í Ribe.

Seinnapartin gjørdu fólk tað, tey høvdu hug til. Summi spákaðu sær ein túr, nøkur hvíldu, og onnur lótu gjaldskortið nerta við gjaldsterminalar. Nøkur fóru upp í tornið í dómkirkjuni, og ein bólkur fór niðan á Slotsbankan, har Ribarhús stóð, sum Drotning Dagmar helt til í, og har hon doyði í 1215. Søgnin sigur, at Valdemar Sigur, maður hennara fekk boðini um, at hon lá til tað síðsta, og hann skundaði sær heim úr Skanderborg og náddi at sita við hennara lið, tá ið hon doyði.

Á heygnum er ein vøkur standmynd av drotning Dagmar. Bólkurin sló ring og kvóð bæði Dronning Dagmar og Der går dans på Ribergade á staðnum.

Dagurin endaði við hugnaløtu og kortspæli í barnaspælirúminum í okkara tilhaldi.
Í morgin er Christiansfeld á skránni. Hetta er ein sera áhugaverdur býur við síni sera áhugaverdu býarskipan. Veðurforsøgnin boðar frá regni og vindi, so tað ræður um at lata seg í eftir veðrinum.

Mikudagur 5. juli

Veðurforsøgnin vísti seg at halda. Tað regnaði av grimd allan dagin við nøkrum fáum ælaslitum. Bussførarin setti kósina ímóti Christiansfeld, tá ið øll vóru komin í bussin beint eftir klokkan níggju. Túrurin tók knappan tíma. Yvirskriftin fyri túrin var tann parturin av Christiansfeld, sum er knýttur at Brødremeningheden, og sum er á listanum hjá UNESCO. Vit vóru býtt í tveir bólkar, sum gingu ávikavist ein stuttan og ein longri túr.

Christiansfeld var grundlagdur í 1773 – 1885. Stovnarin av Unitas Fratrum (Brødremenigheden) Grev Zinzendorf var á vitjan í Keypmannahavn í 1731. Við íblástri frá Struense gav Christian VII meinigheitini eitt øki í Suðurjútlandi, og tey skipaðu seg við egnari býarskipan við øllum tí, sum hoyrir til eitt býarsamfelag, m.a. handverkarum, heilsuverki og skúla. Eitt eyðkenni við meinigheitini er, at hon hevur fasta skipan fyri lívið. Nøkur av orðunum eru felagsskapur, missión og dogmatisk pragmatisma. Nógvir bygningar eru varðveittir og eru í upprunalíki uttan.

Fyrsti steðgur var við standmyndina til minnis um sameiningina í 1920 við sunnasta partin av Danmark. Annar steðgur var inni í kirkjugarðinum, sum tey nevna Gudsakur (Gudsager). Hann er skipaður á tann hátt, at kvinnugravirnar eru norðaru megin, og mansgravirnar eru sunnaru megin við einari gøtu mitt ígjøgnum garðin. Gravsteinarnir liggja niðri, og einans navn, føði- og deyðadagur standa á steininum, og gravirnar verða ikki niðurlagdar.
Vit gingu eisini fram við ymiskum verkstøðum og áhugaverdum bygningum. Síðan var ein steðgur í einum urtagarði. Hetta er ein nýggjur urtagarður, men sum er skipaður eftir fyriskriftunum hjá Comenius, sum vóru, at ein urtagarður skal vera bæði til hvíld og nyttu. Hvør familjueind hevði sín urtagarð og hann skuldi nøkta tørvin hjá familjunum við frukt og grønmeti.

Vit hoyrdu eisini um skúlaverkið, at bæði gentur og dreingir gingu í skúla. Eisini vóru kostskúlar – ein dreingjakostskúli og ein gentukostskúli. Grundtankin var, at búgva børnini og tey ungu út til at vera før fyri at klára seg væl og nema sær eina útbúgving, um tey høvdu hug til tað. Tey ríku guldu fyri at ganga í skúla, og tey fátæku guldu lítið ella onki. Vit vóru eisini inni í kirkjuni, sum er ógvuliga nakin innan. Hon er hvítmálað, har er onki kór, ongin doypifuntur og ongin prædikustólur. Dópsfatið verður einans tikið fram til dóp. Skipanin er eins og tað var í føroysku kirkjunum fyrr, kvinnurnar sita vinstrumegin og menninir høgrumegin, men børnini sita á fremsta bonki. Eisini hava tey ta siðvenjuna, kistan verður ikki borin inn í kirkjuna, tí at kirkjan er til tey livandi. Kransar og blómur koma heldur ikki inn í kirkjuna. Vit sungu “Harra Gud títt dýra navn og æra” inni í kirkjuni. Vit endaðu túrin við einum drekkamunni á café við teimum vælkendu honningkakunum afturvið.

Miðmálin var etin á einari matstovu á leiðini til Dybbøl mølle, har vit hugdu okkum um á økinum og inni í mylluni, sum var bygd uppaftur seinastu ferð eftir ein eldsbruna í 1935. Hon var virkin sum mylla fram til 1990. Søgan hjá økinum og mylluni er sera áhugaverd, tí tey hava mangan verið í brennideplinum í marknakríggi við londini sunnan-fyri. Nøkur kvóðu nøkur ørindi av Prins Christian á kraganum á Dybbøl mølle.

Síðan varð kósin sett ímóti Als og Sønderborg. Ætlanin var at fara at hyggja at Sønderborg slotti, at spáka í Sønderborg og at eta í hesum hugnaliga býi. Men nú regnaði av grimd, og vindurin var so nógv vaksin, at vit fóru til hús, har fólk fingu sær okkurt niðurum og hvíldu. Seinni um kvøldið var veðrið batnað so mikið, at nøkur fóru túrin við vektaranum í Ribe. Í morgin er frídagur.

Hósdagur 6. juli

Nú var summarveðrið komið, og gott høvi var hjá fólki at taka sær av løttum og njóta dagin. Møguleiki var at fara til Esbjerg við bussinum, ella koyra út til Kamarslúsuna, sum regulerar vatnstandin í Ribe á. Fleiri tóku av tilboðunum, onkur vitjaði familju ella kenningar, og onnur vitjaður framsýningar og spákaðu sær ein túr afturat í hesum sera áhugaverda og hugnaliga býi.

Í morgin er útferðin út á Mandø, sum skuldi vera mánadagin, á skránni.

Fríggjadagur 7. juli

Dagurin upprann við fagrasta summarveðri, so fyri fyrstu ferð var neyðugt at taka sólbrillur, sólhatt og sólkrem fram.

Vit fóru frá húsum í góðari tíð, tí einasta farleið út á Mandø er eftir einum vegi, sum einans er koyrandi eftir á fullari fjøru. Vit koyrdu við Mandøbussinum út á oynna. Mandø er ein lítil sjóvarfalsoyggj, sum liggur ímillum Fanø og Rømø. Tær báðar eru ríkar, meðan Mandø er fátøk.

Úti á Mandø tók geitin ímóti okkum. Hann eitur Preben og hevur búð alt lívið á oynni. Hann var sera fryntligur og dugdi sera væl at siga frá og kryddaði við nógvum stuttligum og áhugaverdum søgum. Hann segði frá lívinum fyrr og nú. Mesta fólkatalið hevði verið 280 fólk. Nú eru einans 27 fastbúgvandi fólk á oynni.

Vit vóru inni í kirkjuni, og vit vóru á strondini og sóu stormflóðssúluna, sum er nýggj. Hon er ein gáva frá einum týskum pari, sum hevur verið nógv á oynni.

Eitt tað mest áhugaverda hjá okkum kvøðarum var at síggja steinin, sum er reistur drotning Dagmar til minnis um, tá ið hon steig á land. Sjálvandi kvóðu vit vísuna um Drotning Dagmar á staðnum. Hetta var ein stórbær løta, og sjáldan hevur henda vísa gingið betri.

Vit ótu eina máltíð á matstovuni, sum frásøgumaðurin rak saman við konuni. Tey høvdu eisini handilin, og stóðu eisini fyri ferðafólkaflutninginum til og frá oynni.

Tá ið vit koyrdu inn aftur á fastlandið fløddi, og bussurin koyrdi eftir einari rás, sum var merkt av við stabbum.

Á Mandø høvdu vit ein herligan dag – langan dag – tí tað var so væl sjógvað.

Seinni um kvøldið var fráfaringardøgurði á DanHostel við góðum mati og hugna. Vit fingu tátt frá Jóannesi, og Doris skipaði fyri einari spurnakapping um føroyskar bygdir. Eitt stak hugnaligt kvøld.

Í morgin er fráfaringardagur. Vit byrja at koyra ímóti Hanstholm klokkan 8.30, og Norröna leggur leiðina ímóti Føroyum klokkan 15.30. Seint sunnukvøldið eru vit aftur í Føroyum.

Leygardagur 8. juli

Túrurin heim við Norrönu var góður. Fólk hugnaðu sær saman og hvør sær. Um kvøldið dansaðu vit eina løtu uttan fyri Skansastovu. Joen Carl legði fyri við Flóvin Bænadiktsson.

Sunnudagur 9. juli

Klokkan 22.30 legði Norröna at bryggju í Havn. Okkara trúfasti bussførari koyrdi inn á Strendur og til Runavíkar. Vit endaðu hesa frálíku ferð við at syngja “Nú dagurin at enda er” í Eysturoyartunlinum.

Ein framúr ferð er komin at enda, sum bæði var stuttlig, áhugaverd og søgulig.

Eysturoyar Dansifelag takkar øllum, sum stuðlaðu ferðini.

Takk fyri túrin.

Pálin Olsen skrivaði.

NORDLEK 2024

Norðurlendska fólkadansistevnan NORDLEK 2024 verður í 2024 hildin í Arendal í Noregi í døgunum 16. – 21. juli.

Á skránni er sum vanligt dansur, útferðir, framsýningar av m.a. hondgjørdum lutum og pløggum.

Ilt er at siga, hvussu nógv eru áhugað í at fara á NORDLEK 2024. Vit hava biðið um innivist á hotelli fyri 30 fólkum. Um fleiri tekna seg, verður roynt at fáa fleiri pláss. Men minnist til: Tann, ið fyrstur er …

Sum tað sær út nú, verður flogið yvir sunnudagin 14. juli og heimaftur sunnudagin 21. juli.

Ein fyribils kostnaðarmeting ljóðar uppá uml. kr. 7.500 pr. luttakara. Tá er tikið við: flogferð, gisting, flutningur millum Oslo og Arendal, luttøkugjaldið til NORDLEK 2024 og útferð.

Vit hava ikki tikið matin á stevnuni við, tí ymiskt er hvussu og hvar fólk vilja eta. Morgunmatur er íroknaður prísin á hotellinum.

Vit heita á feløgini, um at kunna limirnar. Fyribilstilmeldingin er sett til 15. november 2023.

Undan stevnuni NORDLEK 2024 verður ein ungdómsstevna, ”Sommerleiren”, har ung úr 15 árum upp í 26 ár kunnu luttaka. Sláið Ring fer í næstum at senda út serskilda kunning um hetta.

NORDLEK 2024 í Arendal hevur heimasíðuna: https://www.nordlek2024.no/

Sláið Ring stendur fyri ferðini og hevur heitt á Rasmus Joensen og Trygva Samuelsen um at samskipa luttøkuna á Nordlek 2024.

Um tilmelding v.m. vendið tykkum til Rasmus Joensen.
T-postur rasmus.a.joensen@gmail.com, tlf. 210 412.

Vinarliga
Sláið Ring

Vegna fyrireikingarbólkin
Rasmus Joensen og Trygvi Samuelsen

Dansifelagið í Havn á útferð

Leygardagin 13. mai 2023 fór Dansifelagið útferð, eini 30 fólk vóru í ferðalagnum.

Stutt eftir middag varð farið við bussi frá Hornahúsunum til Funning, har borðreitt varð fyri okkum í skúlanum við drekkamunni og lekkrum pannikøkum. Meðan vit vóru í skúlanum greiddi Jógvan Højsted hegnisliga frá um bygdina Funning, um Grím Kamban, ið nam land her og um gomlu býlingarnar og staðarnøvnini.

Aftaná gingu vit gjøgnum bygdina og vórðu víst inn í gomlu húsini Ølvustovu, sum eru sett so vakurt í uppruna stand, og fingu eisini ymiskt at vita viðvíkjandi húsunum og teimum, ið høvdu búleikast har.

Síðani varð farið yvir um vegin, og inn í (ovaru) Atustovu, ið eru sett vakurt í stand uttan, og har arbeitt verður við at snøgga tey innan.

Sjálvandi varð eisini farið upp á gólv í dansistovuni, ið Poul Eide var ein av headmonnunum at byggja. Hon var tikin í brúk 1. januar 1950. Hon er júst sett í stand og fingið ein lítlan tilbygning, so har eru betur hentleikar. Vit kvóðu Ólav Riddararós og Kong Hans han sidder på København, áðrenn vit fóru víðari við bussi. Poul var sjálvur ein av stovnarunum av Dansifelagnum í Havn, og tað hevur altíð verið nógv fólk úr Funningi, sum hevur virkið í Dansifelagnum, og tað er enn soleiðis í dag, so stuttligt var at vitja her.

Komin til Klaksvíkar vórðu vit boðin inn í Biskupstø garðin, ella Nólsoyar-Páls garð, sum fleiri kalla hann. Vit vórðu sjálvandi víst runt, og so segði Archibald Black hegnisliga frá um alt viðvíkjandi garðinum. Hvussu tey høvdu bygt hann við nýmótans hentlekum í gamlan stíl eftir upprunatekningum og frásagnum. Um søguna og ættarbond hjá Nólsoyar-Pálli, og ikki minst sjóferðum, stríð við embætismenn og fuglakvæði, yngra. Áhugin var stórur, nógv varð spurt og svarað til, so tað mundi ganga eini fimm korter áðrenn frásøgnin var liðug. Magni í Horni skipaði nøkur ørindi úr fulgakvæðinum, áðrenn vit løgdu leiðina niðan í Skálan.

Í Skálanum vórðu vit væl móttikin av Klaksvíkar dansifelagið, sum hevði skipað fyri borðhaldi við lekkrum smyrdum breyði og heimabakaðum kakum omaná. Tá vit høvdu etið og sungið og nakrar røður vóru hildnar fóru vit upp á gólv. Sum ofta er, so var ringt at slíta ringin, tá bussurin var komin, tí dansurin og prátið gekk so lystiliga. Men nú var tíð til frið at venda, tí vit høvdu verið leingi á ferð.

Vit gleðast um tað góðu undirtøkuna millum limirnar – og serliga at limirnir bæði i øllum aldursbólkum vóru væl umboðað. Eisini vilja vit takka Sláið Ring fyri stuðulin til útferðina, sum ger tað møguligt at fara eina slíka útferð fyri at stimbra um samanhaldið í felagnum.

Men ikki minst vilja vit takka øllum bæði í Funningi og í Klaksvík fyri mikið gestablídni, hugna, forvitnisligar frásagnir og sjálvandi góðan dans.

Í kjalarvørrinum á koronafarsóttini veitir Sláið Ring feløgum stuðul til slíkar innanlandsferðir, ið hava til endamáls at halda lív í feløgunum og fáa tey virkin aftur.

Tøkum lætt á ferð í Suðuroy

Vikuskiftið 28. til 30. apríl var dansifelagið Tøkum lætt á dansiferð í Suðuroy. Farið varð suður við Smyrli fríggjadagin og tey flestu gistu tvær nætur á Hotel Øravík, har felagið bjóðaði náttúra.

Vit fóru suður fríggjadagin 28. apríl, og størsti parturin gistir á hotel Øravík, har felagið bjóðaði náttúra, og vit høvdu eitt hugnaligt borðhald. Leygardagin varð farið útferð við bussi. Vit vóru í Akrabyrgi og koyrdu um Hestin til Víkarbyrgis. Steðgað varð á fyri at njóta vakra útsýnið yvir á Beinisvørð og norður eftir vestursíðuni á Suðuroynni. Í Hovi varð vitjað í gamla handlinum, sum nú er vorðin víkingasavn og savn av fornum lutum. Har hoyrdu vit frásøgnina um Hovgrím, sum var við í bardaganum móti Bresti og Beini í Dímun á sinni. Hovgrímur var mikil høvdingi, men lat sum kunnugt lív í bardaganum móti Bresti. Tað sigst, at Hovgrímur er grivin í Hovi, sum var hansara høvdingasæti.

Um kvøldið fóru vit á matstovuna Garðslon í Vági, og harfrá í dans í Jómsborg í Vági. Kvæðakempur úr Sumba høvdu leitað sær í dans við miklum fylgi. Eisini vágbingar og aðrir suðuroyingar vóru til dystin fúsir at trína dansin og spardu hvørki gólv ella skógvahúð. Fastliga varð stigið til, kvæðini rungaðu undir loftinum og lagið var gott. Tá liðið var eitt sindur á náttina varð smurt breyð sett á borðið, og vit kundu øll njóta eina góða máltíð.

Sunnudagin varð farið norður aftur við Smyrli, og vilja vit takka suðuroyingum fyri góðan dans og blíðskap.

Alt í alt ein sera væleydnaður túrur.

Í kjalarvørrinum á koronafarsóttini veitir Sláið Ring feløgum stuðul til slíkar innanlandsferðir, ið hava til endamáls at halda lív í feløgunum og fáa tey virkin aftur.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×