Kvæðastevna – fyrilestrar og dansur

Leygardagin 7. september 2019 skipa Sláið Ring og Norðurlandahúsið fyri tiltakinum kvæðastevna, fyrilestrar og dansur. Tiltakið verður og Norðurlandahúsinum og byrjað verður kl. 15:00.

Fyrilestrarnar koma Jákup Reinert Hansen og Jóanes Johannesen at halda.

Jákup Reinert Hansen kemur at greiða frá um kvæðaskaldskapin hjá Mikkjali á Ryggi. Saman við Heina F. Petersen gav Jákup í 1994 út Mikkjalsbók, ið er breitt verk um skaldið Mikkjal á Ryggi – í hesum sambandi kom eisini nógv forkunnugt undan kavi viðvíkjandi hansara kvæðaskaldskapi.

Jóanes Johannesen er vaksin upp við dansi í Dali og er av virknastu fólkum í føroyskum dansi í Sandoynni. Jóanes kemur at greiða frá um føroyska kvæðið um Hábarð. Kvæðið, ið er langt – í trimum tættum – hevur verið kvøðið í eysturbygdunum í Sandoynni.

Eftir fyrilestrarnar verður farið upp á gólv.

Fyrst leggur Vága dansifelag fyri við nøkrum styttri kvæðum eftir Mikkjal á Ryggi: Einar suðuroying, Jóhannis Joensen skipar, og Eg havi verið fermur og ungur, Jónvør Petersen skipar, umframt Grindavísuna, Arnjohn Hvítklett skipar.

Seinni kvøða vit Álvs tátt (annan tátt úr Hábarðs kvæði), Símun Erik Johannesen skipar. Eisini kvøða vit Brókatátt, Ólavur Lydersen skipar. Síðani er frítt at skipa.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Skrá

  • Kl. 15:00:
    Kvæðaskaldskapur hjá Mikkjali á Ryggi. Jákup Reinert Hansen greiðir frá.
  • Kl. 16:00:
    Einar suðuroyningur, Jóhannis Joensen skipar, leinki til tekst,
    Eg havi verið fermur og ungur, Jónvør Petersen skipar, leinki til tekst,
    Grindavísan, Arnjohn Hvítklett skipar, leinki til tekst,
  • Kl. 16:45:
    Steðgur – til ber at keypa kaffi/te og heimabakað í SYSTRAR. Harafturat er ein serlig matarskrá, ið má bíleggjast áðrenn kl. 15:00 sama dag. Sí matarskránna niðanfyri.
  • Kl. 17:15:
    Hábarðs kvæði. Jóanes Johannesen greiðir frá.
  • Kl. 18:00:
    Álvs táttur (2. táttur úr Hábarðs kvæði), Símun Erik Johannesen skipar, leinki til alt Hábarðs kvæði, (lag/niðurlag sum í Arngríms synum – Har var leikur har var stríð…)
    Bróka táttur, Ólavur Lydersen skipar, leinki til tekst.
  • Kl. 18:45:
    Frítt at skipa.

Matarskrá (bíleggjast áðrenn kl. 15:00):

  • Vistfrøðilig grønmetissúpan við breyði 89 kr.
  • Fiskadella og vistfrøðiligt súrdeiggjbreyð 79 kr.
  • Vistfrøðiligur hveitibolli við osti og smøri 30 kr.
  • Vistfrøðiligur grovbolli við osti og smøri 30 kr.

Ung í Dansi í Hesti

Vikuskiftið 20. til 22. september 2019 verður skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Hesti. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman. Tað er ungdómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi – ið skipar fyri. Hetta hevur verið afturvendandi tiltak í nógv ár, føroyskum dansi at frama. Vit møtast sum vanligt til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna sum heild. Eisini kemur onkur at fortelja um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.

Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis!

Tit kunnu tekna tykkum, við at skriva eini privatboð til Róðu Bødvarsdóttir á Facebook, ella við at skriva ein teldupost til bodvarsdottir@hotmail.com.

Vónandi síggjast vit – og um nakrir spurningar eru, so spyrjið endiliga!

Seinasta freist at tekna seg er 16. september 2019.

Nærri kunning viðv. ferðing o.ø. kemur seinni á sr.fo.

Eisini verður aðalfundurin hjá felagnum Ung í Dansi leygardagin ella -kvøldið 21. september 2019 í Hesti. Tíð og stað verður lýst seinni á sr.fo.

Tiltak um Brókatátt í Spaniastovu

Á sjómannadegnum, leygarkvøldið 17. august 2019 kl. 20:10 skipar Klaksvíkar dansifelag fyri tiltaki um Brókatátt í Spaniastovu.

Brókatáttur er yrktur uml. 1750 um eina hendingaríka útróðrarferð í 1746, har Jóannes Niklasson kemur í holt við eina yvirvaksna flundru.

Jónleif Johannesen greiðir stutt frá Brókatátti, søgugongd, yrkjara og táttaørindum, sum eru knýttir at havinum.

Jógvan Ravnsfjall greiðir frá um útróður í Føroyum í uml. 1750, um tað mundi tá hendingin í Brókatátti fer fram.

Eftir hetta verður farið uppá gólv at kvøða Brókatátt. Jónleif Johannesen skipar.

Aðalfundur 2019

Til øll limafeløgini og umboðsráðslimirnar

Við hesum verður boðað frá at aðalfundurin hjá Sláið Ring verður leygardagin 14. septembur 2019 kl. 12:00 í U407 á 4. hædd í Sjóvinnuhúsinum, Vestara bryggja, Tórshavn.

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og harumframt hava feløgini møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava viðgjørd.

Mál frá feløgum
Mál, ið feløg vilja hava til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi leygardagin 31. august 2019.

Fundarskrá til ársaðalfundin
1. Val av orðstýrara og fundarskrivara.
2. Ársfrágreiðing.
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
4. Viðgerð av innkomnum málum.
5. Ásetan av limagjaldi fyri komandi árið.
6. Val av nevnd og tiltakslimum.
7. Val av grannskoðara.
8. Ymiskt.

Tórshavn, hin 9. august 2019
Gunnar Restorff, fm
Sláið Ring

Dansinátt á Tvøroyri – AVLÝST

Gevið gætur: vegna ov lítla undirtøku er dansináttin avlýst.

Dansináttin 2019 verður á Seglloftinum á Tvøroyri tann 17. august 2019. Klokkan 19:00 verður borðhald og kl. 22.00 verður almennur føroyskur dansur. Til borðhaldið er 3 rættirs menu, við forrætti og høvuðsrættur er lambakjøt. Omaná verður rabarbugreytur. Tilmelding til borðhaldið fer fram við at ringja ella sms’a til 788045. Kostnaður 300 kr. og goldið verður kontant við dyrnar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tvøroyrar Dansifelag

Ferðafrásøgn frá dansiferð hjá Vága dansifelagi

Í fleiri ár hevur Vága dansifelag verið partur av Nordisk folkdansfestival. Hetta er ein dansistevna, sum verður hildin í norðurlondunum Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Álandi. Samstarvið byrjaði í 1982 tá Leikaringen Huldra í Noregi hevði stevnu, og síðan hevur hon skifts millum feløgini. Í ár var Skuruportens folkdanslag vertur og varð stevnan hildin í døgunum 26. til 30. juni 2019 í Skurup í Suðursvøríki.

Í ferðalagnum hjá Vága dansifelagi vóru (sí myndina omanfyri): Kristianna á Lofti, Arnjohn Hvítklett, Lilja Joensen, Dánial Jákup Jørgensen, Hervør Jørgensen, Elisabeth Thorsteinsson, Kára á Steig, Árni Jacobsen, Elspa Suffía Joensen, Anna Elisa Jacobsen, Sigurd Jan Tavsen, Lív Vilhelmsen, Gunnar Restorff, Paula Vilhelmsen, Eyð Ellingsgaard, Guðrið á Lofti, Bergfríð Næs, Osla Petersen, Edvard í S. Joensen og Eina Gudmundsen.

Felagið hevði gjørt og vant tvær skráir, ið vórðu framførdar fleiri ferðir har vit dansaðu inn og út við vanligum føroyskum dansi og annars framførdu ymisk dansispøl.

Skrá 1
Dansa inn: Føroyingar, sum her nú koma saman (Gunnar Restorff skipar)
Reisa Hjørt (Kristianna á Lofti skipar)
Gomla keta: Gudbrands kvæði (Arnjohn Hvítklett skipar)
Slippudansur: Leivs kvæði (Hervør Jørgensen (Edvard S. Joensen) skipar)
Ríða edilig (Hervør Jørgensen (Anna Elisa Jacobsen) og Edvard S. Joensen skipa)
Dansa út: Ormurin langi (Edvard S. Joensen skipar)

Skrá 2
Dansa inn: Flóvin Bænadiktson (Anna Elisa Jacobsen skipar)
Massøren drager sit rødeguldbånd (Gunnar Restorff skipar)
Bardagin í Stóru Dímun (varð ikki brúkt, av tí at Hervør var sjúk)
Bandadansur: Torkils døtur (Lív Vilhelmsen skipar)
Ríða edilig (Hervør Jørgensen (Anna Elisa Jacobsen) og Edvard S. Joensen skipa)
Dansa út: Grindavísan (Arnjohn Hvítklett skipar)

Mikudagur, 26. juni
Flestu luttakararnir fóru úr Føroyum mikumorgunin og so fylgdust øll við bussi úr Kastrup til Skurup. Hervør Jørgensen, sum var farin nakrar dagar áðrenn vit onnur, var tíverri vorðin sjúk, so Hervør og Dánial Jákup kundu ikki vera við til tær fyrstu framførslurnar. Í Skurup vórðu vit væl móttikin av Skuruportens folkdanslag og vórðu innkvarterað á Skurups folkhøgskole. Aftaná nátturðan varð stevnan sett. Vit í Vága dansifelagi vóru eitt sindur misnøgd við, hvussu tjóðsangurin hjá okkum varð framførdur – melodiurin var ikki heilt rættur og violinin spældi so títt, at eingin fekk sungið við, men soleiðis varð tað. Síðani framførdi hvør bólkur ein dans – og vit framførdu bandadans við Torkils døtrum.

Hósdagur, 27. juni í Ystad
Tíðliga upp at eta morgunmat og so at lata seg í føroysk klæði. Vit fóru úr Skurup við bussi saman við dønum um morgunin og dansaðu á Anna Lindhs plats við smábátahavnina í Ystad. Anna Lindh var svenskur uttanríkismálaráðharri, sum varð stungin til deyða í einum keypssentri í Stockholm í september 2003. Síðan gingu vit niðan í býin til Mariu kirkjuna og dansaðu har – eisini saman við dønum. Norðmenn og finnar høvdu dansað har og vóru farin til Anna Lindhs plats at dansa. Aftaná dansin fóru nøkur inn í kirkjuna og nøkur fóru rundtúr har í økinum. Mariu kirkjan er ein gomul kirkja frá umleið 1200 talinum. Har var nógv áhugavert at síggja. Síðani fóru vit við ferðaleiðara í fótasporum Wallanders. Afturkomin fingu vit at eta og dansaðu so í gongugøtuni og við Østerport torg. Tá vit koyrdu heimaftur, fekk onkur eina brúkiliga mynd av standmyndini av Nils Holgarsson, ið var við høvuðsvegin til Skurup. Tá vit komu heim, vóru Hervør og Dánial Jákup komin, so nú vóru vit fullmannað. Aftaná nátturða var lekstuga í høllini og so hugni um kvøldið.

Fríggjadagur, 28. juni í Landskrona
Aftur tíðliga upp at eta morgunmat og so í føroysku klæðini. Aftaná morgunmatin fóru vit í bussin saman við dønum og koyrdu til Landskrona. Í Landskrona høvdu vit tvær framførslur, eina á City Gross og eina á Rådhustorget. Aftaná eina lítla máltíð fóru nøkur ein túr runt eitt nes, meðan onnur fóru oman á strondina at sóla sær. Á túrinum var ein standmynd av Selmu Lagerløf – við ongum hártoppi – tað bleiv diskuterað eitt sindur um tað. Aftaná fóru vit inn í eina borg, sum varð brúkt sum tjóðsavn. Fyrr hevði borgin verið brúkt til ymiskt, men mest sum fangahús. Har fingu vit fortaldar nógvar syrgiligar og óhugnaligar lagnur. Aftaná fangahúsið høvdu vit eina fríløtu, áðrenn vit skuldu til nátturða í Folkets hus. Tað var deiligt veður, so vit gingu bara runt og hugnaðu okkum. Aftaná nátturðan í Folkets hus bleiv dansað saman, til vit skuldu aftur við bussinum til Skurup. Komin til Skurup hugnaðu vit okkum uttanfyri í góðveðrinum. Har blev sungið og skemtað.

Leygardagur, 29. juni í Skurup
Aftaná morgunmatin varð skrúðgonga inn til Stortorget í Skurup at dansa. Har dansaðu øll dansifeløgini: finnar, danir, norðmenn, svenskarar og vit. Síðan koyrdu vit til Johanna museet í Sandåkra uttanfyri Skurup. Har fingu vit grillaðar pylsur við breyði og djús. Henda dagin var ógvuliga heitt at ganga í føroyskum klæðum, so tað var gott at fáa okkurt at drekka. Inni á savninum var nógv forvitnisligt at síggja. Maðurin, sum hevði stovnað savnið, æt Manfred Almkvist. Hann hevði ferðast runt og samlað eina rúgvu: Bilar, súkklur, spælimaskinur, klæðir, komfýrar, grýtur, pannur og mangt, mangt annað. Aftaná rundvísingina á savninum dansaðu vit og øll hini feløgini uttanfyri. Um kvøldið var endaveitsla á Skurup folkhøgskole. Tá ein góður døgurði var farin niðurum, varð farið at dansa saman. Aftaná royndu summi surstömming, eitt sindur misjavnt var, hvat fólk hildu um tað!

Sunnudagur, 30. juni – heimferðin
Sunnudagin koyrdu vit aftaná ein døgurðabita aftur við bussi úr Skurup til Kastrup. Fólk vóru móð og nokk so væl nøgd við, at tað var eitt sindur kaldari nú – tí heitt hevði verið at dansað í føroyskum klæðum í sól, stilli og útvið 30 gradum hvønn dag. Her skiltust okkara leiðir, summi fóru beint heim til Føroya, summi vórðu verandi í Danmark og uppaftur onnur leitaðu sær longur út í heim. Ein góð, stuttlig og strævin ferð var komin at enda – næstu ferð stevnan verður, verður um 2 ár í Danmark. Ein slík ferð er sera góð fyri samanhaldið og trivnaðin í felagnum og takkar Vága dansifelag Sláið Ring fyri stuðul til ferðina.

Sjónvarpsupptøkurnar 25. mai 2019

Tey eru ófør har norðuri í Klaksvík. Í trý ár hava tey tikið sær av fýra stórum tiltøkum føroyskum dansi at frama: landsdansistevnu í 2016, Barnlek, sum riggaði stak væl í 2017 og so barnadansistevnu í apríl og nú upptøkum til sjónvarpið í maj – bara ein mánaður ímillum. So tey gera sína herskyldu fyri føroyskan dans bæði væl og virðiliga.

Klaksvíkin hevur so nógv bestu umstøðurnar til tílík tiltøk, tí alt er so tætt saman í miðbýnum. Og so Skálin – hetta frálíka húsið, sum Klaksvíkar dansifelag eigur – tikið í brúk 1988 og nýliga gjørt í stand fyri ½ millión.

Tað eru Kringvarpið og Sláið Ring, sum skipa fyri upptøkunum í felag. Tey býta eisini útreiðslurnar av tiltakinum sínámillum. Jóhann Mortensen í Kringvarpinum hevur í áravís skipað fyri útvarpssendingini dansival, og saman við formanninum í Sláið Ring samskipaði hann eisini sjónvarpsupptøkuna leygardagin fyri Kringvarpið. Fyriskipararnir og ikki minst upptøkufólkini hjá Kringvarpinum høvdu ein langan og strævnan dag leygardagin, umframt at tey høvdu riggað til fríggjakvøldið.

Feløgini, sum høvdu meldað seg til at taka upp, hava øll vant tað, sum tey skuldu kvøða leygardagin. Av tí at øll – bæði Kringvarpið og tey, sum hava staðið fyri vegna Sláið Ring – høvdu gjørt heimaarbeiðið til lítar, so helt tíðarætlanin heilt væl. Tað er væl klárað fyri so nógvar tímar. Børn og ung dansaðu dansispøl, meðan Ung í Dansi, Klaksvíkar dansifelag, Vága dansifelag, Norðstreymoyar dansifelag, Eysturoyar dansifelag, Leikum Fagurt og Stígum Fast í felag dansaðu vanligan føroyskan dans. Dansifelagið í Havn, Tøkum Lætt og Dansifelagið á Látrinum høvdu eisini meldað seg til upptøku, men tað bar ikki til. Tí so hevði dagurin hjá upptøkutoyminum blivið ov langur. Ætlanin er, at hesi feløgini fara at taka upp í Hornahúsinum onkuntíð í vetur.

Umframt at skipa, so skulu skipararnir eisini fortelja eitt sindur um vísuna/kvæðið, sum tey kvøða. Eg eri altíð fjálturstungin, tá eg skal siga okkurt í eina mikrofon. Men hesin ungi maðurin, sum tók upp fyri Kringvarpið, hevði eina atferð, sum gjørdi, at fjáltrið hvarv sum døgg fyri sól. So vit sluppu frá at taka hetta upp meir enn eina ferð.

Vit plaga at biðja tey, sum koma at dansa til upptøku, um at fara í føroysk klæðir, og tað gjørdu tey allarflestu. Hjá okkum í Eysturoyar dansifelag vóru øll í føroyskum klæðum uttan tvey, sum vóru í grønlendskum tjóðbúna.

Tá upptøkurnar vóru lidnar, fingu øll døgurða í Tekniska skúla. Magni Garðalíð, sum eigur fyritøkuna ”Viljin”, gjørdi matin. Aftaná var almennur føroyskur dansur í Skálanum, og tað gekk av tí allarbesta. Har fingu vit eisini kaffi og køku.

Á fínu lagkøkunum, sum Eysturoyar dansifelag lat til tiltakið stóð:

Leikum fagurt á foldum,
ongin treður dansin undir moldum.

Tað skulu vit leggja okkum í geyma.

Ein góður dagur føroyskum dansi at frama.

Kathrina, Eysturoyar dansifelag

Fótatraðk á landsdansistevnu ’19

Aftur í ár eydnaðist tað Fótatraðk at skipa fyri soleiðis, at limirnir kundu fara á Landsdansistevnu heima í Føroyum. Mongu síðstu landsdansistevnurnar hevur eisini verið siðvenja hjá Fótatraðk, at nýta fríggjadagin fyri til góðan felagsskap, hugna og dans seinni á kvøldið. Vit byrjaðu tí dagin við at fara á flot við Bláasteini úr Vestmanna og sanniliga var “Havet glat som et slebet spejl” og ikki eitt lot, ið órógvaði. Tá ið vit komu út á Skælingsgrynnuna, fingu vit síðan hvør sína tráðu, “men ikke længe de roligt hang, så lystigt de fiske bed” og vit fingu heili 67 væl í holdum fiskar. Meðan vit tríggjar tímar seinni, stimaðu inn aftur á Válarnar, bleiv dúgliga kruft og skorið til flak og komin til Kvívíkar ráddi nú um, at fáa fiskin til høldar sum best bar til, áðrenn vit fóru ein túr oman á nýumvælda prestagarðin at hitta prest og fáa okkurt at vita um sjálvan garðin. Vit vóru sloppin at halda til í Frøðishøll fyri náttina. Meðan onkur riggaði til, gjørdu onnur eina sera leskiliga fiskasúpan og fyltu hana sjálvandi við nakað av fiskinum, vit sjálvi høvdu fiskað. Meðan vit ótu, kom fryntiligur maður á gátt og gav okkum ein sera áhugaverdan og vælfrágreiddan fyrilestur um Kvívik og restina av kvøldinum fór við práti, hugna og nakað av dansi. Eisini fingu vit onkran lokalan á gott, tað vóru vit fegin um. Leygardagin, áðrenn bussur kom eftir okkum og flutti okkum til Eiðis, tóku vit úr Fótatraðk ymsar dansimyndir í ánni í Kvívík og vit vóru heppin, tí tað regnaði ikki.

Vit úr Fótatraðk eru sera taksom fyri at hava verið við á Landsdansistevnu í 2019 á Eiði. Vit høvdu eina góða veitsu og halda tað vera sera stuttligt at fáa høvi at koma saman við so nógvum fólki úr Føroyum, ið hava hug til føroyskan dans og duga og tíma so mong og fjøllbroytt ymisk kvæði og vísur. Eina serliga tøkk vilja vit tó bera Sláið Ring, ið aftur í ár hevur stuðlað Fótatraðk fíggjarliga, so túrurin heim á Landsdansistevnu 2019 bleiv yvirkomiligur.

Nordring 2019

Tann 17. apríl gekk leiðin til Oslo á Nordring. Vit vóru 6 føroyingar: Flóvin Kruse Kolsbyrgi, Eiði, Brestir Restorff, Tórshavn, Elma Næs Mortansdóttir, Hvalba, Silja Sivertsen, Norðdepil, Petur Óli Koytu Nicolajsen og Hjørdis Atladóttir, Sandur.

Nordring byrjaði tann 18. apríl, men vegna flogferðsluna fóru vit ein dag áðrenn, og gistu eina nátt á einum hostelli mitt í Oslo. Ferðin gekk væl, og vit komu fram í øllum góðum. Vit høvdu ikki møtst áðrenn vit fóru avstað, og vit kendust øll heldur ikki heilt væl, av tí at vit eru ymiska staðnis frá. So hetta var eitt fínt høvi at koma at kennast eitt sindur og planleggja áðrenn leiðin gekk víðari dagin eftir.

Allir luttakarinir møttust í sentralstatiónini í Oslo, og fóru vit víðari við bussi í ein góðan tíma, til Slemmestad á Oslofjørðinum, har Nordring skuldi vera. Vit búðu á einum legustaðið, sum hoyrdi til KFUM, og riggaði hetta heilt væl.

Vit vóru 26 luttakarar til samans, og vóru vit úr Føroyum, Danmark, Íslandi, Norra, Svøríki, Finland og Suomi. Av tí at vit vóru so fá, komu vit skjótt at kennast og fingu skapt nýggj vinarbond.

Hvør dagur var planlagdur við dans, kurs og fyrilestur. Til fyrilestrar skuldi hvørt land greiða frá um teirra land og mentan, greiða frá um okkara landsfelag, sum í okkara føri er Sláið Ring, læra nakrar sangir úr hvørjum landi og syngja. Eisini tann eina dagin, skuldu vit greiða frá okkara páskamentan, og valdu vit tá at mála og rulla egg. Hetta hildu hini vera sera stuttligt. Vit høvdu kurs í føroyskum dansi, har vit greiddu frá um dansin, dansaðu og lærdu tey at dansa bandadans.

Um kvøldarnar høvdu vit bólkaarbeiði, og skuldu tí gera eina eftirmeting fyri dagin, og síðani øll fortelja, hvat ið vit vóru komin fram til. Eftir hetta varð dansað til kl. 23, tá ið friður skuldi verða á staðnum, sum eisini var fínt, tí vit vóru móð eftir ein langan dag við aktiviteti.

Vit eru sera glað fyri, at vit sloppu við til Nordring. Vit hava ikki bert lært at dansa, men eisini um aðrar mentanir, hoyrt søguna um Nordring og Nordlek, lært nýggj fólk at kenna og knýtt vinarbond. Vit skulu verða errin av, at vit, eitt so lítið land, sleppa at verða við og umboða okkara tjóð, dans og mentan, og vilja vit við hesum takka fyri at júst vit sloppu við á Nordring. Hóast hvaðani vit í Føroyum eru frá, hvørjum dansifelagið, og hvønn aldursbólk, so hava vit havt ein so góðan, læruríkan og stuttligan túr.

Við hesari ferðafrásøgn, vilja vit siga hjartans tøkk fyri allan stuðul.

Vinarliga heilsan Silja, Elma, Hjørdis, Brestir, Petur Óli, og Flóvin.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×